ja skal merkja ja

20 versir um "ja skal merkja ja"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 5:37 Matteus

Nei, tala tykkara skal vera: „Ja, ja, nei, nei,“ og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa.

14
Jákupsbrævið 5:12 Jákupsbrævið

Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki – hvørki um Himmalin, um jørðina ella nakran annan eið! Ja tykkara veri ja, og nei tykkara nei – fyri at tit skulu ikki falla undir dómin!

11
Seinna Korintbrævið 1:17 Seinna Korintbrævið

Táið eg nú ætlaði hetta, mundi eg vera vinglutur, táið eg gjørdi tað! Ella tað, sum eg seti mær fyri, man eg seta mær tað fyri eftir holdinum, so at hjá mær skuldi verið bæði ja, ja, og nei, nei!

8
Seinna Korintbrævið 1:18 Seinna Korintbrævið

– So satt sum Gud er trúfastur: Tala okkara til tykkara er ikki ja og nei!

8
Seinna Korintbrævið 1:19 Seinna Korintbrævið

Tí Sonur Guds, Kristus Jesus, Hann, sum prædikaður varð millum tykkara við okkum – mær, Silvanusi og Timoteusi – Hann var ikki ja og nei, men ja er tað vorðið í Honum.

8
Seinna Korintbrævið 1:20 Seinna Korintbrævið

Tí so mong sum lyfti Guds eru – í Honum hava tey ja sítt; tí fáa tey eisini í Honum amen sítt, Gudi til dýrd við okkum.

8
Efesusbrævið 4:25 Efesusbrævið

Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru hvør annars limir!

6
Orðtøkini 12:22 Orðtøkini

Falskar varrar eru HARRANUM andstygd, men Honum líkar hini ærligu.

5
Matteus 5:33 Matteus

Uppaftur hava tit hoyrt, at sagt er við hinar gomlu: „Tú mást ikki svørja rangan eið; nei, tú skalt halda Harranum eiðir tínar.“

5
Matteus 5:34 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki svørja – ikki um Himmalin, tí hann er hásæti Guds;

5
Matteus 5:35 Matteus

ei heldur um jørðina, tí hon er fótaskammul Hansara; ei heldur um Jerusalem, tí tað er staður hins stóra kongs;

5
Matteus 5:36 Matteus

ei heldur mást tú svørja um høvd títt, tí tú fært ikki gjørt hár hvítt ella svart.

5
Zakarias 8:16 Zakarias

Hetta er tað, ið tit skulu gera: Talið sannleika, hvør við annan, dømið í portrum tykkara rættvísar dómar og dómar, ið elva frið!

4
Matteus 21:28 Matteus

Men hvat tykist tykkum? Maður hevði tveir synir; hann fór til annan og segði: „Sonurin, far og arbeið í dag í víngarði mínum!“

4
Matteus 21:29 Matteus

Hann svaraði: „Nei, eg vil ikki!“ Men eftirsíðani angraði hann tað og fór.

4
Matteus 21:30 Matteus

So fór hann til hin og segði tað sama. Hann svaraði: „Ja, harri!“ – men fór ikki.

4
Matteus 21:31 Matteus

Hvør av teimum báðum gjørdi nú vilja faðirsins?“ Teir svaraðu: „Hin fyrri.“ Jesus segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds enn tit!

4
Kolossibrævið 3:9 Kolossibrævið

Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess

4
Sálmarnir 15:4 Sálmarnir

roknar hin vrakaða fyri einki, men heiðrar tey, sum óttast HARRAN, ei brýtur eiðin, ið hann svór sær sjálvum til skaða,

2
Jóhannes 8:32 Jóhannes

og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“

2