Ísrael sum statur
102 versir um "Ísrael sum statur"
Versir
Síða 1 av 3Amos 9:14 Amos
Tá skal Eg venda lagnu fólks Míns, Ísraels; teir skulu byggja upp aftur býirnar, sum lagdir eru í oyði, og búgva har, planta víngarðar og drekka vínið úr teimum, dýrka urtagarðar og eta ávøkst teirra.
Amos 9:15 Amos
Eg skal planta tey í landi teirra, og aldri aftur skulu tey verða rykt upp úr landi sínum, sum Eg havi givið teimum – sigur HARRIN Gud tín.
Lukas 21:32 Lukas
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn tað hevur hent alt samalt.
Esaias 66:8 Esaias
Hvør hevur hoyrt slíkt! Hvør hevur sæð tess líka! Verður land borið í heim eftir einum degi! Verður tjóð fødd eftir eini løtu! – síðani Zion átti børn síni, við tað sama sum hon fekk ilt.
Jeremias 30:1 Jeremias
Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM; Hann segði:
Jeremias 30:2 Jeremias
So sigur HARRIN Gud Ísraels: Skriva upp í bók øll orðini, ið Eg havi talað til tín!
Jeremias 30:3 Jeremias
Tí dagar koma – sigur HARRIN – táið Eg vendi lagnu fólks Míns, Ísraels og Juda – sigur HARRIN – og lati tey koma aftur til landið, ið Eg gav fedrum teirra, so tey fáa tikið tað í ogn.
Jeremias 30:4 Jeremias
Hetta eru orðini, ið HARRIN hevur talað um Ísrael og Juda:
Jeremias 30:5 Jeremias
So sigur HARRIN: Ræðsluróp hava vit hoyrt – ótti er og eingin friður.
Jeremias 30:6 Jeremias
Spyrjið og vitið, um maður eigur barn! Ella hví síggi Eg hvønn mann við hondunum á lendunum sum kvinnu, ið hevur fingið ilt, og hví eru øll andlit vorðin líkbleik?
Jeremias 30:7 Jeremias
Vei! Stórur er tann dagur, eingin er sum hann, og neyðartíð er tað Jákupi; tó skal hann verða bjargaður úr henni.
Jeremias 30:8 Jeremias
Tann dag – sigur HARRIN Gud herskaranna – skal Eg bróta ok hansara* sundur og taka tað av hálsi tínum; bondini skal Eg slíta av tær, og fremmandir skulu ikki longur halda teg í trældómi.
Jeremias 30:9 Jeremias
Nei, tey skulu tæna HARRANUM Gudi sínum og Dávidi, kongi sínum, sum Eg skal reisa teimum upp.
Jeremias 30:10 Jeremias
Óttast tí ikki, tænari Mín Jákup – sigur HARRIN – og ræðst ikki, Ísrael! Tí Eg skal bjarga tær úr landinum langt burtur og avkomi tínum úr landinum, har tey eru fangar; Jákup skal koma aftur og liva í friði og vera tryggur; eingin skal ræða hann.
Jeremias 30:11 Jeremias
Tí Eg eri við tær – sigur HARRIN – og Eg skal frelsa teg; Eg skal gera enda á øllum tjóðunum, ið Eg havi spjatt teg millum; bert tær skal Eg ikki gera enda á; Eg skal tykta teg við máta, heilt óstraffaðan skal Eg ikki lata teg verða.
Jeremias 30:12 Jeremias
Tí so sigur HARRIN: Óbøtandi er skaði tín, ógrøðandi sár títt!
Jeremias 30:13 Jeremias
Eingin tekur sær av málevni tínum. Grøðing er eingin fyri svull tín; heilsubót, plástur er ikki fyri teg.
Jeremias 30:14 Jeremias
Allir ástvinir tínir hava gloymt teg, teir spyrja ikki eftir tær; tí Eg havi sligið teg, eins og fíggindi slær, eins og hin grummi tyktar – aftur fyri at misbrot títt var so stórt, og syndir tínar vóru so nógvar.
