Jerusalem

13 versir um "Jerusalem"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 122:6 Sálmarnir

Biðið frið yvir Jerusalem! Væl gangist teimum, ið elska teg!

5
Seinna Krønikubók 6:6 Seinna Krønikubók

Men Eg útvaldi Jerusalem, navni Mínum til bústað, og Eg útvaldi Dávid til at ráða yvir Ísrael, fólki Mínum.“

3
Esaias 62:1 Esaias

Fyri Zions skuld tigi eg ikki, og fyri Jerusalems skuld haldi eg meg ikki kvirran, fyrrenn rættvísi tess rennur upp sum sólskin, og frelsa tess sum brennandi kyndil.

3
Jeremias 3:17 Jeremias

Tá skal Jerusalem verða rópt „hásæti HARRANS“, og har skulu allar tjóðir koma saman – um navn HARRANS í Jerusalem; tær skulu ikki longur lata seg leiða av ónda, harða hjarta sínum.

3
Zakarias 8:3 Zakarias

So sigur HARRIN: Eg komi aftur til Zion og skal búgva í Jerusalem; Jerusalem skal verða kallað „hin trúfasti staðurin“, og fjall HARRANS Guds herskaranna „hitt heilaga fjallið“.

3
Zakarias 12:9 Zakarias

Tann dag skal Eg royna at forkoma øllum heidningafólkunum, ið halda móti Jerusalem.

3
Fyrra Kongabók 11:36 Fyrra Kongabók

Syni hansara skal Eg tó geva eina ætt, so tænari Mín Dávid altíð kann hava lampu fyri ásjón Míni í Jerusalem, býnum, ið Eg havi útvalt Mær at lata navn Mítt búgva har.

2
Sálmarnir 122:3 Sálmarnir

Jerusalem, vælbygdi staður, sum fólkið kemur saman í,

2
Sálmarnir 122:4 Sálmarnir

sum ættirnar fara til, ættir HARRANS, eftir lóg Ísraels, at prísa navni HARRANS!

2
Sálmarnir 122:5 Sálmarnir

Tí har eru settir dómstólar, stólar fyri hús Dávids.

2
Sálmarnir 125:2 Sálmarnir

Rundan um Jerusalem eru fjøll, og HARRIN er rundan um fólk Sítt frá nú og til ævigar tíðir.

2
Galatiabrævið 4:26 Galatiabrævið

Men Jerusalem, ið omanfyri er, tað er frítt, og tað er móðir okkara.

2
Opinberingin 21:2 Opinberingin

Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerusalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum.

2