ja skal vera ja

21 versir um "ja skal vera ja"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 5:37 Matteus

Nei, tala tykkara skal vera: „Ja, ja, nei, nei,“ og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa.

15
Jákupsbrævið 5:12 Jákupsbrævið

Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki – hvørki um Himmalin, um jørðina ella nakran annan eið! Ja tykkara veri ja, og nei tykkara nei – fyri at tit skulu ikki falla undir dómin!

13
Seinna Korintbrævið 1:17 Seinna Korintbrævið

Táið eg nú ætlaði hetta, mundi eg vera vinglutur, táið eg gjørdi tað! Ella tað, sum eg seti mær fyri, man eg seta mær tað fyri eftir holdinum, so at hjá mær skuldi verið bæði ja, ja, og nei, nei!

9
Seinna Korintbrævið 1:18 Seinna Korintbrævið

– So satt sum Gud er trúfastur: Tala okkara til tykkara er ikki ja og nei!

9
Seinna Korintbrævið 1:19 Seinna Korintbrævið

Tí Sonur Guds, Kristus Jesus, Hann, sum prædikaður varð millum tykkara við okkum – mær, Silvanusi og Timoteusi – Hann var ikki ja og nei, men ja er tað vorðið í Honum.

9
Seinna Korintbrævið 1:20 Seinna Korintbrævið

Tí so mong sum lyfti Guds eru – í Honum hava tey ja sítt; tí fáa tey eisini í Honum amen sítt, Gudi til dýrd við okkum.

9
Matteus 5:33 Matteus

Uppaftur hava tit hoyrt, at sagt er við hinar gomlu: „Tú mást ikki svørja rangan eið; nei, tú skalt halda Harranum eiðir tínar.“

6
Matteus 5:34 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki svørja – ikki um Himmalin, tí hann er hásæti Guds;

6
Matteus 5:35 Matteus

ei heldur um jørðina, tí hon er fótaskammul Hansara; ei heldur um Jerusalem, tí tað er staður hins stóra kongs;

6
Matteus 5:36 Matteus

ei heldur mást tú svørja um høvd títt, tí tú fært ikki gjørt hár hvítt ella svart.

6
Efesusbrævið 4:25 Efesusbrævið

Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru hvør annars limir!

4
Orðtøkini 12:22 Orðtøkini

Falskar varrar eru HARRANUM andstygd, men Honum líkar hini ærligu.

3
Matteus 23:16 Matteus

Vei tykkum, blindu vegleiðarar tykkara! Tí tit siga: „Tann, ið svør um templið – tað er einki, men tann, ið svør um gullið í templinum, er bundin.“

3
Matteus 23:17 Matteus

Dárar og blindu! Hvat er tá meiri: Gullið, ella templið, ið halgar gullið!

3
Matteus 23:18 Matteus

Framvegis: „Tann, ið svør um altarið – tað er einki, men tann, ið svør um gávuna á tí, er bundin.“

3
Matteus 23:19 Matteus

Dárar og blindu! Hvat er tá meiri: Gávan, ella altarið, ið halgar gávuna!

3
Matteus 23:20 Matteus

Tann, sum tí svør um altarið, svør um tað og alt, ið á tí er.

3
Matteus 23:21 Matteus

Tann, ið svør um templið, svør um tað og Hann, sum í tí býr.

3
Matteus 23:22 Matteus

Og tann, ið svør um Himmalin, svør um hásæti Guds og Hann, sum í tí situr.

3
Kolossibrævið 3:9 Kolossibrævið

Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess

3
Zakarias 8:16 Zakarias

Hetta er tað, ið tit skulu gera: Talið sannleika, hvør við annan, dømið í portrum tykkara rættvísar dómar og dómar, ið elva frið!

2