jarðarferðir
21 versir um "jarðarferðir"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Sálmarnir 34:18 Sálmarnir
Táið hini rættvísu rópa, hoyrir HARRIN og bjargar teimum úr allari neyð teirra.
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Matteus 5:4 Matteus
Sæl eru tey, sum syrgja; tí tey skulu verða troystað.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Jóhannes 14:1 Jóhannes
„Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud – trúgvið á Meg við!
Jóhannes 14:2 Jóhannes
Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir; var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar.
Jóhannes 14:3 Jóhannes
Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri.
Rómverjabrævið 14:8 Rómverjabrævið
Liva vit, so liva vit Harranum, og doyggja vit, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.
Seinna Korintbrævið 1:3 Seinna Korintbrævið
Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Faðir miskunnar og Gud alrar troystar,
Seinna Korintbrævið 1:4 Seinna Korintbrævið
Hann, sum troystar okkum í allari trongd okkara, fyri at vit skulu kunna troysta tey, sum eru í alskyns trongd, við troystini, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Gudi!
Filippibrævið 3:20 Filippibrævið
Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus,
Filippibrævið 3:21 Filippibrævið
sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara, eftir kraftini, sum Hann eisini kann leggja alt undir Seg við.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:13 Fyrra Tessalonikabrævið
Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru – fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga.
Opinberingin 21:4 Opinberingin
Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“