Jákup

136 versir um "Jákup"

Versir

Síða 1 av 3
Fyrsta Mósebók 32:22 Fyrsta Mósebók

Somu nátt tók hann báðar konur sínar, báðar trælkvinnur sínar og teir 11 synir sínar og fór um vaðið um Jabbok;

4
Fyrsta Mósebók 32:23 Fyrsta Mósebók

hann tók tey og fekk tey um ánna, og eisini fekk hann yvirum alt tað, ið hann átti.

4
Fyrsta Mósebók 32:24 Fyrsta Mósebók

Men sjálvur varð Jákup einsamallur eftir. Tá kom ein og bardist við hann, líka inntil tað lýsti;

4
Fyrsta Mósebók 32:25 Fyrsta Mósebók

og táið Hann sá, at Hann var ikki mentur at vinna Jákup, gav Hann honum eitt slag á mjødnina, so at mjødnin á Jákupi fór úr liði, meðan hann bardist við Hann.

4
Fyrsta Mósebók 32:26 Fyrsta Mósebók

Maðurin segði: „Slepp Mær, tí nú lýsir!“ Men hann svaraði: „Eg sleppi Tær ikki, uttan Tú signar meg!“

4
Fyrsta Mósebók 32:27 Fyrsta Mósebók

Tá spurdi Hann hann: „Hvat er navn títt?“ Hann svaraði: „Jákup.“

4
Fyrsta Mósebók 32:28 Fyrsta Mósebók

Men Hann segði: „Tú skalt ikki eita Jákup longur; tú skalt eita Ísrael, tí tú hevur barst við Gud og menniskju, og vunnið!“

4
Fyrsta Mósebók 32:29 Fyrsta Mósebók

Tá segði Jákup: „Sig mær, hvussu Tú eitur!“ Men Hann svaraði: „Hví spyrt tú um navn Mítt?“ – Og Hann signaði hann har.

4
Fyrsta Mósebók 32:30 Fyrsta Mósebók

Hesum staðnum gav Jákup navnið Peniel,* tí hann segði: „Eg havi sæð Gud andlit til andlit, og tó bjargað lívinum!“

4
Fyrsta Mósebók 32:31 Fyrsta Mósebók

Táið hann var komin um Penuel, sá hann sólina koma undan. – Men hann var lamin í mjødnini.

4
Fyrsta Mósebók 32:32 Fyrsta Mósebók

Av hesi grund er tað so, at enn í dag eta Ísraelsmenn ikki mjadnarsinuna, sum er á mjadnarliðinum; tí tað var á mjadnarsinuna á mjadnarliðinum, ið Hann gav Jákupi slagið.

4
Fyrsta Mósebók 35:9 Fyrsta Mósebók

Gud opinberaði Seg uppaftur fyri Jákupi, táið hann var komin heimaftur úr Paddan-Áram, og signaði hann;

4
Fyrsta Mósebók 35:10 Fyrsta Mósebók

og Gud segði við hann: „Tú eitur Jákup, men tú skalt ikki eita Jákup longur; Ísrael skal vera navn títt.“ – So fekk hann navnið Ísrael.

4
Fyrsta Mósebók 35:11 Fyrsta Mósebók

So segði Gud við hann: „Eg eri Gud hin Alvaldi; ver fruktbarur og nørst í tali! Eitt fólk, ja, fólk í hópatali skulu koma av tær, og kongar skulu koma úr lendum tínum.

4
Fyrsta Mósebók 35:12 Fyrsta Mósebók

Landið, ið Eg gav Ábrahami og Ísaki, tað gevi Eg tær, og avkomi tínum eftir teg gevi Eg landið.“

4
Fyrsta Mósebók 35:13 Fyrsta Mósebók

– So fór Gud upp frá honum á tí staðnum, har sum Hann hevði talað við hann.

4
Fyrsta Mósebók 35:14 Fyrsta Mósebók

Jákup reisti minnisvarða á tí staðnum, har sum Hann hevði talað við hann, minnismerki av gróti; og hann stoytti drykkjuoffur á tað og helti olju á tað.

