Jeriko
88 versir um "Jeriko"
Versir
Síða 1 av 2Josva 6:1 Josva
Jeriko helt portur síni stongd og væl afturlatin fyri Ísraelsmonnum; eingin fór út, og eingin kom inn.
Josva 6:2 Josva
Tá segði HARRIN við Josva: „Eg havi givið Jeriko og kongin og teir djørvu hermenn har í hendur tínar.
Josva 6:3 Josva
Lat nú allar vápnaførar menn ganga rundan um býin – eina ferð rundan um hann! Hetta skalt tú gera í seks dagar.
Josva 6:4 Josva
Sjey prestar skulu bera sjey harðblásturslúðrar fyri ørkini. Men sjeynda dagin skulu tit ganga sjey ferðir rundan um býin, og prestarnir skulu blása í lúðrarnar.
Josva 6:5 Josva
Táið teir tá blása í harðblásturslúðurin og toyggja á ljóðið, skal alt fólkið – táið tit hoyra lúðraljóðið – skera í hart herróp; so skal býmúrurin rapla í grund, og fólkið kann fara inn um hann, hvør beint har sum hann er staddur.“
Josva 6:6 Josva
Josva, sonur Nun, sendi nú boð eftir prestunum og segði við teir: „Tit skulu bera sáttmálaørkina, og sjey prestar skulu bera sjey harðblásturslúðrar undan ørk HARRANS.“
Josva 6:7 Josva
Við fólkið segði hann: „Farið og gangið rundan um býin – teir, ið vápnaðir eru, skulu ganga undan ørk HARRANS!“
Josva 6:8 Josva
Táið nú Josva hevði sagt hetta við fólkið, fóru teir avstað, teir sjey prestarnir, ið bóru teir sjey harðblásturslúðrarnar fyri ásjón HARRANS; teir blástu í lúðrarnar, og sáttmálaørk HARRANS fór aftan á teimum.
Josva 6:9 Josva
Teir, ið vápnaðir vóru, gingu undan prestunum, sum blástu í lúðrarnar, og teir, ið aftastir vóru, fylgdu eftir ørkini; blást varð í lúðrarnar alla tíðina.
Josva 6:10 Josva
Men Josva hevði sagt við fólkið: „Tit mugu ikki skera í herróp og ikki lata upp munnin; tit mugu ikki tala orð, fyrrenn tann dag ið eg sigi við tykkum: „Rópið nú!“ Tá skulu tit rópa.“
Josva 6:11 Josva
So læt hann ørk HARRANS bera rundan um býin – eina ferð rundan um hann; síðani fóru teir aftur í tilhaldið og vóru har um náttina.
Josva 6:12 Josva
Tíðliga morgunin eftir gjørdi Josva seg til, og prestarnir bóru ørk HARRANS.
Josva 6:13 Josva
Og teir sjey prestarnir, ið bóru teir sjey harðblásturslúðrarnar undan ørk HARRANS, gingu og blástu í lúðrarnar alla tíðina; teir, ið vápnaðir vóru, gingu undan teimum, og teir, ið aftastir vóru, fylgdu eftir ørk HARRANS; blást varð í lúðrarnar alla tíðina.
Josva 6:14 Josva
Á sama hátt gingu teir annan dagin eina ferð rundan um býin og fóru so aftur í tilhaldið; hetta gjørdu teir í seks dagar.
Josva 6:15 Josva
Men sjeynda dagin fóru teir árla upp, við tað sama sum fór at lýsa, og gingu sjey ferðir rundan um býin; teir bóru seg at á sama hátt sum áður; bert gingu teir henda dagin sjey ferðir rundan um býin.
Josva 6:16 Josva
Táið nú prestarnir sjeyndu ferðina blástu í lúðrarnar, segði Josva við fólkið: „Rópið nú! Tí HARRIN hevur givið tykkum staðin.
Josva 6:17 Josva
Og staðurin og alt, sum í honum er, skal verða HARRANUM vígt og skal bannlýsast; bert skøkjan Rahab skal sleppa at liva, hon og øll tey, sum í húsinum hjá henni eru – aftur fyri at hon fjaldi menninar, ið vit sendu.
Josva 6:18 Josva
Men varðið tykkum væl fyri tí bannlýsta, so tit ikki, eftir at tit hava bannlýst, taka nakað av tí bannlýsta og soleiðis gera, at allur herur Ísraels kemur undir bann, og volda honum vanlukku!
Josva 6:19 Josva
Men alt silvur og gull og alt tað, ið er av kopari og jarni, skal vera HARRANUM halgað og koma í skattkamar HARRANS.“
Josva 6:20 Josva
Fólkið skar nú í herróp, og teir blástu í lúðrarnar; táið fólkið hoyrdi lúðraljóðið, skóru teir í ógvuligt róp; tá raplaði múrurin í grund, og fólkið gekk inn í býin, hvør beint har sum hann var staddur. Soleiðis tóku teir býin.
Josva 6:21 Josva
Teir slógu við banni alt tað, sum í býnum var; bæði menn og kvinnur, bæði ung og gomul, bæði neyt, smáfæ og esil høgdu teir niður við svørði.
Josva 6:22 Josva
Men við menninar báðar, sum høvdu kannað landið, segði Josva: „Farið inn í hús skøkjunnar og leiðið út haðani bæði kvinnuna og øll hennara – soleiðis sum tit við eiði hava lovað henni!“
Josva 6:23 Josva
Hinir ungu menninir, ið njósnað høvdu, fóru tá inn og leiddu Rahab út úr húsinum og somuleiðis faðir og móður hennara og brøður hennara og øll, ið henni hoyrdu til; alla ætt hennara leiddu teir út og lótu tey sleppa at vera einastaðni uttan fyri tilhald Ísraels.
