Ísrael og endatíðin
82 versir um "Ísrael og endatíðin"
Versir
Síða 1 av 2Amos 9:14 Amos
Tá skal Eg venda lagnu fólks Míns, Ísraels; teir skulu byggja upp aftur býirnar, sum lagdir eru í oyði, og búgva har, planta víngarðar og drekka vínið úr teimum, dýrka urtagarðar og eta ávøkst teirra.
Amos 9:15 Amos
Eg skal planta tey í landi teirra, og aldri aftur skulu tey verða rykt upp úr landi sínum, sum Eg havi givið teimum – sigur HARRIN Gud tín.
Zakarias 14:1 Zakarias
Dagur HARRANS kemur, táið fongur tín skal verða skiftur í tær.
Zakarias 14:2 Zakarias
Tí Eg skal savna allar tjóðir til hernað móti Jerusalem; býurin skal verða tikin, húsini rænd, og kvinnurnar neyðtiknar; og helvtin av fólkinum í staðnum skal fara í útlegd. Men tað, ið eftir er av tí, skal ikki verða oytt úr býnum.
Zakarias 14:3 Zakarias
Tí HARRIN skal fara í bardaga móti hesum tjóðum, eins og Hann bardist í forðum, tann dag orrustan var.
Zakarias 14:4 Zakarias
Tann dag skulu føtur Hansara standa á Oljufjallinum, ið er beint yvir av Jerusalem, eystanfyri; Oljufjallið skal klovna mitt tvørtur av, úr eystri í vestur, so har verður stórur dalur, við tað at onnur helvtin av fjallinum víkur norðureftir, og hin helvtin suðureftir.
Zakarias 14:5 Zakarias
Tit skulu flýggja til dalin millum fjøll Míni; tí dalurin millum fjøllini skal náa líka til Azel; tit skulu flýggja, sum tit flýddu undan jarðskjálvtanum á døgum Uzziasar judakongs. Tá skal HARRIN Gud mín koma – og øll hini heilagu við Tær.
Zakarias 14:6 Zakarias
Tann dag skal ljósið hvørva; hini skínandi himmalljós skulu verða myrk.
Zakarias 14:7 Zakarias
Og ein dagur skal koma – HARRIN kennir hann – hann skal hvørki vera dagur ella nátt; men móti kvøldi, tá skal verða ljóst.
Zakarias 14:8 Zakarias
Tann dag skulu livandi vøtn streyma út úr Jerusalem; onnur helvt teirra skal renna í eysturhavið, og onnur í vesturhavið; bæði summar og vetur skal so vera.
Zakarias 14:9 Zakarias
HARRIN skal tá vera kongur yvir øllum landinum; tann dag skal HARRIN vera ein, og navn Hansara eitt.
Zakarias 14:10 Zakarias
Alt landið, úr Geba til Rimmon sunnan fyri Jerusalem, skal verða slætti; men staðurin sjálvur skal standa háreistur á hædd síni, líka frá Benjaminsportri til staðið, har hitt fyrra portrið var – til Hornsportur – og frá Hananeltorni til vínpersur kongsins.
Zakarias 14:11 Zakarias
Fólkið skal búgva har; aldri aftur skal bann verða lýst yvir tað – Jerusalem skal standa trygt.
Zakarias 14:12 Zakarias
Men hetta skal vera plágan, ið HARRIN letur ganga yvir øll fólkasløgini, ið hava barst við Jerusalem: Hann skal lata hold teirra rotna, meðan tey standa á fótum sínum; eygu teirra skulu rotna í eygnaholunum, og tungan skal rotna í munni teirra.
Zakarias 14:13 Zakarias
Tann dag skal HARRIN senda stóra ræðslu á tey, so tey leggja hond hvørt á annað og lyfta hondini hvørt móti øðrum.
Zakarias 14:14 Zakarias
Eisini Juda skal berjast í Jerusalem, og úr øllum ættum skal góðs tjóðanna verða sankað saman, gull, silvur og klæði í stórari nøgd.
Zakarias 14:15 Zakarias
Sama plága skal koma yvir hestar, múldýr, kamelar, esil og øll onnur dýr í tilhaldunum.
Zakarias 14:16 Zakarias
Men øll tey, sum eftir verða av øllum tjóðunum, ið herjaðu á Jerusalem, skulu ár eftir ár fara hagar at tilbiðja kongin, HARRAN Gud herskaranna, og halda leyvsalahøgtíðina.
Zakarias 14:17 Zakarias
Er tá okkurt fólk á jørðini, sum ikki fer til Jerusalem at tilbiðja kongin, HARRAN Gud herskaranna, so skal einki regn koma hjá tí fólki.
Zakarias 14:18 Zakarias
Um fólk Egyptalands fer ikki avstað og kemur ikki hagar, skal einki regn koma hjá teimum heldur; hetta verður plágan, ið HARRIN letur koma yvir tjóðirnar, ið ikki fara hagar at halda leyvsalahøgtíðina;
Zakarias 14:19 Zakarias
hetta skal vera revsingin, ið kemur yvir Egyptaland og allar tjóðirnar, ið ikki fara hagar at halda leyvsalahøgtíðina.
Zakarias 14:20 Zakarias
Tann dag skal standa at lesa á bjøllum hestanna: „HARRANUM halgaður“; og pottarnir í húsi HARRANS skulu vera sum offurskálirnar fyri altarinum.