4
Fyrsta Mósebók 35:15 Fyrsta Mósebók

Staðnum, har sum Gud hevði talað við hann, gav Jákup navnið Betel.

4
Fyrsta Mósebók 25:26 Fyrsta Mósebók

So kom bróðir hansara, og hann helt við hond síni um hælin á Esau; honum góvu tey navnið Jákup.* Ísakur var 60 ár, táið teir vórðu føddir.

3
Fyrsta Mósebók 27:1 Fyrsta Mósebók

Táið Ísakur var vorðin gamal, og eygu hansara vóru farin, so hann sá einki, rópti hann Esau, eldra son sín, og segði við hann: „Sonur mín!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“

3
Fyrsta Mósebók 27:2 Fyrsta Mósebók

Tá segði hann: „Eg eri gamal nú og veit ikki, hvønn dag deyðin kemur.

3
Fyrsta Mósebók 27:3 Fyrsta Mósebók

Tak tí nú veiðiamboð tíni, pílahúsan og bogan, og far út á markina og skjót mær okkurt vilt dýr!

3
Fyrsta Mósebók 27:4 Fyrsta Mósebók

Ger mær so ein átiligan rætt til, ein slíkan, sum mær fellur, og ber mær hann inn! So skal eg eta, so at sál mín kann signa teg, áðrenn eg doyggi.“

3
Fyrsta Mósebók 27:5 Fyrsta Mósebók

Men Rebekka hevði lurtað, meðan Ísakur tosaði við Esau, son sín, og táið Esau var farin út á markina at skjóta eitt vilt dýr at hava heimaftur við sær,

3
Fyrsta Mósebók 27:6 Fyrsta Mósebók

segði Rebekka við son sín Jákup: „Eg hoyrdi pápa tín siga við Esau, beiggja tín:

3
Fyrsta Mósebók 27:7 Fyrsta Mósebók

„Far mær eftir einum villum dýri og ger mær ein átiligan rætt til, so eg kann eta av honum og signa teg fyri ásjón HARRANS, áðrenn eg doyggi!“

3
Fyrsta Mósebók 27:8 Fyrsta Mósebók

Lurta nú eftir mær, sonur mín, og ger, sum eg sigi við teg:

3
Fyrsta Mósebók 27:9 Fyrsta Mósebók

Far út til fylgið og fá mær tvey góð geitalomb! So geri eg av teimum pápa tínum eina góða máltíð, eina, sum honum fellur.

3
Fyrsta Mósebók 27:10 Fyrsta Mósebók

So skalt tú fara inn til pápa tín við henni, so hann kann eta av henni og signa teg, áðrenn hann doyr.“

3
Fyrsta Mósebók 27:11 Fyrsta Mósebók

Men Jákup segði við Rebekku, móður sína: „Esau beiggi er jú loðin, og eg eri snøggur.

3
Fyrsta Mósebók 27:12 Fyrsta Mósebók

Fer pápi nú at nerta við meg! So heldur hann, at eg haldi hann fyri spott, og eg føri bann yvir meg og ikki signing!“

3
Fyrsta Mósebók 27:13 Fyrsta Mósebók

Tá segði móðir hansara við hann: „Tað bann taki eg á meg, sonur mín! Lurta nú bert eftir mær og far mær eftir lombunum!“

3
Fyrsta Mósebók 27:14 Fyrsta Mósebók

Hann fór tá eftir teimum og kom við teimum til móður sína, og móðir hansara gjørdi ein átiligan rætt til, ein slíkan, sum faðir hansara fall.

3
Fyrsta Mósebók 27:15 Fyrsta Mósebók

So tók Rebekka høgtíðarklæðini hjá Esau, eldra syni sínum – hon hevði tey hjá sær í húsinum – og læt Jákup, yngra son sín, fara í tey.

