Jesus græt
64 versir um "Jesus græt"
Versir
Síða 1 av 2Jóhannes 11:35 Jóhannes
Jesus græt.
Lukas 19:41 Lukas
Táið Hann kom nær og sá staðin, græt Hann um hann og segði:
Jóhannes 11:33 Jóhannes
Táið Jesus nú sá hana gráta og sá Jødarnar, ið við henni vóru komnir, gráta, suffaði Hann í andanum, varð ógvuliga rørdur og segði:
Esaias 53:3 Esaias
Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.
Lukas 19:42 Lukas
„Hevði tó eisini tú vitað, um so ikki fyrrenn á hesum degi tínum, hvat ið er tær til frið! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum.
Lukas 19:43 Lukas
Tí dagar skulu koma á teg, táið fíggindar tínir skulu gera hervirki rundan um teg og kringseta teg og treingja teg frá øllum síðum.
Lukas 19:44 Lukas
Teir skulu leggja teg heilt í oyði og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær – tí tú kendi ikki tíðina, táið tú vart vitjaður.“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 11:1 Jóhannes
Maður lá sjúkur, Lazarus úr Betania, bygdini, sum Maria og systir hennara, Marta, búðu í.
Jóhannes 11:2 Jóhannes
Tað var Maria, sum salvaði Harran við salvu og turkaði føtur Hansara við hári sínum; bróðir hennara, Lazarus, lá sjúkur.
Jóhannes 11:3 Jóhannes
Tá sendu systrarnar Jesusi boð og lótu siga: „Harri! Hann, ið Tú elskar, er sjúkur.“
Jóhannes 11:4 Jóhannes
Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann: „Henda sjúka er ikki til deyða, men Gudi til dýrd – at Sonur Guds skal verða dýrmætur við henni.“
Jóhannes 11:5 Jóhannes
– Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lazarus.
Jóhannes 11:6 Jóhannes
Táið Hann nú hoyrdi, at hann var sjúkur, varð Hann verandi, har sum Hann var, tveir dagar enn.
Jóhannes 11:7 Jóhannes
Tá fyrsta segði Hann við lærisveinarnar: „Latið okkum fara aftur til Judea!“
Jóhannes 11:8 Jóhannes
Lærisveinarnir søgdu við Hann: „Rabbi! Tað er stutt síðani, at Jødarnir ætlaðu at steina Teg, og Tú fert aftur hagar!“
Jóhannes 11:9 Jóhannes
Jesus svaraði: „Hevur ikki dagurin tólv tímar? Tann, sum gongur á degi, snávar ikki; tí hann sær ljósið í hesum heimi.
Jóhannes 11:10 Jóhannes
Men tann, sum gongur á nátt, snávar; tí ljósið er ikki í honum.“
Jóhannes 11:11 Jóhannes
– Hetta talaði Hann; og so segði Hann við teir: „Lazarus, vinur okkara, er sovnaður; men Eg fari at vekja hann upp úr svøvni.“
Jóhannes 11:12 Jóhannes
Tá søgdu lærisveinarnir við Hann: „Harri, svevur hann, so verður hann frískur aftur!“
Jóhannes 11:13 Jóhannes
– Jesus hevði talað um deyða hansara, men teir hildu Hann tala um vanligan svøvn.
Jóhannes 11:14 Jóhannes
Jesus segði teimum tí, sum var: „Lazarus er deyður.
Jóhannes 11:15 Jóhannes
Og fyri tykkara skuld eri Eg glaður, at Eg var ikki har, fyri at tit skulu trúgva. – Men latið okkum fara til hansara!“
Jóhannes 11:16 Jóhannes
Tummas – sum kallaðist Tvíburi – segði tá við hinar lærisveinarnar: „Latið okkum við fara, so vit fáa doyð saman við Honum!“
Jóhannes 11:17 Jóhannes
Táið Jesus nú kom, fekk Hann at vita, at hann hevði longu ligið fýra dagar í grøvini.
