Ísrael í seinastu døgum

167 versir um "Ísrael í seinastu døgum"

Versir

Síða 2 av 4
Matteus 24:26 Matteus

Um tá verður sagt við tykkum: „Hann er í oyðimørkini!“ so farið ikki út hagar! – „Hann er í kømurunum!“ so trúgvið tí ikki!

3
Matteus 24:27 Matteus

Tí eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir líka í vestur, so skal vera, táið Menniskjasonurin kemur.

3
Matteus 24:28 Matteus

Har sum ræið er, flykkjast ørnirnar.

3
Matteus 24:29 Matteus

Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.

3
Matteus 24:30 Matteus

Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd.

3
Matteus 24:31 Matteus

Hann skal senda út einglar Sínar við veldigum lúðraljóði; teir skulu savna hini útvaldu Hansara úr hinum fýra ættunum, úr øðrum enda himmalsins í annan.

3
Matteus 24:32 Matteus

Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.

3
Matteus 24:33 Matteus

Soleiðis skulu eisini tit, táið tit síggja alt hetta, vita, at Hann er nær fyri durunum.

3
Matteus 24:34 Matteus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.

3
Matteus 24:35 Matteus

Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.

3
Matteus 24:36 Matteus

Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.

3
Matteus 24:37 Matteus

Men eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur.

3
Matteus 24:38 Matteus

Sum tey á døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina,

3
Matteus 24:39 Matteus

og tey vistu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll – so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur.

3
Matteus 24:40 Matteus

Tá skulu tveir vera úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður latin eftir.

3
Matteus 24:41 Matteus

Tvær kvinnur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður latin eftir.

3
Matteus 24:42 Matteus

Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.

3
Matteus 24:43 Matteus

Men tað má vera tykkum greitt, at visti húsbóndin, í hvørji náttarvøku tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn hjá sær.

3
Matteus 24:44 Matteus

Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.

3
Matteus 24:45 Matteus

Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð?

3
Matteus 24:46 Matteus

Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur bera seg so at!

3
Matteus 24:47 Matteus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur.

3
Matteus 24:48 Matteus

Men sigur hin óndi tænarin so í hjarta sínum: „Harri mín drálar!“ –

3
Matteus 24:49 Matteus

og fer so at sláa samtænarar sínar og eta og drekka við drykkjumonnum,

3
Matteus 24:50 Matteus

so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit,

3
Matteus 24:51 Matteus

og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hyklarunum. Har skal vera grátur og tannagrísl.“

3
Esaias 40:1 Esaias

Troystið, troystið fólk Mítt! sigur Gud tykkara.

2
Esaias 40:2 Esaias

Talið milt við Jerusalem og rópið til tað, at stríð tess er at enda, at skuld tess er goldin, at tað av hond HARRANS hevur fingið tvífalt fyri allar syndir sínar!

2
Esaias 40:3 Esaias

Hoyr! Ein er, sum rópar: „Gerið í oyðimørkini HARRANUM veg til reiðar! Javnið Gudi okkara vegin, har sum óbygt er!

2
Esaias 40:4 Esaias

Hvør dalur skal hækkast, og hvørt fjall og hvør hædd skal lækkast; heyggjarnir skulu verða slætti, og hamrarnir flatlendi!

2
Esaias 40:5 Esaias

Dýrd HARRANS skal opinberast, og alt hold skal fáa tað at síggja – tí muður HARRANS hevur talað.“

2
Esaias 40:6 Esaias

Hoyr! Rødd er, sum sigur: „Rópa!“ Og ein svarar: „Hvat skal eg rópa?“ – „Alt hold er gras, og øll dýrd tess er sum blóman á markini;

2
Esaias 40:7 Esaias

grasið verður turt, blóman følnar, táið andi HARRANS blæsur á tey – ja, sanniliga, fólkið er gras!

2
Esaias 40:8 Esaias

Grasið verður turt, blóman følnar; men orð Guds okkara stendur fast til ævigar tíðir!“

2
Esaias 40:9 Esaias

Far niðan á høgt fjall, tú gleðiboð Zions! Lyft upp rødd tína við kraft, tú gleðiboð Jerusalems! Lat hana hoyrast, óttast ikki! Sig við býirnar í Juda: „Hyggið Gud tykkara!“

2
Esaias 40:10 Esaias

Ja, Harrin HARRIN kemur við veldi, og armur Hansara vísir mátt sín! – Og løn Sína hevur Hann við Sær, sigursfongur Hansara gongur undan Honum!

2
Esaias 40:11 Esaias

Sum hirði røktar Hann fylgi Sítt, í arm Sín savnar Hann lombini, og í favninum ber Hann tey; lambærnar leiðir Hann.

2
Esaias 40:12 Esaias

Hvør hevur mált vøtnini í lógvanum, spannað himmalin, mált dust jarðarinnar í skeppumáli og vigað fjøll á bismara og heyggjar á vektskálum?

2
Esaias 40:13 Esaias

Hvør hevur rættleitt Anda HARRANS, og hvør gevur Honum ráð og lærdóm!

2
Esaias 40:14 Esaias

Hvønn hevur Hann ráðført Seg við, so hann gav Honum vit og lærdi Hann hin rætta veg, gav Honum kunnskap og lærdi Hann at kenna veg vísdómsins!

2
Esaias 40:15 Esaias

Nei, sum dropi úr byttu eru fólkasløgini, sum dism á vektskálini eru tey at rokna; ja, oyggjarnar letur Hann fúka upp sum hitt fína dust!

2
Esaias 40:16 Esaias

Libanon er ikki nóg mikið til offurvið, og dýrini har røkka ikki til til brennioffur.

2
Esaias 40:17 Esaias

Fólkini eru øll somul sum einki fyri Honum; fyri púrt einki og beran tómleika metir Hann tey.

2
Esaias 40:18 Esaias

Hvønn ætla tit tá at líkna Gud við? Hvat ætla tit at seta javnsíðis við Hann?

2
Esaias 40:19 Esaias

Gudamynd? – Hana stoypir meistarin, og gullsmiður klæðir hana við gulli og stoypir silvurketur á hana!

2
Esaias 40:20 Esaias

Tann, ið ikki hevur ráð til slíka gávu, velur sær við, sum ikki rotnar, og leitar sær kønan meistara, sum kann reisa mynd, ið ikki dettur umkoll.

2
Esaias 40:21 Esaias

Fata tit einki? Hoyra tit einki? Er hetta ikki líka frá upphavi kunngjørt tykkum! Hava tit ikki skilt tað, frá tí grundvøllur jarðarinnar varð lagdur?

2
Esaias 40:22 Esaias

Tað er Hann, ið situr høgt yvir jørðini, so víð sum hon er, og tey, ið á henni búgva, eru sum grashoppur; tað er Hann, ið breiðir út himmalin sum tunt teppi og spennir hann út eins og tjald at búgva í.

2
Esaias 40:23 Esaias

Tað er Hann, ið letur høvdingar verða til einkis og ger dómarar jarðarinnar til beran tómleika.

2
Esaias 40:24 Esaias

Teir eru ikki meir enn plantaðir, teir eru ikki meir enn sáaðir, nóg illa hevur stelkur teirra rótfest seg í jørðini – tá blæsur Hann á teir, og teir følna, og sum hálm sópar stormur teir burtur.

2