jarn skerpir jarn
30 versir um "jarn skerpir jarn"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 27:17 Orðtøkini
Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.
Orðtøkini 27:1 Orðtøkini
Rósa tær ikki av deginum í morgin, tí tú veitst ikki, hvat dagur kann føða!
Orðtøkini 27:2 Orðtøkini
Lat aðrar rósa tær, og ikki tín egna munn, fremmandar, og ikki tínar egnu varrar!
Orðtøkini 27:3 Orðtøkini
Grót er tungt, og sandur vigar nógv, men vreiði dárans er tyngri enn bæði.
Orðtøkini 27:4 Orðtøkini
Illsinni er grumt, og vreiði skúmar, men hvør kann standa seg móti øvund!
Orðtøkini 27:5 Orðtøkini
Opinlýs revsing er betri enn kærleiki, ið verður duldur.
Orðtøkini 27:6 Orðtøkini
Trúføst eru vinarsløg, men trúleysir eru fíggindakossir.
Orðtøkini 27:7 Orðtøkini
Hin metti vrakar hunang, men hinum svanga er alt beiskt søtt.
Orðtøkini 27:8 Orðtøkini
Sum fuglur, ið hevur verið noyddur at flýggja frá reiðri sínum, er maður, ið flakkar um, burtur frá heimi sínum.
Orðtøkini 27:9 Orðtøkini
Olja og roykilsi gleða hjartað, og sama gera vinareymleiki og sannhjartað ráð.
Orðtøkini 27:10 Orðtøkini
Slepp ikki vinmanni tínum og vinmanni faðirs tíns, og far ikki inn hjá bróður tínum, tann dag tú ert í neyð! – Granni nær hjá er betri enn bróðir langt burtur.
Orðtøkini 27:11 Orðtøkini
Ver vísur, sonur mín, og gleð hjarta mítt, so eg fái svarað teimum, ið háða meg!
Orðtøkini 27:12 Orðtøkini
Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól; fávitskut halda áfram og noyðast at bøta.
Orðtøkini 27:13 Orðtøkini
Tak klæði hansara – hann er gingin í ábyrgd fyri annan, tak pant frá honum fyri fremmanda kvinnu!
Orðtøkini 27:14 Orðtøkini
Tann, ið harðmæltur signar vin sín árla á morgni, honum skal tað verða roknað sum illbøn.
Orðtøkini 27:15 Orðtøkini
Takdropi, ið aldri heldur uppat regndag, og klandrut kvinna – tey líkjast.
Orðtøkini 27:16 Orðtøkini
Tann, ið heldur fast við hana, heldur fast við vind, og høgra hond hansara grípur í olju.
Orðtøkini 27:18 Orðtøkini
Tann, ið røkir fikutræ sítt, fær ávøkst tess at eta, og tann, ið aktar eftir harra sínum, verður ærdur.
Orðtøkini 27:19 Orðtøkini
Sum í vatninum andlit speglast móti andliti, speglar eitt menniskjahjartað annað.
Orðtøkini 27:20 Orðtøkini
Deyðaríkið og avgrundin mettast ikki, og eygu menniskjanna mettast heldur ikki.
Orðtøkini 27:21 Orðtøkini
Stoypipotturin roynir silvurið, og stoypiovnurin gullið, og maður verður dømdur eftir tí, sum hann rósar.
Orðtøkini 27:22 Orðtøkini
Um tú so stoytir dáran í mortaranum við stoytaranum mitt ímillum grýnini, víkir dárskapur hansara kortini ikki frá honum.
Orðtøkini 27:23 Orðtøkini
Gjølla mást tú vita, hvussu seyður tín sær út; hav umsorgan fyri fylgjum tínum!
Orðtøkini 27:24 Orðtøkini
Tí góðs varir ikki til ævigar tíðir, og krúna ikki mann eftir mann.
Orðtøkini 27:25 Orðtøkini
Er hoyggið samanlatið, kemur eftirgróðurin upp, og fjallagrasið verður sankað saman.
Orðtøkini 27:26 Orðtøkini
Og lomb hevur tú at geva tær klæði, og bukkar at keypa mark fyri,
Orðtøkini 27:27 Orðtøkini
og nóg mikið av geitamjólk, tær til føði og húsi tínum og gentum tínum til uppihald.
Mika 4:13 Mika
– Reis teg og tresk, dóttir Zion! Tí horn títt skal Eg gera til jarn, og kleyvar tínar skal Eg gera til kopar; tú skalt sora sundur mangar tjóðir, og Eg skal lýsa rán teirra í bann til HARRAN, góðs teirra til Harran yvir allari jørðini.
Josva 6:24 Josva
Býin og alt, sum í honum var, brendu teir; bert silvurið og gullið og alt, ið var av kopari og jarni, løgdu teir í skattkamar hús HARRANS.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava dirvi dómadag; tí eins og Hann er, so eru eisini vit í hesum heimi!