Italia
128 versir um "Italia"
Versir
Síða 1 av 3Hebrearabrævið 13:24 Hebrearabrævið
Heilsið øllum vegleiðarum tykkara og øllum hinum heilagu! Tey úr Italia lata heilsa tykkum.
Ápostlasøgan 27:1 Ápostlasøgan
Táið nú var avgjørt, at vit skuldu fara við skipi til Italia, góvu teir Paulus og nakrar aðrar fangar upp til høvuðsmann, ið æt Julius, úr herflokki keisarans.
Ápostlasøgan 27:2 Ápostlasøgan
Vit fóru tá umborð í skip úr Adramyttium, sum skuldi fara til staðirnar fram við Asiastrondini. So hildu vit avstað; Aristarkus, Makedoningur úr Tessalonika, var við okkum.
Ápostlasøgan 27:3 Ápostlasøgan
Dagin eftir fóru vit inn á Sidon. Og Julius – sum vísti Paulusi vælvild – gav honum loyvi at fara til vinir sínar har og njóta gott av umsorgan teirra.
Ápostlasøgan 27:4 Ápostlasøgan
Haðani fóru vit so longur og sigldu inn undir Kýpern; tí mótvindur var.
Ápostlasøgan 27:5 Ápostlasøgan
Táið vit so høvdu siglt um havið við Kilikia og Pamfýlia, komu vit til Mýra í Lýkia.
Ápostlasøgan 27:6 Ápostlasøgan
Har sá høvuðsmaðurin skip úr Aleksandria, sum skuldi til Italia, og hann beindi okkum umborð í tað.
Ápostlasøgan 27:7 Ápostlasøgan
Í nógvar dagar gekk nú seint við siglingini, og tað var nóg illa, vit vunnu fram til Knidus; við tað at vit høvdu ólagaligan vind, hildu vit inn undir Kreta við Salmone.
Ápostlasøgan 27:8 Ápostlasøgan
Tað var ikki meir, enn vit vunnu um har og komu til stað, ið kallast Góðuhavnir, nær við býin Lasea.
Ápostlasøgan 27:9 Ápostlasøgan
Nú var long tíð gingin, og vandi var longu at ferðast á sjónum – tað var enntá farið um føstuna; Paulus ávaraði teir tí og segði:
Ápostlasøgan 27:10 Ápostlasøgan
„Tit menn! Eg síggi, at henda sjóferð verður til vanlukku og stóran skaða, ikki bert fyri farmin og skipið, men eisini fyri lív okkara.“
Ápostlasøgan 27:11 Ápostlasøgan
Men høvuðsmaðurin setti meiri lít til stýrimannin og skiparan enn til tað, ið Paulus segði.
Ápostlasøgan 27:12 Ápostlasøgan
Og við tað at havnin hóskaði ikki væl til vetrarlegu, mældu teir flestu til at fara haðani við og vita, um teir kundu kanska vinna fram og taka vetrarlegu í Føniks, havn í Kreta, sum vendir móti útsynningi og útnyrðingi.
Ápostlasøgan 27:13 Ápostlasøgan
Táið nú sunnangul kom, hildu teir bera til at gera, sum teir ætlaðu; teir lættu akker og sigldu fram við Kreta, tætt í landi.
Ápostlasøgan 27:14 Ápostlasøgan
Men ikki var leingi, tá brast øgiligur stormur á niður av oynni, Eurakvilo* kallaður.
Ápostlasøgan 27:15 Ápostlasøgan
Hann hevði skipið við sær, og tað kundi ikki haldast upp ímóti; vit lótu tað tí falla og lótu reka.
Ápostlasøgan 27:16 Ápostlasøgan
Vit komu tá inn undir lítla oyggj, ið æt Klauda, og tað var við neyð, vit fingu bjargað bátinum.
Ápostlasøgan 27:17 Ápostlasøgan
Táið teir høvdu tikið hann inn, tóku teir til bjargingarráð og løgdu tog um skipið. Og við tað at teir óttaðust fyri, at teir skuldu reka niður á Sýrtuna*, løgdu teir seglið og róku so.
Ápostlasøgan 27:18 Ápostlasøgan
Vit vóru nú illa staddir av storminum; og dagin eftir tóku teir til at blaka fyri borð.
Ápostlasøgan 27:19 Ápostlasøgan
Triðja dagin kastaðu vit við egnum hondum skipsgreiðurnar út.
Ápostlasøgan 27:20 Ápostlasøgan
Og táið nú hvørki sól ella stjørnur sóust í fleiri dagar, og vit lógu undir ódnarveðri, ið ikki var lítið, so var nú alt mót úti um, at vit kundu verða bjargaðir.
Ápostlasøgan 27:21 Ápostlasøgan
Táið teir nú leingi einki høvdu etið, steig Paulus fram mitt ímillum teirra og segði: „Tit menn! Tit skuldu aktað meg og ikki farið úr Kreta! So høvdu tit ikki komið okkum í hesa vanlukku og henda skaða.
Ápostlasøgan 27:22 Ápostlasøgan
Men nú biði eg tykkum hava gott mót; tí eingin av tykkum skal doyggja; bert skal skipið ganga burtur.