3
Fyrsta Mósebók 27:16 Fyrsta Mósebók

Við skinnunum av geitalombunum klæddi hon hendur hansara og hálsin niðan undir hárið.

3
Fyrsta Mósebók 27:17 Fyrsta Mósebók

So fekk hon Jákupi, syni sínum, henda átiliga rættin og breyðið, ið hon hevði gjørt til,

3
Fyrsta Mósebók 27:18 Fyrsta Mósebók

og hann fór inn til faðir sín og segði: „Pápi!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg; hvør ert tú, sonur mín?“

3
Fyrsta Mósebók 27:19 Fyrsta Mósebók

Tá segði Jákup við faðir sín: „Eg eri Esau, frumborni sonur tín; eg havi gjørt, sum tú segði við meg; set teg nú upp undir teg og et av tí villa dýrinum hjá mær, so at sál tín kann signa meg!“

3
Fyrsta Mósebók 27:20 Fyrsta Mósebók

Men Ísakur segði við son sín: „Hvussu bar tað til, at tú fekst nakað so skjótt, sonur mín?“ Hann svaraði: „Jú, HARRIN Gud tín sendi tað ímóti mær!“

3
Fyrsta Mósebók 27:21 Fyrsta Mósebók

Men Ísakur segði við Jákup: „Kom higar, sonur mín, so eg kann nerta við teg og vita, um tú ert sonur mín Esau ella ikki!“

3
Fyrsta Mósebók 27:22 Fyrsta Mósebók

Jákup fór nú yvir til Ísak, faðir sín, og táið hann hevði tikið í hann, segði hann: „Málið er málið í Jákupi, men hendurnar eru hendur Esaus!“

3
Fyrsta Mósebók 27:23 Fyrsta Mósebók

– Hann kendi hann ikki, tí hendur hansara vóru lodnar sum hendur Esaus, bróður hansara. Hann signaði hann tá.

3
Fyrsta Mósebók 27:24 Fyrsta Mósebók

Men hann spurdi: „Er tað nú so, at tú ert sonur mín Esau?“ Hann svaraði: „Ja, eg eri.“

3
Fyrsta Mósebók 27:25 Fyrsta Mósebók

Tá segði hann: „Kom higar til mín við tí og lat meg eta av tí villa dýrinum hjá syni mínum, so sál mín kann signa teg!“ Hann setti tað tá fyri hann, og hann át, og hann bar honum vín, og hann drakk.

3
Fyrsta Mósebók 27:26 Fyrsta Mósebók

Nú segði Ísakur, faðir hansara, við hann: „Kom higar og kyss meg, sonur mín!“

3
Fyrsta Mósebók 27:27 Fyrsta Mósebók

Táið hann kom til hansara og kysti hann, føldi hann roykin av klæðum hansara. So signaði hann hann og segði: „Roykurin av syni mínum er sum roykurin av eini mark, ið HARRIN hevur signað!

3
Fyrsta Mósebók 27:28 Fyrsta Mósebók

So gevi Gud tær av døgg himmalsins og av fiti jarðarinnar, korn og vín í yvirflóð!

3
Fyrsta Mósebók 27:29 Fyrsta Mósebók

Fólk skulu tæna tær, fólkasløg skulu falla tær til fóta! Ver harri yvir brøðrum tínum, synir móður tína skulu falla tær til fóta! Bannaður tann, ið tær bannar, signaður tann, ið teg signar!“

3
Fyrsta Mósebók 27:30 Fyrsta Mósebók

Táið nú Ísakur var liðugur at signa Jákup, og Jákup júst var farin út frá Ísaki, faðir sínum, tá kom Esau, bróðir hansara, sum hevði verið úti og veitt, aftur til hús.

3
Fyrsta Mósebók 27:31 Fyrsta Mósebók

Eisini hann gjørdi eina góða máltíð til og bar hana inn til faðir sín og segði við hann: „Vil pápi ikki seta seg upp og eta av tí villa dýrinum hjá syni sínum, so at sál tín kann signa meg!“

3