Jesus livir
12 versir um "Jesus livir"
Versir
Síða 1 av 1Opinberingin 1:18 Opinberingin
„Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti, hin síðsti og hin livandi. Eg var deyður, men hygg, Eg eri livandi í aldur og allar ævir! Eg havi lyklar deyðans og deyðaríkisins.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Fyrra Korintbrævið 15:20 Fyrra Korintbrævið
Men nú er Kristus risin upp frá hinum deyðu – sum frumgróður teirra, ið sovnað eru.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:13 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar.
Jóhannes 20:19 Jóhannes
Táið nú kvøldið var komið henda dagin, fyrsta dagin í vikuni, og dyrnar vóru stongdar, har sum lærisveinarnir vóru, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og segði við teir: „Friður veri við tykkum!“
Jóhannes 20:20 Jóhannes
Táið Hann hetta hevði sagt, vísti Hann teimum hendur Sínar og síðu Sína. Tá vórðu lærisveinarnir glaðir – táið teir sóu Harran.
Jóhannes 20:21 Jóhannes
Jesus segði tá aftur við teir: „Friður veri við tykkum! Sum Faðirin hevur sent Meg, sendi Eg tykkum.“
Jóhannes 20:22 Jóhannes
Táið Hann hetta hevði sagt, andaði Hann á teir og segði við teir: „Takið ímóti Heilaga Andanum!
Jóhannes 20:23 Jóhannes
Fyrigeva tit einum syndirnar, eru tær honum fyrigivnar; nokta tit einum fyrigeving, er hon honum noktað.“
Jóhannes 20:24 Jóhannes
Men Tummas, hann, sum kallaðist Tvíburi – ein av hinum tólv – var ikki saman við teimum, táið Jesus kom.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:12 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið hevur Sonin, hevur lívið; tann, ið ikki hevur Son Guds, hevur ikki lívið.