Ápostlasøgan 27:23 Ápostlasøgan
Tí í nátt stóð fyri mær eingil frá Gudi, sum eg tilhoyri, og sum eg eisini tæni; hann segði:
Ápostlasøgan 27:24 Ápostlasøgan
„Óttast ikki, Paulus! Tú skalt koma at standa fyri keisaranum; og Gud hevur givið tær sum gávu allar teir, ið við tær eru í ferðini.“
Ápostlasøgan 27:25 Ápostlasøgan
Havið tí gott mót, tit menn! Tí eg havi tað álit á Gudi, at so skal verða, sum mær er sagt.
Ápostlasøgan 27:26 Ápostlasøgan
Men vit mugu stranda á eini oyggj.“
Ápostlasøgan 27:27 Ápostlasøgan
Táið nú fjúrtanda náttin kom – vit róku um á Adriahavi – hildu skipsmenninir seg um midnátt skilja, at teir nærkaðust landi.
Ápostlasøgan 27:28 Ápostlasøgan
Teir skattaðu tá dýpið og fingu 20 favnar. Táið teir vóru komnir eitt sindur longur, skattaðu teir aftur dýpið og fingu 15 favnar.
Ápostlasøgan 27:29 Ápostlasøgan
Teir óttaðust nú fyri, at vit fóru at koma á sker; tí kastaðu teir fýra akker út úr aftara enda skipsins og ynsktu eftir, at dagur skuldi koma.
Ápostlasøgan 27:30 Ápostlasøgan
Skipsmenninir royndu nú at rýma av skipinum; teir lótu bátin niður á sjógvin og lótust at ætla at leggja akker út úr fremra enda.
Ápostlasøgan 27:31 Ápostlasøgan
Paulus segði tá við høvuðsmannin og hermenninar: „Verða hesir ikki verandi á skipinum, kunnu tit ikki verða bjargaðir!“
Ápostlasøgan 27:32 Ápostlasøgan
Tá høgdu hermenninir av tog bátsins og lótu hann fara.
Ápostlasøgan 27:33 Ápostlasøgan
Inntil tað fór at lýsa, áminti nú Paulus allar at fáa sær mat og segði: „Hetta er nú fjúrtandi dagur, tit hava bíðað fastandi og einki fingið at eta.
Ápostlasøgan 27:34 Ápostlasøgan
Eg biði tykkum tí fáa tykkum at eta; tað hoyrir við til bjarging tykkara. Tí ikki skal hár falla av høvdi nakars tykkara.“
Ápostlasøgan 27:35 Ápostlasøgan
Táið hann hetta hevði sagt, tók hann breyð, takkaði Gudi fyri eygum alra, breyt tað og fór at eta.
Ápostlasøgan 27:36 Ápostlasøgan
Tá kom mót í teir allar, og eisini teir fingu sær at eta.
Ápostlasøgan 27:37 Ápostlasøgan
– Vit vóru tilsamans 276 sálir á skipinum.
Ápostlasøgan 27:38 Ápostlasøgan
Táið teir nú vóru mettir, lættu teir um skipið við at kasta hveitina á sjógvin.
Ápostlasøgan 27:39 Ápostlasøgan
Táið dagur kom, kendu teir ikki landið; men teir sóu vík við fjøru, og har gjørdu teir av at seta skipið á land, um tað var gjørligt.
Ápostlasøgan 27:40 Ápostlasøgan
Teir kappaðu tí akkerini og lótu tey verða í sjónum, loystu róðurtogini, vundu upp seglið fyri vindinum og hildu inn í fjøruna.
Ápostlasøgan 27:41 Ápostlasøgan
Men teir komu á riv við dýpi báðumegin; har stóð skipið; fremri partur tess varð fastur og vikaðist ikki, men aftari parturin soraðist sundur av brotunum.
Ápostlasøgan 27:42 Ápostlasøgan
Hermenninir høvdu nú hug at drepa fangarnar, so eingin av teimum skuldi svimja burtur og flýggja.
Ápostlasøgan 27:43 Ápostlasøgan
Men høvuðsmaðurin – sum vildi bjarga Paulusi – forðaði teimum í hesum, sum teir ætlaðu, og segði, at teir, ið dugdu at svimja, skuldu fyrstir leypa á sjógvin og koma sær á land;
Ápostlasøgan 27:44 Ápostlasøgan
síðani skuldu hinir bjarga sær, summir á plonkum og summir á tí, sum brotnaði burtur av skipinum. Á henda hátt gekk so, at allir komu bjargaðir á land.
Ápostlasøgan 28:1 Ápostlasøgan
Táið vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta.
Ápostlasøgan 28:2 Ápostlasøgan
Fólkið á oynni vísti okkum óvanligan menniskjakærleika; tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum, við tað at nú var farið at regna, og kalt var.
Ápostlasøgan 28:3 Ápostlasøgan
Í tí Paulus kastaði á bálið eina rúgvu av turrum greinum, sum hann hevði sankað saman, skreið ormur út undan hitanum og beit seg fastan í hond hansara.
Ápostlasøgan 28:4 Ápostlasøgan
Táið tey, ið á oynni búðu, sóu dýrið hanga í hond hansara, søgdu tey hvørt við annað: „Hasin maður er óivað manndrápari, sum hevndin ikki gevur loyvi at liva, tóat hann er bjargaður frá sjónum!“
Ápostlasøgan 28:5 Ápostlasøgan
Men hann risti dýrið av sær í eldin og hevði einki mein av tí.