Ísrael og Palestina
83 versir um "Ísrael og Palestina"
Versir
Síða 1 av 2Fyrsta Mósebók 15:18 Fyrsta Mósebók
Henda dagin gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram og segði: „Avkomi tínum gevi Eg hetta land, frá Egyptalandsá at Stórá, ánni Eufrat,
Triðja Mósebók 25:23 Triðja Mósebók
Jørðina í landinum mugu tit ikki selja við alla; tí landið er Mítt, tit eru bert fremmandir og gestir hjá Mær.
Josva 1:2 Josva
„Móses, tænari Mín, er deyður; ger teg tí nú til reiðar og far um Jordan her við øllum hesum fólki, inn í landið, sum Eg gevi teimum, Ísraelsmonnum!
Josva 1:3 Josva
Hvørt stað, ið tit seta fótin á, gevi Eg tykkum – sum Eg lovaði Mósesi.
Dómararnir 2:3 Dómararnir
Eg segði eisini: „Eg skal ikki reka teir burtur fyri tykkum; teir skulu verða broddar í síðum tykkara, og gudar teirra skulu verða tykkum snerra!““
Ezekiel 36:1 Ezekiel
Men tú, menniskjasonur! Profetera um Ísraelsfjøll og sig: Hoyrið orð HARRANS, Ísraelsfjøll!
Ezekiel 36:2 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN: Við tað at fíggindin segði um tykkum: „Tað var rætt! Hinar ævigu hæddir eru vorðnar ogn okkara!“
Ezekiel 36:3 Ezekiel
– so skalt tú profetera og siga: So sigur Harrin HARRIN: Við tað at – ja, við tað at teir oyða tykkum og liggja eftir at gloypa tykkum úr øllum ættum, so hinar tjóðirnar kunnu fáa tykkum at eiga, og við tað at tit eru komin á tungur og varrar og í ringt orð millum fólk,
Ezekiel 36:4 Ezekiel
hoyrið tí orð Harrans HARRANS, Ísraelsfjøll! So sigur Harrin HARRIN við fjøllini, hæddirnar, gilini og dalarnar, við oyðitoftirnar og býirnar, sum fólkið er rýmt úr, sum eru vorðin hinum tjóðunum – sum rundan um tykkum búgva – til rán og til spott
Ezekiel 36:5 Ezekiel
– ja, tí sigur Harrin HARRIN so: Sanniliga, í brennandi vreiði Míni havi Eg talað móti hinum tjóðunum og móti øllum Edom, sum hava ætlað sær land Mítt til ogn við gleði hjartans og við vanvirðing innast úr sálini, fyri at reka út tey, ið har búgva, og gera tað til rán.
Ezekiel 36:6 Ezekiel
Tí skalt tú profetera um Ísraelsland og siga við fjøllini, hæddirnar, gilini og dalarnar: So sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg havi talað í vreiði og bræði Míni: Aftur fyri at tit eru so háðað av tjóðunum,
Ezekiel 36:7 Ezekiel
tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lyft hondini og svorið: Sanniliga, tjóðirnar, ið rundan um tykkum búgva, skulu sjálvar koma at tola háð!
Ezekiel 36:8 Ezekiel
Men tit, Ísraelsfjøll, á tykkum skulu greinarnar vaksa aftur, og tit skulu bera Ísrael, fólki Mínum, ávøkst; tí tey skulu skjótt koma aftur.
Ezekiel 36:9 Ezekiel
Tí Eg komi til tykkara, Eg skal venda Mær til tykkara, og tit skulu verða dýrkað og sáað.
Ezekiel 36:10 Ezekiel
Eg skal lata menniskju koma niðan á tykkum – alt hús Ísraels – í býunum skal aftur búgva fólk, og toftirnar skulu verða upp aftur bygdar.
Ezekiel 36:11 Ezekiel
Ja, Eg skal lata nøgd av menniskjum og fæi koma niðan á tykkum, og tey skulu nørast og vera fruktbør; Eg skal lata fólk búgva á tykkum sum í fornum tíðum og gera tykkum enn meiri gott enn í hini fyrru tíð tykkara – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
Ezekiel 36:12 Ezekiel
Eg skal lata menniskju – Ísrael, fólk Mítt – ganga á tykkum, og tey skulu taka teg* í ogn; tú skalt vera arvalutur teirra, og tú skalt ikki longur gera tey barnleys.
Ezekiel 36:13 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN: Við tað at sagt verður við teg: „Tú ert menniskjaátari, tú hevur gjørt tjóðir tínar barnleysar!“
Ezekiel 36:14 Ezekiel
– so skalt tú ikki eta menniskju longur og ikki leiða tjóðir tínar í fall longur – sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 36:15 Ezekiel
Og Eg skal ikki longur lata teg hoyra háð heidninganna; spott tjóðanna skalt tú ikki bera longur, og tínar egnu tjóðir skalt tú ikki longur leiða í fall – sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 36:16 Ezekiel
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
Ezekiel 36:17 Ezekiel
Menniskjasonur! Hús Ísraels búði í landi sínum, og tey gjørdu tað óreint við atburði sínum og verkum sínum; sum óreinska kvinnu, ið hevur mánasjúku, var atburður teirra fyri ásjón Míni.
Ezekiel 36:18 Ezekiel
Tá úthelti Eg yvir tey vreiði Mína, fyri blóðið, sum tey høvdu úthelt í landinum, og tí tey høvdu gjørt tað óreint við avgudum sínum.
