Jákup og Rakel
49 versir um "Jákup og Rakel"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 29:20 Fyrsta Mósebók
So tænti Jákup sjey ár fyri Rakul, og tey vóru honum sum nakrir fáir dagar – tí hann elskaði hana.
Fyrsta Mósebók 29:28 Fyrsta Mósebók
Í hesum samtykti Jákup; og táið brúdleypsvikan var at enda, gav Laban honum dóttur sína Rakul til konu.
Fyrsta Mósebók 48:7 Fyrsta Mósebók
– Táið eg kom úr Paddan, doyði Rakul frá mær í Kána’anslandi, á ferðini, áðrenn eg var komin rættiliga til Efrat, og eg jarðaði hana har á vegnum til Efrat, tað er Betlehem.“
Fyrsta Mósebók 29:10 Fyrsta Mósebók
Táið Jákup sá Rakul, dóttur Laban, mammubeiggja sín, og smáfæið, ið mammubeiggi hansara átti, fór hann og velti steinin frá munnanum á brunninum og brynti smáfæi Labans, mammubeiggja síns.
Fyrsta Mósebók 29:11 Fyrsta Mósebók
So kysti hann Rakul og skar í at gráta.
Fyrsta Mósebók 29:12 Fyrsta Mósebók
Jákup segði Rakul, at hann var skyldmaður faðirs hennara, at hann var sonur Rebekku; tá leyp hon avstað og segði faðir sínum tað.
Fyrsta Mósebók 29:13 Fyrsta Mósebók
Táið nú Laban hoyrdi um Jákup, systurson sín, fór hann rennandi ímóti honum, fevndi hann og kysti hann og fór heim til hús við honum. Hann segði tá Laban alt tað, ið hent hevði;
Fyrsta Mósebók 29:14 Fyrsta Mósebók
og Laban segði: „Ja, tú ert bein og hold mítt!“ Hann varð nú hjá honum ein mánað ella so.
Fyrsta Mósebók 29:15 Fyrsta Mósebók
Tá segði Laban við Jákup: „Skalt tú tæna mær fyri einki, fyri tað at tú ert skyldmaður mín! Sig mær, hvat tú vilt hava í løn!“
Fyrsta Mósebók 29:16 Fyrsta Mósebók
– Nú átti Laban tvær døtur; tann eldra æt Lea, tann yngra Rakul.
Fyrsta Mósebók 29:17 Fyrsta Mósebók
Eygu Leu vóru deydlig, men Rakul var vælvaksin og vøkur í útsjónd.
Fyrsta Mósebók 29:18 Fyrsta Mósebók
Jákup elskaði Rakul; tí segði hann: „Eg skal tæna hjá tær sjey ár fyri Rakul, yngru dóttur tína!“
Fyrsta Mósebók 29:19 Fyrsta Mósebók
Laban svaraði: „Eg lati fyrr teg fáa hana enn ein fremmandan – verð bert hjá mær!“
Fyrsta Mósebók 35:16 Fyrsta Mósebók
So fóru tey avstað úr Betel. Táið tey høvdu nakað eftir til Efrat, fekk Rakul ilt, og føðingarverkir hennara vóru harðir.
Fyrsta Mósebók 35:17 Fyrsta Mósebók
Meðan verkirnir vóru upp á tað harðasta, segði jarðarmóðirin við hana: „Óttast ikki! Eisini hesa ferð fært tú son!“
Fyrsta Mósebók 35:18 Fyrsta Mósebók
Men í tí hon andaðist – tí tað varð deyði hennara – gav hon honum navnið Benoni;* men faðir hansara gav honum navnið Benjamin.**
Fyrsta Mósebók 35:19 Fyrsta Mósebók
So doyði nú Rakul; og hon varð jarðað á vegnum til Efrat, tað er Betlehem.
Fyrsta Mósebók 35:20 Fyrsta Mósebók
Jákup reisti minnisvarða á grøv hennara; tað er gravsteinurin yvir Rakul – hann stendur har enn í dag.
Fyrsta Mósebók 29:30 Fyrsta Mósebók
So fór hann eisini inn til Rakul, og hann var betri við hana enn við Leu. Hann tænti so hjá Laban sjey ár aftrat.
Fyrsta Mósebók 30:1 Fyrsta Mósebók
Táið Rakul sá, at hon og Jákup einki barn fingu, varð hon øvundsjúk á systur sína og segði við Jákup: „Lat meg fáa børn! Ella doyggi eg!“
Fyrsta Mósebók 30:2 Fyrsta Mósebók
Tá varð Jákup illur við Rakul og segði: „Heldur tú tá meg vera Gud! Tað er jú Hann, ið ikki vil geva tær lívsfrukt!“
Fyrsta Mósebók 30:3 Fyrsta Mósebók
So segði hon: „Hygg, har er trælkvinna mín, Bilha! Far inn til hennara, so hon kann eiga mær børn í fangið, og eg fáa avkom gjøgnum hana!“
Fyrsta Mósebók 30:4 Fyrsta Mósebók
Hon gav honum so trælkvinnu sína, Bilhu, til konu, og Jákup fór inn til hennara.
Fyrsta Mósebók 30:5 Fyrsta Mósebók
Bilha varð við barn og átti Jákupi son.
