ivast ikki í orði Guds

41 versir um "ivast ikki í orði Guds"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 40:28 Esaias

Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? – at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt.

7
Esaias 46:4 Esaias

Líka til elliár tykkara eri Eg hin sami, og inntil hár tykkara gránar, skal Eg bera tykkum; Eg havi gjørt tað, og Eg skal eisini hereftir lyfta tykkum, Eg skal bera og frelsa tykkum.

6
Fyrra Pætursbrævið 3:15 Fyrra Pætursbrævið

nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta

6
Fyrra Pætursbrævið 3:16 Fyrra Pætursbrævið

sum tey, ið hava góða samvitsku – so tey, sum lasta góðu atferð tykkara í Kristusi, kunnu verða til skammar í tí, sum tey baktala tykkum fyri sum illgerðarmenn.

6
Fyrra Pætursbrævið 3:17 Fyrra Pætursbrævið

Tí betri er at líða fyri góðan atburð – um so er vilji Guds – enn fyri ringan.

6
Sálmarnir 33:4 Sálmarnir

Tí orð HARRANS er satt, og øll verk Hansara eru gjørd í trúfesti.

5
Jeremias 10:10 Jeremias

Men HARRIN er Gud av sonnum; Hann er livandi Gud og ævigur kongur; vreiði Hansara fær jørðina at nøtra; og fólkini fáa ikki úthildið tað, táið Hann verður illur.

5
Seinna Korintbrævið 4:15 Seinna Korintbrævið

Alt hetta hendir fyri tykkara skuld, fyri at náðin kann breiðast út til tess fleiri og virka, at ríkliga verður takkað – Gudi til dýrd.

5
Hebrearabrævið 1:3 Hebrearabrævið

Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.

5
Jeremias 10:12 Jeremias

Hann er tann, sum við kraft Síni skapti jørðina, við vísdómi Sínum grundfesti jarðarríki og við viti Sínum tandi út himmalin.

4
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið

Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!

4
Opinberingin 4:11 Opinberingin

„Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“

4
Onnur Mósebók 24:17 Onnur Mósebók

og fyri eygum Ísraelsmanna var dýrd HARRANS at síggja sum oyðandi eldur á fjalstindinum.

3
Onnur Mósebók 33:18 Onnur Mósebók

Tá segði Móses: „Lova mær tá at síggja dýrd Tína!“

3
Onnur Mósebók 33:19 Onnur Mósebók

Hann svaraði: „Eg skal lata alt ríkidømi Mítt ganga fram við tær, og Eg skal rópa út navnið HARRIN framman fyri teg; tí Eg vísi honum náði, sum Eg vísi náði, og honum miskunn, sum Eg vísi miskunn!“

3
Onnur Mósebók 33:20 Onnur Mósebók

Og hann segði: „Andlit Mítt kanst tú ikki síggja; einki menniskja kann síggja Meg og liva.“

3
Onnur Mósebók 33:21 Onnur Mósebók

So segði HARRIN: „Her tætt hjá Mær er staður – statt har á klettinum!

3
Onnur Mósebók 33:22 Onnur Mósebók

Táið so dýrd Mín fer framvið, skal Eg lata teg standa har í kluftini í klettinum, og Eg skal halda hond Mína fyri teg, meðan Eg fari framvið.

3
Onnur Mósebók 33:23 Onnur Mósebók

So skal Eg taka hondina burtur, so tú kanst síggja Meg aftanfrá; men andlit Mítt kann eingin síggja!“

3
Sálmarnir 148:1 Sálmarnir

Halleluja! Lovið HARRANUM av Himli, lovið Honum á hæddini!

3
Sálmarnir 148:2 Sálmarnir

Lovið Honum, allir einglar Hansara, lovið Honum, allir herskarar Hansara!

3
Sálmarnir 148:3 Sálmarnir

Lovið Honum, sól og máni, lovið Honum, allar lýsandi stjørnur!

3
Sálmarnir 148:4 Sálmarnir

Lovið Honum, himlar himlanna, og tit vøtn, ið eru yvir himlunum!

3
Sálmarnir 148:5 Sálmarnir

– Tey skulu lova navni HARRANS, tí Hann beyð, og tey vórðu skapt;

3
Sálmarnir 148:6 Sálmarnir

og Hann setti tey á stað teirra fyri allar tíðir, í allar ævir; Hann gav lóg, sum einki av teimum brýtur.

3
Sálmarnir 148:7 Sálmarnir

Lovið HARRANUM av jørðini, tit havdýr og øll djúp,

3
Sálmarnir 148:8 Sálmarnir

eldur og heglingur, kavi og roykur, stormur, sum setur orð Hansara í verk,

3
Sálmarnir 148:9 Sálmarnir

tit fjøll og allir heyggjar, frukttrø og øll sedristrø,

3
Sálmarnir 148:10 Sálmarnir

tit villdýr og alt fæið, skriðdýr og fuglar við veingjum,

3
Sálmarnir 148:11 Sálmarnir

tit kongar á jørðini og øll fólkasløg, høvdingar og allir dómarar jarðar;

3
Sálmarnir 148:12 Sálmarnir

ungir dreingir og ungar gentur, gomul við ungum!

3
Sálmarnir 148:13 Sálmarnir

– Tey skulu lova navni HARRANS; tí einki navn er høgt uttan Hansara, heiður Hansara er yvir jørð og himli.

3
Sálmarnir 148:14 Sálmarnir

Og Hann hevur lyft fólki Sínum upp horn, øllum hinum heilagu Sínum til lovsong, børnum Ísraels, fólkinum, ið stendur Honum nær. – Halleluja!

3
Esaias 42:8 Esaias

Eg eri HARRIN, tað er navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína, ei gudamyndum prís Mítt!

3
Esaias 48:17 Esaias

So sigur HARRIN, frelsari tín, hin heilagi í Ísrael: Eg eri HARRIN Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn, sum leiðir teg vegin, ið tú skalt ganga.

3
Jeremias 23:24 Jeremias

Fær nakar fjalt seg á loyniligum støðum, so Eg síggi hann ikki! – sigur HARRIN; er tað ikki Eg, ið fylli Himmal og jørð! – sigur HARRIN.

3
Efesusbrævið 1:12 Efesusbrævið

– fyri at vit skuldu vera dýrd Hansara til prís, vit, sum frammanundan høvdu sett vón okkara til Kristus.

3
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,

3
Filippibrævið 2:11 Filippibrævið

og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.

3
Opinberingin 1:8 Opinberingin

Eg eri alfa og omega,* sigur Gud Harrin, Hann, sum er, sum var, og sum kemur, hin Alvaldi.

3