jarðskjálvti

19 versir um "jarðskjálvti"

Versir

Síða 1 av 1
Ápostlasøgan 16:26 Ápostlasøgan

Tá kom knappliga stórur jarðskjálvti, so grundvøllur fangahúsins ristist, og við tað sama sprungu allar dyr upp, og leinkjurnar loystust av øllum.

7
Esaias 29:6 Esaias

Frá HARRANUM Gudi herskaranna skal koma heimsøking við toru, jarðskjálvta og nógvum duna, við stormi, hvirlum og oyðandi eldi.

6
Zakarias 14:5 Zakarias

Tit skulu flýggja til dalin millum fjøll Míni; tí dalurin millum fjøllini skal náa líka til Azel; tit skulu flýggja, sum tit flýddu undan jarðskjálvtanum á døgum Uzziasar judakongs. Tá skal HARRIN Gud mín koma – og øll hini heilagu við Tær.

6
Matteus 28:2 Matteus

Tá varð stórur jarðskjálvti; tí eingil Harrans kom niður av Himli, steig til og velti burt steinin og setti seg á hann.

6
Opinberingin 6:12 Opinberingin

Eg sá tað lata upp sætta innsiglið. Tá varð stórur jarðskjálvti, sólin varð svørt sum syrgibúni, og mánin varð allur sum blóð.

6
Opinberingin 11:13 Opinberingin

Í somu stund varð stórur jarðskjálvti, tíggjundaparturin av staðnum fall, og 7000 menniskju lótu lív í jarðskjálvtanum. Og ótti fall á hini, og tey góvu Gudi Himmalsins dýrd.

6
Opinberingin 16:18 Opinberingin

Og snarljós, røddir og torur komu; og stórur jarðskjálvti kom, slíkur, sum ikki hevur verið, frá tí menniskju vórðu til á jørðini – slíkur jarðskjálvti, so stórur.

6
Matteus 27:51 Matteus

Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum; jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu;

5
Amos 1:1 Amos

Orðini, ið Amos, sum var ein av hirðunum úr Tekoa, skoðaði um Ísrael, á døgum Uzziasar kongs í Juda, og á døgum Jeroboams kongs í Ísrael, sonar Jóasar – tvey ár fyri jarðskjálvtan.

4
Hebrearabrævið 12:26 Hebrearabrævið

Honum, hvørs rødd ta ferðina risti jørðina, men sum nú hevur lovað: „Eina ferð enn skal Eg rista, ikki bert jørðina, men himmalin við.“

4
Haggai 2:6 Haggai

Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna: Eina ferð enn – áðrenn langt umlíður – skal Eg rista himmal og jørð, hav og turrlendi;

3
Haggai 2:21 Haggai

Sig við Zerubbabel, landsstjóra í Juda: Eg skal rista himmal og jørð;

3
Opinberingin 11:19 Opinberingin

Tempul Guds í Himli varð nú latið upp, og sáttmálaørk Hansara kom til sjóndar í templi Hansara. Og snarljós komu, og røddir, torur, jarðskjálvti og stórur heglingur.

3
Fyrra Kongabók 19:11 Fyrra Kongabók

Hann segði: „Far út og statt á fjallinum fyri ásjón HARRANS!“ So gekk HARRIN framvið har, og ógvuligur, sterkur stormur kom, sum kleyv fjøll og soraði sundur klettar fyri HARRANUM – men HARRIN var ikki í storminum; eftir stormin kom jarðskjálvti – men HARRIN var ikki í jarðskjálvtanum;

2
Fyrra Kongabók 19:12 Fyrra Kongabók

eftir jarðskjálvtan kom eldur – men HARRIN var ikki í eldinum. Men eftir eldin hoyrdist milt suð.

2
Sálmarnir 18:7 Sálmarnir

Men í neyð míni ákallaði eg HARRAN og rópti til Gud mín; Hann hoyrdi í templi Sínum rødd mína, og róp mítt náddi til Hansara, kom fyri oyru Hansara.

2
Sálmarnir 60:2 Sálmarnir

Ta ferðina hann bardist við Áram-Naharajim og Áram-Zoba, og Jóab kom aftur og vann sigur á Edomitum í Saltdali, 12000 monnum.

2
Matteus 24:7 Matteus

Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.

2
Opinberingin 8:5 Opinberingin

Eingilin tók roykilsisílatið, fylti tað við eldi av altarinum og kastaði hann á jørðina. Tá komu torur, røddir, snarljós og jarðskjálvti.

2