Jessai

28 versir um "Jessai"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Sámuelsbók 16:1 Fyrra Sámuelsbók

HARRIN segði við Sámuel: „Hvussu leingi ætlar tú at ganga og syrgja um Saul? Eg havi jú vrakað hann, so hann skal ikki verða verandi kongur yvir Ísrael! Fyll horn títt við olju og far avstað! Eg sendi teg til Ísai Betlehemit; tí millum synir hansara havi Eg valt Mær kong.“

8
Fyrra Sámuelsbók 17:12 Fyrra Sámuelsbók

Dávid var sonur hin sama Efratitin í Betlehem í Juda, sum æt Ísai og hevði átta synir. Hesin maður var á døgum Sauls gamal og boygdur av elli.

7
Esaias 11:1 Esaias

Men kvistur skal spretta av runni Ísais, og grein vaksa upp av rótum hansara;

7
Rutt 4:17 Rutt

Og grannkonurnar søgdu: „No’omi hevur fingið son!“ – Og tær góvu honum navn og kallaðu hann Obed. Hann varð faðir Ísai, faðir Dávid.

6
Fyrra Krønikubók 2:13 Fyrra Krønikubók

Ísai fekk Eliab – sum var frumborni sonur hansara – Abinadab, annan son sín, Simea, hin triðja,

5
Fyrra Krønikubók 2:14 Fyrra Krønikubók

Netanel, hin fjórða, Raddai, hin fimta,

5
Fyrra Krønikubók 2:15 Fyrra Krønikubók

Ozem, hin sætta, og Dávid, hin sjeynda.

5
Matteus 1:5 Matteus

Salmon átti Boas við Rahab; Boas átti Obed við Rutt; Obed átti Ísai;

5
Matteus 1:6 Matteus

Ísai átti Dávid kong; Dávid átti Sálomon við konu Urias;

5
Fyrra Sámuelsbók 16:10 Fyrra Sámuelsbók

Soleiðis læt Ísai sjey synir ganga fram fyri Sámuel; men Sámuel segði við Ísai: „HARRIN hevur ongan av hesum útvalt!“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:11 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel spurdi nú Ísai: „Vóru hetta allir dreingirnir, ið tú hevur?“ Hann svaraði: „Enn er hin yngsti eftir; hann situr hjá smáfænum.“ Tá segði Sámuel við Ísai: „Send boð eftir honum! Vit seta okkum ikki til borðs, fyrrenn hann kemur!“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:12 Fyrra Sámuelsbók

So sendi hann boð eftir honum. Hann var reyðdæmdur, hevði vøkur eygu og var vakur í útsjónd. Tá segði HARRIN: „Reis teg og salva hann, tí hann er tað!“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:13 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel tók tá oljuhornið og salvaði hann, meðan brøður hansara stóðu rundanum. Og frá tí degi kom Andi HARRANS yvir Dávid. Síðani fór Sámuel avstað og fór til Rama.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:58 Fyrra Sámuelsbók

Saul segði tá við hann: „Hvørs sonur ert tú, unglingi?“ Dávid svaraði: „Eg eri sonur tænara tín Ísai í Betlehem.“

4
Fyrra Sámuelsbók 20:27 Fyrra Sámuelsbók

Men táið sessur Dávids stóð tómur dagin eftir við, dagin eftir sólkomudagin, segði Saul við Jónatan, son sín: „Hví er sonur Ísai hvørki í gjár ella í dag komin til borðs?“

3
Fyrra Sámuelsbók 20:28 Fyrra Sámuelsbók

Jónatan svaraði Saul: „Dávid bønaði meg at geva sær loyvi at fara til Betlehem;

3
Fyrra Sámuelsbók 20:29 Fyrra Sámuelsbók

hann segði: „Lat meg sleppa! Tí ætt okkara heldur offurhøgtíð har í býnum, og beiggi hevur sjálvur álagt mær at koma; havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so loyv mær at fara heim, so eg fái vitjað brøður mínar!“ – Tí er hann ikki komin til borð kongsins.“

3
Fyrra Sámuelsbók 20:30 Fyrra Sámuelsbók

Tá tendraðist vreiði Sauls móti Jónatan, og hann segði við hann: „Tú sonur rangvørga og treiska kvinnu! Veit eg ikki, at tú ert vinmaður sonar Ísai – til vanæru fyri teg sjálvan og til vanæru fyri blygd móður tínar!

3
Fyrra Sámuelsbók 20:31 Fyrra Sámuelsbók

Tí so leingi sum sonur Ísai er til á jørðini, standa bæði tú og kongadømi títt á ótryggari grund! Send tí boð og fá mær hann higar, tí hann er deyðamaður!“

3
Fyrra Krønikubók 10:14 Fyrra Krønikubók

– Men HARRAN spurdi hann ikki til ráðs; tí læt Hann hann doyggja, og síðani læt Hann Dávid, son Ísai, fáa kongadømið.

3
Esaias 11:10 Esaias

Tann dag skulu heidningarnir leita til rótkvist Ísais, ið stendur sum hermerki tjóðanna, og bústaður Hansara skal vera dýrd.

3
Fyrra Sámuelsbók 22:3 Fyrra Sámuelsbók

Haðani fór Dávid til Mizpe í Móab og segði við móabitakong: „Loyv pápa og mammu at koma higar og vera hjá tykkum, inntil eg fái at síggja, hvat Gud ætlar at gera við meg!“

2
Fyrra Sámuelsbók 22:4 Fyrra Sámuelsbók

Og hann fór fram fyri móabitakong við teimum, og tey vórðu hjá honum, alla tíðina sum Dávid var í fjallaborgini.

2
Seinna Sámuelsbók 20:1 Seinna Sámuelsbók

Nú bar so á, at har var ein illviljaður maður, ið æt Seba, sonur Bikri, ein Benjaminitur. Hann blásti í hornið og segði: „Vit hava ongan part í Dávidi og ongan lut í syni Ísai! Hvør maður til tjøld síni, Ísrael!“

2
Esaias 11:2 Esaias

á Honum skal hvíla Andi HARRANS, Andi vísdóms og vits, Andi ráðs og styrki, Andi kunnskapar og ótta HARRANS.

2
Lukas 3:31 Lukas

son Melea, son Menna, son Mattata, son Natan, son Dávid,

2
Lukas 3:32 Lukas

son Ísai, son Obed, son Boas, son Salmon, son Nason,

2
Ápostlasøgan 13:22 Ápostlasøgan

Táið Hann so hevði sett hann av, reisti Hann teimum Dávid upp til kong. Honum gav Hann eisini henda vitnisburð: „Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir hjarta Mínum; hann skal gera allan vilja Mín.“

2