Zakarias 14:21 Zakarias
Hvør pottur í Jerusalem og Juda skal vera HARRANUM Gudi herskaranna halgaður, so øll tey, sum ofra, kunnu koma og taka teir at kóka í. Tann dag skal eingin Kána’anitur vera longur í húsi HARRANS Guds herskaranna.
Ezekiel 36:24 Ezekiel
Eg skal fáa tykkum heimaftur frá tjóðunum og savna tykkum saman úr øllum londunum, og Eg skal lata tykkum koma til tykkara egna land.
Ezekiel 11:17 Ezekiel
Tí skalt tú siga: So sigur Harrin HARRIN: Eg skal savna tykkum saman frá tjóðunum og sanka tykkum upp úr londunum, sum tit eru spjadd í, og Eg skal geva tykkum Ísraelsland.
Jóel 3:1 Jóel
Eftir hetta skal Eg úthella Anda Mín yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera; hinir gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar, og hinir ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir;
Jóel 3:2 Jóel
ja, um tað so eru trælirnir og trælkvinnurnar, skal Eg á teimum døgum úthella Anda Mín yvir tey.
Jóel 3:3 Jóel
Eg skal gera undurfull tekin á himli og á jørð: Blóð, eld og roykstólpar.
Jóel 3:4 Jóel
Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur HARRANS kemur, hin stóri og ræðuligi.
Jóel 3:5 Jóel
Men ein og hvør, sum ákallar navn HARRANS, skal verða frelstur. Tí á Zionsfjalli og í Jerusalem skal vera undansloppin skari – soleiðis sum HARRIN hevur sagt – og til hini undanslopnu skulu tey hoyra, sum HARRIN kallar.
Jóel 3:6 Jóel
Tí á teimum døgum og á teirri tíð, táið Eg vendi lagnu Juda og Jerusalems,
Jóel 3:7 Jóel
skal Eg savna øll heidningafólk og leiða tey oman í Jósafatsdal; og har skal Eg halda dóm yvir teimum viðvíkjandi fólki Mínum og arvaluti Mínum, Ísrael, sum tey spjaddu um millum tjóðirnar. Og land Mítt býttu teir,
Jóel 3:8 Jóel
ja, teir kastaðu lut um fólk Mítt, lótu drong fyri skøkju, seldu gentu fyri vín, sum teir drukku.
Jóel 3:9 Jóel
Og tit, Týrus og Zidon og allir landspartar Filistara – hvat vilja tit Mær? Er nakað, ið tit ætla at løna Mær aftur, ella ætla tit at gera Mær nakað? – Eg skal lata verk tykkara falla aftur á tykkara egna høvur, og tað bæði skjótt og brátt,
Jóel 3:10 Jóel
tit, ið tóku silvur og gull Mítt og fóru avstað til tempul tykkara við dýrastu skattum Mínum
Jóel 3:11 Jóel
– og seldu sonum Javan Judamenn og tey, sum í Jerusalem búðu, so tey skuldu koma langt burtur frá landi sínum!
Jóel 3:12 Jóel
Men Eg skal kalla tey aftur, haðani sum tit hava selt tey, og Eg skal lata verk tykkara falla aftur á tykkara egna høvur!
Jóel 3:13 Jóel
Eg skal selja Judamonnum synir og døtur tykkara, og teir skulu selja Sabearum tey – tjóð, ið býr langt burtur – tí HARRIN hevur talað!
Jóel 3:14 Jóel
Latið heidningarnar hoyra hetta! Vápnið tykkum til heilagt stríð! Vekið kapparnar! Allir vápnaførir menn stígi fram og haldi avstað!
Jóel 3:15 Jóel
Smíðið svørð úr plógjørnum tykkara og spjót úr víngarðsknívum tykkara! Hin heilsuleysi sigi: „Eg eri kappi!“
Jóel 3:16 Jóel
Skundið tykkum og komið, øll tit heidningafólk úr øllum ættum – savnið tykkum saman! – Leið kappar tínar hagar oman, HARRI!
Jóel 3:17 Jóel
Heidningafólk skulu vakna og fara til Jósafatsdal; tí har skal Eg sita og døma øll heidningafólkini allastaðni frá.
Jóel 3:18 Jóel
Fram við akurknívinum – kornið er staðið! Komið og troðið – persan er full, tað rennur út av íløtunum, so stórur er óndskapurin har!
Jóel 3:19 Jóel
Flokkarnir tyrpast saman í Dómsdali, tí nær er dagur HARRANS í Dómsdali.
Jóel 3:20 Jóel
Sól og máni sortna, og stjørnurnar missa ljós sítt.
Jóel 3:21 Jóel
HARRIN skal brøla av Zion og lata rødd Sína hoyrast úr Jerusalem, so at himmal og jørð nøtra. – Men fólki Sínum er HARRIN lívd, Ísraelsmonnum er Hann vernd.
Matteus 24:15 Matteus
Táið tit tá síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti, standa á heilagari grund – tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! –
Rómverjabrævið 11:1 Rómverjabrævið
Eg spyrji nú: Hevur tá Gud vrakað fólk Sítt? Minni enn so! Eisini eg eri jú Ísraelsmaður, av avkomi Ábrahams, av ætt Benjamins!
Ezekiel 36:25 Ezekiel
Og Eg skal sletta reint vatn á tykkum, so tit verða rein; frá allari óreinsku tykkara og frá øllum avgudum tykkara skal Eg reinsa tykkum.
Ezekiel 36:26 Ezekiel
Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal Eg geva tykkum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami tykkara og geva tykkum kjøthjarta.