javnrættur
11 versir um "javnrættur"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Rómverjabrævið 2:11 Rómverjabrævið
Tí hjá Gudi er ikki mannamunur;
Jóhannes 13:16 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tænarin er ikki størri enn harri hansara; ei heldur er ein, sum sendur er, størri enn hann, ið sendi hann.
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Markus 12:31 Markus
Annað er hetta: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ Størri enn hesi er einki annað boð.“
Galatiabrævið 3:26 Galatiabrævið
Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus.
Galatiabrævið 3:27 Galatiabrævið
Tí tit, so mong sum doypt eru til Kristus, hava latið tykkum í Kristus.
Galatiabrævið 3:29 Galatiabrævið
Men hoyra tit Kristusi til, so eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir lyfti.
Triðja Mósebók 19:33 Triðja Mósebók
Táið fremmandur býr hjá tykkum í landi tykkara, so mást tú ikki vera harður við hann;
Triðja Mósebók 19:34 Triðja Mósebók
sum ein av tykkara egnu skulu tit rokna hin fremmanda, ið hjá tykkum býr, og tú skalt elska hann sum teg sjálvan; tí tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Orðtøkini 22:2 Orðtøkini
Ríkur og fátækur møtast; HARRIN hevur skapt báðar.