jarðarsteinar

22 versir um "jarðarsteinar"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 2:12 Fyrsta Mósebók

Gullið í tí landi er gott; har fæst eisini bdellium og sjóamsteinur.

8
Onnur Mósebók 28:17 Onnur Mósebók

Við dýrum steinum skalt tú seta hann, allan sum hann er, við fýra røðum av steinum, karneol, topas og smaragd í fyrsta raði,

8
Onnur Mósebók 28:18 Onnur Mósebók

rubin, safir og kalsedon í øðrum,

8
Onnur Mósebók 28:19 Onnur Mósebók

hýasint, agat og ametyst í triðja,

8
Onnur Mósebók 28:20 Onnur Mósebók

krýsolit, sjóam og jaspis í fjórða raði; teir skulu sita í samanflættaðum gulli.

8
Josva 4:2 Josva

„Veljið tykkum tólv menn av fólkinum, ein mann av hvørji ætt,

8
Josva 4:3 Josva

og gevið teimum hetta boð: „Takið tykkum tólv steinar hiðani, mitt úr Jordan, haðani sum prestarnir eru steðgaðir, havið teir yvirum við tykkum og leggið teir, har sum tit verða verandi í nátt!““

8
Esaias 54:11 Esaias

Tú arma, sum stormur hevur heimsøkt, sum onga troyst hevur funnið! Eg byggi teg upp við smaragdum og leggi grund tína av safirum;

8
Esaias 54:12 Esaias

Eg geri múrtindar tínar av rubinum, portur tíni av karfunklum og allan múrin rundan um teg av dýrum steinum!

8
Ezekiel 28:13 Ezekiel

Í Eden, urtagarði Guds, búði tú; alskyns dýrir steinar vóru klædningur tín – karneol, topas, jaspis, krýsolit, sjóam, onyks, safir, karfunkul og smaragd, haraftrat gull; trummur og floytur tínar vóru í fullum arbeiði hjá tær; tann dag tú vart skaptur, stóðu tær til reiðar.

7
Opinberingin 21:19 Opinberingin

Grundarsteinar staðarmúrsins vóru prýddir við alskyns dýrum steinum. Fyrsti grundarsteinurin var jaspis, annar safir, triði kalsedon, fjórði smaragd,

7
Opinberingin 21:20 Opinberingin

fimti sardonyks, sætti sardis, sjeyndi krýsolit, áttandi beryl, níggjundi topas, tíggjundi krýsopras, ellivti hýasint, tólvti ametyst.

7
Fyrra Kongabók 10:2 Fyrra Kongabók

Hon kom til Jerusalem við stórum fylgi, við kamelum, ið bóru kryddurtir og ógvuliga nógv av gulli og dýrum steinum; táið hon var komin til Sálomo, tosaði hon við hann um alt, ið henni lá á hjarta.

4
Onnur Mósebók 28:21 Onnur Mósebók

Steinarnir skulu vera 12 í tali, eftir nøvnunum á sonum Ísraels, ein fyri hvørt navnið; í hvønn steinin skal navnið á einum av hinum 12 ættunum vera skorið inn sum í innsigli.

3
Fyrsta Mósebók 2:11 Fyrsta Mósebók

Hin fyrsta eitur Pison; tað er hon, ið rennur rundan um alt landið Havila, har sum gull er at fáa.

2
Fyrra Sámuelsbók 7:12 Fyrra Sámuelsbók

Nú tók Sámuel ein stein og setti hann millum Mizpa og Sen; hesum steini gav hann navnið Eben-Ezer og segði: „Higartil hevur HARRIN hjálpt okkum!“

2
Fyrra Kongabók 7:9 Fyrra Kongabók

Alt hetta var av dýrabørum steinum, ið vóru høgdir eftir máli og sagaðir við sag bæði innan og uttan, frá grundini líka upp til taklistarnar, og somuleiðis alt uttanfyri, líka til hin stóra forgarðsmúrin.

2
Fyrra Kongabók 7:10 Fyrra Kongabók

Grundin varð løgd av dýrabørum, stórum steinum, steinum, sum vóru 10 alin og 8 alin.

2
Fyrra Kongabók 7:11 Fyrra Kongabók

Oman á teir vórðu lagdir dýrabarir steinar, høgdir eftir máli, og sedrisviður.

2
Fyrra Kongabók 7:12 Fyrra Kongabók

Hin stóri forgarðsmúrurin allan vegin runt var gjørdur av trimum løgum av høgdum gróti og einum lagi av sedrisstokkum; á sama hátt var við forgarði hús HARRANS, hinum innara, og við forsalinum, ið hoyrdi til húsið.

2
Fyrra Pætursbrævið 2:4 Fyrra Pætursbrævið

Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur,

2
Fyrra Pætursbrævið 2:5 Fyrra Pætursbrævið

og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi!

2