Jeremias 30:15 Jeremias
Hví rópar tú um skaða tín, um, at pína tín er óbøtandi? – Aftur fyri at misbrot títt var so stórt, og syndir tínar vóru so nógvar, havi Eg gjørt tær hetta.
Jeremias 30:16 Jeremias
Tí skulu allir teir, ið eta teg, verða etnir, og allir teir, ið eru fíggindar tínir, verða herleiddir – hvør ein; teir, ið ræna teg, skulu verða rændir, og allar teir, ið taka frá tær, skal Eg gera til rán.
Jeremias 30:17 Jeremias
Tí Eg skal binda um hjá tær og grøða sár tíni – sigur HARRIN; tey rópa teg jú „hina burtriknu“, „Zion, sum eingin spyr eftir.“
Jeremias 30:18 Jeremias
So sigur HARRIN: Eg geri enda á útlegd Jákups tjalda og vísi bústøðum hansara náði; býurin skal verða bygdur á heyggi sínum, og borgin skal standa á rætta staði sínum.
Jeremias 30:19 Jeremias
Lovsongur skal hoyrast frá teimum, og róp frá glaðum menniskjum; Eg skal gera tey fjølment, tey skulu ikki fækkast; Eg skal veita teimum dýrd, tey skulu ikki verða roknað fyri lítið.
Jeremias 30:20 Jeremias
Synir hansara skulu vera sum í gomlum døgum; samkoma hansara skal standa føst fyri ásjón Míni, og Eg skal heimsøkja allar teir, ið kúga hann.
Jeremias 30:21 Jeremias
Hin veldigi hansara skal koma frá honum sjálvum, Harri hansara skal ganga fram úr flokki hansara; Eg skal lata Hann koma nær, og Hann skal stíga fram fyri Meg; tí hvør fer annars at vága lívið og koma Mær nær! – sigur HARRIN.
Jeremias 30:22 Jeremias
Tit skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara.
Jeremias 30:23 Jeremias
Stormur HARRANS, vreiðin, er brostin á, ódnarstormur; hann kemur í hvirlum niður á høvd hinna gudleysu.
Jeremias 30:24 Jeremias
Brennandi vreiði HARRANS skal ikki hæsa av, fyrrenn Hann hevur útint ta ætlan, Hann hevur í hjartanum – á síðstu døgum fara tit at skilja tað.
Jeremias 31:1 Jeremias
Tá skal Eg – sigur HARRIN – vera Gud fyri allar ættir Ísraels, og tey skulu vera fólk Mítt.
Jeremias 31:2 Jeremias
So sigur HARRIN: Fólkið, ið undan er sloppið svørðinum, hevur funnið náði í oyðimørkini; Eg skal fara og leiða Ísrael til hvíldar.
Jeremias 31:3 Jeremias
Úr fjarløgu hevur HARRIN opinberað Seg fyri mær: „Ja, við ævigum kærleika havi Eg elskað teg; tí havi Eg drigið teg við náði.
Jeremias 31:4 Jeremias
Eina ferð enn skal Eg byggja teg, og tú skalt verða bygd, tú moyggin Ísrael! Eina ferð enn skalt tú prýða teg við trummum tínum og fara út í dansin við hinum glaðu.
Jeremias 31:5 Jeremias
Eina ferð enn skalt tú planta víngarðar á Samariafjøllum; teir, ið planta teir, skulu eisini hava nýtsluna av teimum.
Jeremias 31:6 Jeremias
Tí tann dagur kemur, táið vaktarar skulu rópa á Efra’imsfjøllum: „Komið, latið okkum fara til Zion, til HARRAN Gud okkara!““
Jeremias 31:7 Jeremias
Tí so sigur HARRIN: Frøist yvir Jákup við gleði, fegnist yvir hina fremstu av tjóðunum! Latið hoyrast lovsong og sigið: „HARRI! Frels fólk Títt, leivd Ísraels!“
Jeremias 31:8 Jeremias
Ja, Eg flyti tey higar úr Norðurlandi og savni tey frá ytsta enda jarðar; millum teirra eru bæði blind og lamin, bæði konur, ið eru við barn, og konur, ið hava fingið ilt; sum stórur skari koma tey higar aftur.
