Jeremias
24 versir um "Jeremias"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Jeremias 33:3 Jeremias
Rópa til Mín, og Eg skal svara tær, og Eg skal kunngera tær tað, ið stórt og ófatandi er, slíkt sum tú kennir ikki!
Jeremias 17:7 Jeremias
Signaður er tann maður, ið lítur á HARRAN, og sum hevur HARRAN til álit sítt.
Jeremias 17:8 Jeremias
Hann skal vera líkur træi, ið er plantað við vatn og toyggir út røtur sínar við løk, sum ikki óttast, táið hitin kemur, men altíð ber grøn bløð, sum ikki syrgir í turrum árum og ikki gevur uppat at bera ávøkst.
Jeremias 9:23 Jeremias
So sigur HARRIN: Hin vísi rósi sær ikki av vísdómi sínum, hin sterki ikki av styrki síni, hin ríki ikki av ríkidømi sínum!
Jeremias 9:24 Jeremias
Nei, tann, ið vil rósa sær, hann rósi sær av, at hann er vitigur og kennir Meg, at Eg eri HARRIN, sum ger náði, rætt og rættvísi á jørðini! Tí tað toknast Mær – sigur HARRIN.
Jeremias 31:3 Jeremias
Úr fjarløgu hevur HARRIN opinberað Seg fyri mær: „Ja, við ævigum kærleika havi Eg elskað teg; tí havi Eg drigið teg við náði.
Jeremias 31:31 Jeremias
Dagar koma – sigur HARRIN – táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og við hús Juda,
Jeremias 31:32 Jeremias
ikki sáttmála sum hann, ið Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra til at leiða teir út av Egyptalandi – sáttmálan við Meg, sum teir brutu, tóat Eg var rætti Harri teirra – sigur HARRIN.
Jeremias 31:33 Jeremias
Nei, hetta er sáttmálin, ið Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagarnar – sigur HARRIN: Eg skal leggja lóg Mína í sinni teirra og skriva hana í hjarta teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.
Jeremias 31:34 Jeremias
Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: „Kenn HARRAN!“ Tí tey skulu øll kenna Meg, bæði smá og stór – sigur HARRIN – tí Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra.
Jeremias 1:19 Jeremias
so teir skulu ikki verða mentir at basa tær – tóat teir fara at berjast móti tær; tí Eg eri við tær og skal hjálpa tær – sigur HARRIN.“
Jeremias 6:16 Jeremias
So segði HARRIN: „Standið við vegirnar og hyggið eftir, spyrjið um hinar gomlu gøtur, spyrjið, hvar leiðin liggur til hitt góða, og gangið hana! So skulu tit finna sálum tykkara hvílu.“ Men tey svaraðu: „Hana vilja vit ikki ganga!“
Jeremias 7:23 Jeremias
Men hetta boð gav Eg teimum: „Hoyrið rødd Mína! So skal Eg vera Gud tykkara, og tit skulu vera fólk Mítt; og gangið í øllum leiðina, sum Eg gevi tykkum boð um, so tykkum kann gangast væl!“
Jeremias 17:9 Jeremias
Svikafullari er hjartað enn alt annað, og ónt er tað – hvør kennir tað!
Jeremias 32:27 Jeremias
Eg eri HARRIN, Gud als holds – skuldi nakað verið Mær ov undurfult!
Jeremias 2:13 Jeremias
Tí tvinnanda ónt hevur fólk Mítt gjørt: Mær, kelduni við hinum livandi vatni, vendu tey bakið og gróvu sær brunnar, brunnar við sprungum, sum ikki halda vatni.
Jeremias 10:10 Jeremias
Men HARRIN er Gud av sonnum; Hann er livandi Gud og ævigur kongur; vreiði Hansara fær jørðina at nøtra; og fólkini fáa ikki úthildið tað, táið Hann verður illur.
Jeremias 15:16 Jeremias
Eg fann orð Tíni, og eg át tey; orð Tíni vóru mær til frøi og hjarta mínum til gleði; tí eg eri kallaður við navni Tínum, HARRI Gud herskaranna!
Jeremias 17:10 Jeremias
Eg, HARRIN, Eg rannsaki hjarta og royni nýru – og gevi so einum og hvørjum eftir atburði hansara, eftir ávøksti verka hansara.
Jeremias 20:9 Jeremias
Men táið eg segði: „Eg skal ikki hugsa um Hann og ikki tala uppaftur í navni Hansara!“ tá varð tað í hjarta mínum sum brennandi eldur, innibyrgdur í beinum mínum; eg royndi at halda tað út, men var ikki mentur.
Jeremias 29:13 Jeremias
Tit skulu søkja Meg, og tit skulu finna Meg – táið tit søkja Meg av øllum hjarta tykkara.
Jeremias 32:17 Jeremias
„Á Harri HARRI! Tú ert jú tann, ið hevur skapt himmal og jørð við mikla mátti Tínum og útrætta armi Tínum; einki er Tær ov undurfult,