Jákup helt Lea vera lítið vakra

17 versir um "Jákup helt Lea vera lítið vakra"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 29:17 Fyrsta Mósebók

Eygu Leu vóru deydlig, men Rakul var vælvaksin og vøkur í útsjónd.

10
Fyrsta Mósebók 29:30 Fyrsta Mósebók

So fór hann eisini inn til Rakul, og hann var betri við hana enn við Leu. Hann tænti so hjá Laban sjey ár aftrat.

6
Fyrsta Mósebók 29:31 Fyrsta Mósebók

Táið HARRIN sá, at Lea var forfjónað, opnaði hann móðurlív hennara, men Rakul var ófruktbør.

6
Fyrsta Mósebók 29:16 Fyrsta Mósebók

– Nú átti Laban tvær døtur; tann eldra æt Lea, tann yngra Rakul.

3
Fyrsta Mósebók 30:1 Fyrsta Mósebók

Táið Rakul sá, at hon og Jákup einki barn fingu, varð hon øvundsjúk á systur sína og segði við Jákup: „Lat meg fáa børn! Ella doyggi eg!“

3
Fyrsta Mósebók 29:18 Fyrsta Mósebók

Jákup elskaði Rakul; tí segði hann: „Eg skal tæna hjá tær sjey ár fyri Rakul, yngru dóttur tína!“

2
Fyrsta Mósebók 29:20 Fyrsta Mósebók

So tænti Jákup sjey ár fyri Rakul, og tey vóru honum sum nakrir fáir dagar – tí hann elskaði hana.

2
Fyrsta Mósebók 29:25 Fyrsta Mósebók

Men um morgunin – nú var tað Lea! Tá segði Jákup við Laban: „Hvat er tað, ið tú hevur gjørt mær! Er tað ikki fyri Rakul, eg havi tænt hjá tær! Hví hevur tú svikið meg?“

2
Fyrsta Mósebók 29:32 Fyrsta Mósebók

So varð Lea við barn og átti son, og hon gav honum navnið Ruben; tí hon segði: „HARRIN hevur sæð til vanlukku mína; nú fer maður mín at vera góður við meg!“

2
Fyrsta Mósebók 30:2 Fyrsta Mósebók

Tá varð Jákup illur við Rakul og segði: „Heldur tú tá meg vera Gud! Tað er jú Hann, ið ikki vil geva tær lívsfrukt!“

2
Fyrsta Mósebók 30:9 Fyrsta Mósebók

Táið Lea nú sá, at hon var hildin uppat at fáa børn, tók hon trælkvinnu sína, Zilpu, og gav Jákupi hana til konu.

2
Fyrsta Mósebók 30:16 Fyrsta Mósebók

Táið so Jákup um kvøldið kom heim av markini, fór Lea ímóti honum og segði: „Tað er hjá mær, tú skalt vera í nátt; eg havi keypt teg fyri kærleikseplini hjá syni mínum!“ So lá hann hjá henni ta náttina.

2
Fyrsta Mósebók 30:17 Fyrsta Mósebók

Og Gud bønhoyrdi Leu; hon varð við barn og átti Jákupi fimta sonin.

2
Fyrsta Mósebók 30:19 Fyrsta Mósebók

So varð Lea aftur við barn og átti Jákupi sætta sonin.

2
Fyrsta Mósebók 31:4 Fyrsta Mósebók

Jákup sendi tá boð eftir Rakul og Leu og bað tær koma út á markina, har sum hann var við fylgi sínum.

2
Fyrsta Mósebók 35:23 Fyrsta Mósebók

Lea átti hesar: Ruben, hin frumborna Jákups, Símeon, Levi, Juda, Issakar og Zebulon.

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2