Jesus stillar stormin
7 versir um "Jesus stillar stormin"
Versir
Síða 1 av 1Markus 4:35 Markus
Sama dagin, táið kvøldið var komið, segði Hann við teir: „Latið okkum fara yvirum!“
Markus 4:36 Markus
So lótu teir fólkið fara og tóku Hann við, sum Hann sat í bátinum; eisini aðrir bátar fylgdust við Honum.
Markus 4:37 Markus
Tá kom harður stormur, og sjógvarnir brutu inn í bátin, so hann var um at fyllast.
Markus 4:38 Markus
Men sjálvur lá Hann og svav í bakskutinum á kodda. Teir vaktu Hann tá og søgdu við Hann: „Meistari, leggur Tú einki í, at vit ganga burtur?“
Markus 4:39 Markus
Tá reistist Hann og hótti at vindinum og segði við vatnið: „Tig, ver stilt!“ Og vindurin datt burtur, og blikalogn varð.
Markus 4:40 Markus
So segði Hann við teir: „Hví eru tit so ræddir? Hví hava tit ikki trúgv?“
Markus 4:41 Markus
Teir óttaðust stórliga og søgdu hvør við annan: „Hvør er tó hesin, at bæði vindur og vatn eru Honum lýðin?“