Josva 6:24 Josva
Býin og alt, sum í honum var, brendu teir; bert silvurið og gullið og alt, ið var av kopari og jarni, løgdu teir í skattkamar hús HARRANS.
Josva 6:25 Josva
Men skøkjuna Rahab og fedrahús hennara og øll, ið henni hoyrdu til, læt Josva sleppa at liva; hon varð búgvandi millum Ísraelsmenn líka til henda dag – aftur fyri at hon fjaldi menninar, ið Josva hevði sent at kanna Jeriko.
Josva 6:26 Josva
Tá læt Josva fólkið svørja henda eið: „Bannaður fyri ásjón HARRANS veri tann maður, ið fer undir at byggja upp aftur henda bý, Jeriko! Frumborna son sín skal hann missa, táið hann grundar hann, og yngsta son sín skal hann missa, táið hann reisir portrini!“
Josva 6:27 Josva
Soleiðis var HARRIN við Josva, og orðið um hann kom út um alt landið.
Hebrearabrævið 11:30 Hebrearabrævið
Við trúgv fullu múrar Jerikos, táið teir sjey dagar høvdu gingið rundan um teir.
Markus 10:46 Markus
Teir komu nú til Jeriko. Og táið Hann fór út úr Jeriko saman við lærisveinum Sínum og nógvum fólki, sat sonur Timeus, Bartimeus, blindur biddari, við vegin.
Markus 10:47 Markus
Táið hann hoyrdi, at tað var Jesus úr Nazaret, fór hann at rópa: „Sonur Dávids, Jesus, miskunna mær!“
Markus 10:48 Markus
Mong høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópti nógv harðari enn: „Sonur Dávids, miskunna mær!“
Markus 10:49 Markus
Tá steðgaði Jesus og segði: „Rópið hann higar!“ Tey róptu so hin blinda og søgdu við hann: „Ver hugreystur, reis teg upp, Hann rópar teg!“
Markus 10:50 Markus
Tá kastaði hann kappan av sær, leyp á føtur og kom til Jesus.
Markus 10:51 Markus
Jesus tók til orða og segði við hann: „Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?“ Hin blindi svaraði Honum: „Rabbuni, at eg kann fáa sjón mína!“
Markus 10:52 Markus
Jesus segði við hann: „Far avstað – trúgv tín hevur frelst teg!“ Við tað sama fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi Honum á leið.
Josva 2:1 Josva
Josva, sonur Nun, sendi loyniliga tveir njósnarar úr Sittim og segði: „Farið og kannið landið, serliga Jeriko!“ Teir fóru so avstað og komu inn hjá eini skøkju, ið æt Rahab, og løgdu seg til hvíldar har.
Josva 2:2 Josva
Boð vórðu nú borin konginum í Jeriko: „Higar eru komnir í nátt nakrir Ísraelsmenn at kanna landið!“
Josva 2:3 Josva
Tá sendi kongurin í Jeriko boð til Rahab og læt siga: „Út við monnunum, ið til tín eru komnir, og sum tú hevur hýst! Teir eru komnir at kanna alt landið.“
Josva 2:4 Josva
Men kvinnan tók og fjaldi menninar báðar, og so svaraði hon: „Jú, víst komu menninir til mín, men eg visti ikki, hvaðani teir vóru;
Josva 2:5 Josva
og í skýmingini, táið portrið skuldi læsast, fóru menninir avstað; eg veit ikki, hvar teir fóru. Skundið tykkum og haldið eftir teimum, so munnu tit fara at fáa teir aftur!“
Josva 2:6 Josva
Men hon hevði latið teir fara upp á takið og fjalt teir undir línstelkunum, ið hon hevði liggjandi ristar har á takinum.
Josva 2:7 Josva
Menninir hildu nú eftir teimum leiðina at Jordan, til vaðini; og portrið varð stongt, við tað sama sum teir, ið hildu eftir teimum, vóru farnir avstað.
Josva 2:8 Josva
Men áðrenn njósnararnir vóru lagstir, fór hon upp á takið til teirra;
Josva 2:9 Josva
og hon segði við teir: „Eg veit, at HARRIN hevur givið tykkum landið; tí ræðsla fyri tykkum er komin á okkum, ja, angist fyri tykkum er á øllum, sum í landinum búgva.
Josva 2:10 Josva
Vit hava frætt, hvussu HARRIN turkaði upp vatnið í Reyðahavi fyri tykkum, táið tit fóru út av Egyptalandi, og vit hava frætt tað, ið tit gjørdu við báðar amoritakongarnar hinumegin Jordan, Sihon og Og, sum tit slógu við banni.
Josva 2:11 Josva
Táið vit frættu hetta, varð hjarta okkara fult av angist, og eingin er meir, sum hevur mót at fara ímóti tykkum; tí HARRIN Gud tykkara, Hann er Gud, bæði uppi í Himli og niðri á jørðini.
Josva 2:12 Josva
Gerið mær tí nú eið um HARRAN, at tit skulu vísa fedrahúsi mínum miskunn, eins og eg havi víst tykkum miskunn, og gevið mær álítandi tekin um hetta
Josva 2:13 Josva
– at tit skulu lata faðir mín og móður mína, brøður og systrar mínar og øll teirra sleppa at liva og bjarga okkum undan deyðanum!“
Josva 2:14 Josva
Menninir svaraðu henni: „Við okkara egna lívi skulu vit svara fyri tykkara! So satt sum tit ongan lata fáa at vita um ørindi okkara, so skulu vit, táið HARRIN gevur okkum landið, vísa tær miskunn og trúfesti.“
Josva 2:15 Josva
So sígdi hon teir niður úr vindeyganum í togi; tí hús hennara stóð við býmúrin, hon búði úti við múrin.