Jesus handtikin

39 versir um "Jesus handtikin"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 26:47 Matteus

Meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum elstu fólksins.

7
Matteus 26:48 Matteus

Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: „Tann, ið eg kyssi, Hann er tað – takið Hann!“

7
Matteus 26:49 Matteus

Hann kom nú við tað sama yvir til Jesus og segði: „Heilur, Rabbi!“ og kysti Hann.

7
Matteus 26:50 Matteus

Jesus segði við hann: „Vinur, hví ert tú komin higar?“ Tá stigu teir fram, løgdu hendur á Jesus og tóku Hann.

7
Matteus 26:51 Matteus

Men ein teirra, sum við Jesusi vóru, rætti út hondina, dró svørð sítt og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði oyrað av honum.

7
Matteus 26:52 Matteus

Tá segði Jesus við hann: „Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði.

7
Matteus 26:53 Matteus

Ella heldur tú, Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann nú hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum!

7
Matteus 26:54 Matteus

Hvussu skuldu tá skriftirnar gingið út, at so eigur at verða!“

7
Matteus 26:55 Matteus

Í somu stund segði Jesus við fólkahópin: „Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum, at taka Meg! Eg havi dagliga sitið í templinum og lært, og tit tóku Meg ikki.

7
Matteus 26:56 Matteus

Men alt hetta hevur hent, fyri at skriftir profetanna skuldu ganga út.“ Tá rýmdu allir lærisveinarnir frá Honum og flýddu.

7
Lukas 22:47 Lukas

Meðan Hann enn talaði, kom flokkur av fólki, og hann, ið æt Judas, ein av hinum tólv, gekk undan teimum; hann nærkaðist Jesusi at kyssa Hann.

3
Lukas 22:48 Lukas

Men Jesus segði við hann: „Judas, svíkur tú Menniskjasonin við kossi!“

3
Lukas 22:49 Lukas

Táið nú teir, ið rundan um Hann vóru, sóu, hvussu fór at ganga, søgdu teir: „Harri, skulu vit sláa til við svørði?“

3
Lukas 22:50 Lukas

Og ein teirra høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði høgra oyrað av honum.

3
Lukas 22:51 Lukas

Men Jesus tók til orða og segði: „Latið teir gera hetta við!“ So nam Hann við oyra hansara og grøddi hann.

3
Lukas 22:52 Lukas

Síðani segði Jesus við høvuðsprestarnar, høvuðsmenninar fyri tempulvaktini og hinar elstu, sum komnir vóru móti Honum: „Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum!

3
Lukas 22:53 Lukas

Táið Eg hvønn dag var hjá tykkum í templinum, rættu tit ikki út hendur tykkara móti Mær. Men hetta er tími tykkara og vald myrkursins.“

3
Markus 14:43 Markus

Í tí sama, meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og elstu.

2
Markus 14:44 Markus

Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: „Tann, ið eg kyssi, Hann er tað; takið Hann og leiðið Hann burtur í tryggari varðveitslu!“

2
Markus 14:45 Markus

Táið hann nú kom, fór hann við tað sama yvir til Hansara og segði: „Rabbi!“ og kysti Hann.

2
Markus 14:46 Markus

Tá løgdu teir hendur á Hann og tóku Hann.

2
Markus 14:47 Markus

Men ein teirra, sum hjá stóðu, dró svørðið og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði oyrað av honum.

2
Markus 14:48 Markus

Jesus tók nú til orða og segði við teir: „Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum, at taka Meg!

2
Markus 14:49 Markus

Eg var dagliga hjá tykkum í templinum og lærdi, og tit tóku Meg ikki; men hetta hendir, fyri at skriftirnar skulu ganga út.“

2
Markus 14:50 Markus

Tá rýmdu teir allir frá Honum og flýddu.

2
Markus 14:51 Markus

Ein einstakur ungur maður fylgdi aftan á Honum; hann hevði línklæði sveipað um bera kropp sín. Teir tóku hann;

2
Markus 14:52 Markus

men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin.

2
Jóhannes 18:1 Jóhannes

Táið Jesus hevði sagt hetta, fór Hann út við lærisveinum Sínum um Kedronsløk; har var urtagarður, og inn í hann fór Hann við lærisveinum Sínum.

2
Jóhannes 18:2 Jóhannes

Judas, sum sveik Hann, kendi eisini staðið; tí har kom Jesus ofta saman við lærisveinum Sínum.

2
Jóhannes 18:3 Jóhannes

Judas hevði nú fingið vaktina við sær og tænarar frá høvuðsprestunum og Farisearunum, og kom hagar við kyndlum, lampum og vápnum.

2
Jóhannes 18:4 Jóhannes

Við tað at Jesus nú visti alt, ið koma skuldi yvir Hann, gekk Hann fram og segði við teir: „Hvørjum leita tit eftir?“

2
Jóhannes 18:5 Jóhannes

Teir svaraðu Honum: „Jesusi úr Nazaret.“ Jesus segði við teir: „Tað eri Eg.“ – Eisini Judas, sum sveik Hann, stóð har hjá teimum.

2
Jóhannes 18:6 Jóhannes

Táið Hann nú segði við teir: „Tað eri Eg,“ fóru teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar.

2
Jóhannes 18:7 Jóhannes

Hann spurdi teir tá uppaftur: „Hvørjum leita tit eftir?“ Teir svaraðu: „Jesusi úr Nazaret.“

2
Jóhannes 18:8 Jóhannes

Jesus segði: „Eg segði tykkum jú, at tað eri Eg! Er tað tá eftir Mær, tit leita, so latið hesar fara!“

2
Jóhannes 18:9 Jóhannes

– fyri at orðið skuldi ganga út, sum Hann hevði sagt: „Eg misti ongan av teimum, ið Tú hevur givið Mær.“

2
Jóhannes 18:10 Jóhannes

Símun Pætur – sum hevði svørð – dró tað nú og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði høgra oyrað av honum; tænarin æt Malkus.

2
Jóhannes 18:11 Jóhannes

Tá segði Jesus við Pætur: „Stikk svørðið í slíðrarnar! Skal Eg ikki drekka kalikin, ið Faðir Mín hevur givið Mær!“

2
Jóhannes 18:12 Jóhannes

Vaktin, herhøvdingin og tænarar Jødanna tóku nú Jesus og bundu Hann.

2