Jóhannes 11:18 Jóhannes
Nú var Betania nær við Jerusalem; einar fimtan stadiur vóru ímillum.
Jóhannes 11:19 Jóhannes
Og nógvir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróður teirra.
Jóhannes 11:20 Jóhannes
Táið nú Marta fekk at hoyra, at Jesus kom, fór hon ímóti Honum, men Maria varð sitandi heima við hús.
Jóhannes 11:21 Jóhannes
Marta segði við Jesus: „Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!
Jóhannes 11:22 Jóhannes
Men eisini nú veit eg, at hvat Tú so biður Gud um, gevur Gud Tær.“
Jóhannes 11:23 Jóhannes
Jesus segði við hana: „Bróðir tín skal rísa upp aftur!“
Jóhannes 11:24 Jóhannes
Marta svaraði Honum: „Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag.“
Jóhannes 11:25 Jóhannes
Jesus segði við hana: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.
Jóhannes 11:26 Jóhannes
Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja. Trýrt tú hesum?“
Jóhannes 11:27 Jóhannes
Hon svaraði Honum: „Ja, Harri, eg trúgvi, at Tú ert Kristus, Sonur Guds, Hann, sum skal koma í heimin!“
Jóhannes 11:28 Jóhannes
Táið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað, rópti loyniliga systur sína, Mariu, og segði: „Meistarin er her og vil finna teg!“
Jóhannes 11:29 Jóhannes
Táið hon hoyrdi hetta, reistist hon skundisliga og fór til Hansara.
Jóhannes 11:30 Jóhannes
Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men var staddur, har sum Marta hevði møtt Honum.
Jóhannes 11:31 Jóhannes
Táið nú Jødarnir, sum vóru heima hjá henni og troystaðu hana, sóu, at Maria skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á henni, við tað at teir hildu, at hon fór út til grøvina at gráta har.
Jóhannes 11:32 Jóhannes
Táið nú Maria kom, hagar sum Jesus var, og sá Hann, fall hon niður fyri føtur Hansara og segði við Hann: „Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!“
Jóhannes 11:34 Jóhannes
„Hvar hava tit lagt hann?“ Tey svaraðu Honum: „Harri, kom og síggj!“
Jóhannes 11:36 Jóhannes
Tá søgdu Jødarnir: „Hygg, hvussu Hann elskaði hann!“
Jóhannes 11:37 Jóhannes
Men summir av teimum søgdu: „Kundi Hann, sum læt upp eygu hins blinda, ikki eisini havt gjørt, at hesin ikki var deyður!“
Jóhannes 11:38 Jóhannes
Tá suffaði Jesus aftur við Sær sjálvum og fór til grøvina. Hon var helli, og steinur lá fyri tí.
Jóhannes 11:39 Jóhannes
Jesus segði: „Takið burt steinin!“ Marta, systir hin deyða, segði við Hann: „Harri, hann dampar longu, tí hann hevur ligið fýra dagar!“
Jóhannes 11:40 Jóhannes
Jesus svaraði henni: „Segði Eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds!“
Jóhannes 11:41 Jóhannes
Teir tóku tá steinin burtur. Og Jesus lyfti upp eygu Síni og segði: „Faðir, Eg takki Tær, at Tú hevur hoyrt Meg!
Jóhannes 11:42 Jóhannes
Eg visti jú, at Tú hoyrir Meg altíð; men fyri fólksins skuld, sum hjá stendur, segði Eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at Tú hevur sent Meg.“
Jóhannes 11:43 Jóhannes
Táið Hann hetta hevði sagt, rópti Hann hart: „Lazarus, kom út!“
Jóhannes 11:44 Jóhannes
Tá kom hin deyði út, bundin við líkverju um føtur og hendur; og turriklæði var bundið um andlit hansara. Jesus segði við teir: „Loysið hann og latið hann fara!“