Jeremias 31:9 Jeremias
Grátandi skulu tey koma, og eyðmjúkt skulu tey biðja, meðan Eg leiði tey; Eg skal leiða tey til rennandi løkir á sløttum vegi, sum tey ikki skulu snáva á; tí Eg eri vorðin Ísrael faðir, og Efra’im er hin frumborni Mín.
Jeremias 31:10 Jeremias
Hoyrið orð HARRANS, tit tjóðir, og kunngerið tað á oyggjunum langt burtur – sigið: Hann, ið spjaddi Ísrael, skal savna tað saman og røkta tað, sum hirði røktar fylgi sítt.
Jeremias 31:11 Jeremias
Tí HARRIN hevur bjargað Jákupi; Hann hevur loyst hann av hond hansara, ið var sterkari enn hann.
Jeremias 31:12 Jeremias
Og tey skulu koma og syngja av gleði á Zionsfjalli; tey skulu streyma til góða HARRANS, til korn, vín, olju, ungan seyð og ungneyt; sál teirra skal vera sum vatnríkur urtagarður, og tey skulu ikki ørmaktast longur.
Jeremias 31:13 Jeremias
Tá skulu moyggjar gleðast í dansi, og ung og gomul skulu gleðast saman; Eg skal venda sorg teirra í gleði og troysta tey og gleða tey eftir sorg teirra.
Jeremias 31:14 Jeremias
Eg skal lívga prestarnar við tí, sum feitt er, og fólk Mítt skal mettast av góðum Mínum – sigur HARRIN.
Jeremias 31:15 Jeremias
So sigur HARRIN: Rødd hoyrist í Rama, venan og sárur grátur; Rakul grætur um børn síni; hon vil ikki lata seg troysta eftir børn síni; tí tey eru ikki til longur.
Jeremias 31:16 Jeremias
So sigur HARRIN: Halt uppat við gráti tínum, og lat ikki eygu tíni fella tár longur! Tú skalt fáa løn fyri arbeiði títt – sigur HARRIN – og tey skulu koma heimaftur úr fíggindalandinum.
Jeremias 31:17 Jeremias
Ja, vón er um framtíð tína, – sigur HARRIN – og børnini skulu koma heimaftur til land sítt.
Jeremias 31:18 Jeremias
Eg havi hoyrt Efra’im gremja seg: „Tú hevur tyktað meg, ja, eg varð tyktaður sum ótamdur kálvur! Umvend Tú meg – so verði eg umvendur! Tú ert jú HARRIN Gud mín.
Jeremias 31:19 Jeremias
Tí eftir at eg eri umvendur, angri eg, og eftir at eg havi fingið vit, slái eg meg á lendarnar; eg blúgvist, ja, eg skammist, tí eg beri skomm ungdóms míns.“
Jeremias 31:20 Jeremias
Er tá Efra’im Mær so dýrabarur sonur? Er hann kærasta barn Mítt – síðani Eg enn má minnast hann, tóat Eg so mangan havi talað móti honum? Ja, tí rørist hjarta Mítt, sum Mær tykist synd í honum, Eg má miskunna Meg yvir hann! – sigur HARRIN.
Jeremias 31:21 Jeremias
Reis tær varðar, set tær vegvísarar, gev hinum lagda vegnum gætur – leiðini, ið tú gekst! Kom aftur, moyggin Ísrael, kom heimaftur til býir tínar her!
Jeremias 31:22 Jeremias
Hvussu leingi ætlar tú at reika aftur og fram, tú hin fráfalna dóttirin? Tí HARRIN skapir nakað nýtt í landinum: Kvinnan er vernd mansins.