Fyrsta Mósebók 30:6 Fyrsta Mósebók
Tá segði Rakul: „Gud hevur hjálpt mær til rætt mín; Hann hevur hoyrt bøn mína og givið mær ein son!“ – Tí gav hon honum navnið Dan.
Fyrsta Mósebók 30:7 Fyrsta Mósebók
So varð Bilha, trælkvinnan hjá Rakul, uppaftur við barn og átti Jákupi ein son aftrat.
Fyrsta Mósebók 30:8 Fyrsta Mósebók
Tá segði Rakul: „Eg havi strítt stríð Guds við systur mína og vunnið!“ – Tí gav hon honum navnið Naftali.
Fyrsta Mósebók 30:9 Fyrsta Mósebók
Táið Lea nú sá, at hon var hildin uppat at fáa børn, tók hon trælkvinnu sína, Zilpu, og gav Jákupi hana til konu.
Fyrsta Mósebók 30:10 Fyrsta Mósebók
Zilpa, trælkvinnan hjá Leu, átti Jákupi son.
Fyrsta Mósebók 30:11 Fyrsta Mósebók
Tá segði Lea: „Til lukku!“ – Tí gav hon honum navnið Gad.
Fyrsta Mósebók 30:12 Fyrsta Mósebók
So átti Zilpa, trælkvinnan hjá Leu, Jákupi ein son aftrat.
Fyrsta Mósebók 30:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði Lea: „Sum eydnan tó er við mær! Kvinnur fara at prísa eydnu míni!“ – Tí gav hon honum navnið Aser.
Fyrsta Mósebók 30:14 Fyrsta Mósebók
Ein dagin, meðan hveitin varð heystað, fór Ruben út á markina og fann har nøkur kærleiksepli, sum hann bar heim til Leu, móður sína. Tá segði Rakul við Leu: „Gev mær burtur av kærleikseplunum hjá syni tínum!“
Fyrsta Mósebók 30:15 Fyrsta Mósebók
Lea svaraði: „Er tað ikki nóg mikið, at tú hevur tikið mann mín frá mær! Skalt tú nú eisini taka kærleikseplini hjá syni mínum?“ Men Rakul segði: „Hann kann sova hjá tær í nátt aftur fyri kærleikseplini hjá syni tínum.“
Fyrsta Mósebók 30:16 Fyrsta Mósebók
Táið so Jákup um kvøldið kom heim av markini, fór Lea ímóti honum og segði: „Tað er hjá mær, tú skalt vera í nátt; eg havi keypt teg fyri kærleikseplini hjá syni mínum!“ So lá hann hjá henni ta náttina.
Fyrsta Mósebók 30:17 Fyrsta Mósebók
Og Gud bønhoyrdi Leu; hon varð við barn og átti Jákupi fimta sonin.
Fyrsta Mósebók 30:18 Fyrsta Mósebók
Tá segði Lea: „Gud hevur givið mær løn mína fyri tað, at eg læt mann mín fáa trælkvinnu mína!“ – Tí gav hon honum navnið Issakar.
Fyrsta Mósebók 30:19 Fyrsta Mósebók
So varð Lea aftur við barn og átti Jákupi sætta sonin.
Fyrsta Mósebók 30:20 Fyrsta Mósebók
Tá segði Lea: „Gud hevur givið mær góða gávu; nú fer maður mín at búgva hjá mær, við tað at eg havi átt honum seks synir.“ – Tí gav hon honum navnið Zebulon.
Fyrsta Mósebók 30:21 Fyrsta Mósebók
Seinni átti hon dóttur, sum hon gav navnið Dina.
Fyrsta Mósebók 30:22 Fyrsta Mósebók
Gud mintist nú Rakul; Gud bønhoyrdi hana og opnaði móðurlív hennara.
Fyrsta Mósebók 30:23 Fyrsta Mósebók
Hon varð við barn og átti son. Tá segði hon: „Gud hevur tikið burtur skomm mína!“
Fyrsta Mósebók 30:24 Fyrsta Mósebók
Hon gav honum tí navnið Jósef, tí hon segði: „HARRIN gevi mær ein son aftrat!“
Fyrsta Mósebók 33:1 Fyrsta Mósebók
Táið Jákup nú hugdi upp, fekk hann at síggja Esau, ið kom við 400 monnum. Tá býtti hann børnini sundur millum Leu, Rakul og báðar trælkvinnurnar.
Fyrsta Mósebók 33:2 Fyrsta Mósebók
Fremstar læt hann trælkvinnurnar ganga við børnum teirra, síðani kom Lea við børnum sínum, og aftast gekk Rakul við Jósefi.
Fyrsta Mósebók 46:19 Fyrsta Mósebók
Synirnir, ið Rakul, kona Jákup, átti, vóru Jósef og Benjamin.
Fyrsta Mósebók 29:29 Fyrsta Mósebók
Laban gav dóttur síni Rakul trælkvinnu sína Bilhu til trælkvinnu.
Fyrsta Mósebók 31:4 Fyrsta Mósebók
Jákup sendi tá boð eftir Rakul og Leu og bað tær koma út á markina, har sum hann var við fylgi sínum.
Fyrsta Mósebók 35:24 Fyrsta Mósebók
Rakul átti hesar: Jósef og Benjamin.