Ezekiel 36:19 Ezekiel
Eg spjaddi tey millum tjóðirnar, og tey vórðu stroydd út um londini; eftir atburði teirra og verkum teirra dømdi Eg tey.
Ezekiel 36:20 Ezekiel
Men táið tey komu til tjóðirnar, ið tey komu til, vanhalgaðu tey heilaga navn Mítt, við tað at sagt varð um tey: „Hetta er fólk HARRANS, og tey noyddust kortini at fara úr landi Hansara!“
Ezekiel 36:21 Ezekiel
Tá tók tað Mær sárt, at hús Ísraels skuldi so vanhalga heilaga navn Mítt millum tjóðirnar, ið tey vóru komin til.
Ezekiel 36:22 Ezekiel
Tí skalt tú siga við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Ikki fyri tykkara skuld, hús Ísraels, geri Eg hetta, men fyri heilaga navns Míns skuld, sum tit hava vanhalgað millum tjóðirnar, ið tit eru komin til.
Ezekiel 36:23 Ezekiel
Eg skal halga stóra navn Mítt, sum er vanhalgað millum tjóðirnar – sum tit hava vanhalgað millum teirra – og tjóðirnar skulu sanna, at Eg eri HARRIN – sigur Harrin HARRIN – táið Eg fyri eygum teirra opinberi heilagleika Mín á tykkum.
Ezekiel 36:24 Ezekiel
Eg skal fáa tykkum heimaftur frá tjóðunum og savna tykkum saman úr øllum londunum, og Eg skal lata tykkum koma til tykkara egna land.
Ezekiel 36:25 Ezekiel
Og Eg skal sletta reint vatn á tykkum, so tit verða rein; frá allari óreinsku tykkara og frá øllum avgudum tykkara skal Eg reinsa tykkum.
Ezekiel 36:26 Ezekiel
Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal Eg geva tykkum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami tykkara og geva tykkum kjøthjarta.
Ezekiel 36:27 Ezekiel
Anda Mín skal Eg geva tykkum í bróstið, og Eg skal gera, at tit ganga eftir boðum Mínum og halda lógir Mínar og gera eftir teimum.
Ezekiel 36:28 Ezekiel
Tit skulu búgva í landinum, sum Eg gav fedrum tykkara, og tit skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara.
Ezekiel 36:29 Ezekiel
Eg skal frelsa tykkum frá allari óreinsku tykkara, og Eg skal kalla á kornið og margfalda tað og ikki lata hungursneyð koma á tykkum.
Ezekiel 36:30 Ezekiel
Eg skal margfalda ávøkst træanna og grøði jarðarinnar, so hungur skal ikki longur volda, at tit verða háðað av tjóðunum.
Ezekiel 36:31 Ezekiel
Tá skulu tit minnast ónda atburð tykkara og verk tykkara, sum ikki vóru góð, og tit skulu vamlast við tykkum sjálv fyri misgerðir og viðurstygdir tykkara.
Ezekiel 36:32 Ezekiel
Ikki fyri tykkara skuld geri Eg hetta – sigur Harrin HARRIN – tað skulu tit vita! Blúgvist og skammist um atburð tykkara, hús Ísraels!
Ezekiel 36:33 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN: Tann dag Eg reinsi tykkum frá øllum misgerðum tykkara, skal Eg aftur lata fólk búgva í býunum, og toftirnar skulu verða upp aftur bygdar;
Ezekiel 36:34 Ezekiel
landið, sum lagt var í oyði, skal verða dýrkað, í staðin fyri at tað var oyðimørk fyri eygum hvørs mans, ið framvið gekk.
Ezekiel 36:35 Ezekiel
Tá skal verða sagt: „Hetta land, sum lagt var í oyði, er vorðið sum urtagarður Edens; og býirnir, sum herjaðir vóru, lagdir í oyði og niðurrivnir, eru reistir aftur og hava fingið múrar.“
Ezekiel 36:36 Ezekiel
Og tjóðirnar, ið eftir verða rundan um tykkum, skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi bygt upp aftur tað, ið niður var rivið, og av nýggjum plantað hitt oydda land. – Eg, HARRIN, havi sagt tað, og Eg skal gera tað.
Ezekiel 36:37 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN: Eisini í hesum skal Eg bønhoyra hús Ísraels, so Eg geri tað fyri tey: Eg skal gera tað so fólkaríkt sum seyðafylgi;
Ezekiel 36:38 Ezekiel
sum heilagt fylgi, sum seyðafylgi Jerusalems høgtíðirnar har, so skulu hinir oyddu býir verða fullir av menniskjafylgjum – og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
Fyrsta Mósebók 12:1 Fyrsta Mósebók
HARRIN segði við Ábram: „Far úr landi tínum, frá skyldfólki tínum og frá húsi faðirs tíns – til landið, ið Eg skal vísa tær!
Fyrsta Mósebók 12:2 Fyrsta Mósebók
Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing.
Fyrsta Mósebók 12:3 Fyrsta Mósebók
Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.“
Sálmarnir 83:1 Sálmarnir
Songur. Sálmur. Eftir Asaf.
Sálmarnir 83:2 Sálmarnir
Gud, ver ikki tigandi! Ver ikki stillur og halt Teg ikki kvirran, Gud!
Sálmarnir 83:3 Sálmarnir
Tí Tú sært, at fíggindar Tínir gera óljóð; teir, ið hata Teg, lyfta høvdinum.
Sálmarnir 83:4 Sálmarnir
Móti fólki Tínum leggja teir loynilig svikaráð; teir ganga saman í ráð móti teimum, ið Tú verjir;