Ísrael

39 versir um "Ísrael"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 12:3 Fyrsta Mósebók

Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.“

3
Fyrsta Mósebók 18:18 Fyrsta Mósebók

Ábraham skal jú verða eitt stórt og mektigt fólk, og øll fólk á jørðini skulu verða signað í honum!

2
Sálmarnir 25:22 Sálmarnir

Gud, loys Ísrael úr allari neyðini!

2
Rómverjabrævið 11:1 Rómverjabrævið

Eg spyrji nú: Hevur tá Gud vrakað fólk Sítt? Minni enn so! Eisini eg eri jú Ísraelsmaður, av avkomi Ábrahams, av ætt Benjamins!

2
Rómverjabrævið 11:2 Rómverjabrævið

Gud hevur ikki vrakað fólk Sítt, sum Hann kendi frammanundan. Ella vita tit ikki, hvat skriftin sigur, har hon talar um Elias? – hvussu hann stígur fram fyri Gud móti Ísrael og sigur:

2
Rómverjabrævið 11:3 Rómverjabrævið

„Harri! Profetar Tínar hava tey dripið, altar Tíni hava tey rivið niður; eg eri einsamallur eftir, og tey liggja mær eftir lívinum.“

2
Rómverjabrævið 11:4 Rómverjabrævið

Og hvat svar fær hann tá frá Gudi? – „Eg havi latið 7000 menn verða eftir til Mín, teir, ið ikki hava boygt knæ fyri Ba’al.“

2
Rómverjabrævið 11:5 Rómverjabrævið

Soleiðis er eisini, í tíðini, sum nú er, leivd vorðin eftir – eitt náðiúrval.

2
Rómverjabrævið 11:6 Rómverjabrævið

Men er tað av náði, so er tað ikki longur av verkum – annars verður náðin ikki náði longur.

2
Rómverjabrævið 11:7 Rómverjabrævið

Hvussu tá? – Tað, sum Ísrael leitar eftir, hevur tað ikki fingið; men hini útvaldu hava fingið tað, hini eru vorðin herd

2
Rómverjabrævið 11:8 Rómverjabrævið

– sum skrivað er: „Gud gav teimum svøvnanda, eygu til ikki at síggja við og oyru til ikki at hoyra við, líka til henda dag.“

2
Rómverjabrævið 11:9 Rómverjabrævið

Og Dávid sigur: „Borð teirra verði teimum snerra, fella, ástoyt og afturløning!

2
Rómverjabrævið 11:10 Rómverjabrævið

Eygu teirra blindist, so tey síggja ikki, og boygg altíð rygg teirra!“

2
Rómverjabrævið 11:11 Rómverjabrævið

Eg spyrji nú: Hava tey tá snávað fyri at falla? Minni enn so! Nei, við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at hetta skuldi vekja tey til álvara.

2
Rómverjabrævið 11:12 Rómverjabrævið

Er nú fall teirra heiminum ríkidømi, og er minkan teirra heidningunum ríkidømi, hvussu mikið meiri ikki, táið tal teirra verður fult!

2
Rómverjabrævið 11:13 Rómverjabrævið

Til tykkara tali eg, tit heidningar! – So satt sum eg eri heidningaápostul, prísi eg embæti mínum

2
Rómverjabrævið 11:14 Rómverjabrævið

– um eg tó kundi vakt ætt mína eftir holdinum til álvara og frelst nøkur av teimum.

2
Rómverjabrævið 11:15 Rómverjabrævið

Tí er tað heiminum sáttargerð, at tey eru vrakað, hvat verður tað tá uttan lív av deyðum, táið tey verða fagnað!

2
Rómverjabrævið 11:16 Rómverjabrævið

Er frumgróðurin heilagur, so er deiggið tað við, og er rótin heilag, so eru greinarnar tað við.

2
Rómverjabrævið 11:17 Rómverjabrævið

Men um nú nakrar av greinunum vórðu brotnar av, og tú, villur oljukvistur, vart gróðursettur millum teirra og fekst part við teimum í rót og fiti oljutræsins,

2
Rómverjabrævið 11:18 Rómverjabrævið

so rósa tær ikki móti greinunum! Og um tú rósar tær, so er tað tó ikki tú, ið bert rótina, men rótin, ið ber teg.

2
Rómverjabrævið 11:19 Rómverjabrævið

Tú sigur kanska: „Greinarnar vórðu brotnar av, fyri at eg skuldi verða gróðursettur!“

2
Rómverjabrævið 11:20 Rómverjabrævið

Rætt! Fyri vantrúgv sína vórðu tær brotnar av, men tú stendur við trúgv tíni; hav ikki høgar hugsanir, men óttast!

2
Rómverjabrævið 11:21 Rómverjabrævið

Tí táið Gud ikki spardi hinar náttúrligu greinar, skal Hann heldur ikki spara teg.

2
Rómverjabrævið 11:22 Rómverjabrævið

Hygg tá góðska og strangleiki Guds: Yvir teimum, ið fullu, er strangleiki, men yvir tær er góðska Guds, um tú verður verandi í góðsku Hansara; annars skalt eisini tú verða høgdur av.

2
Rómverjabrævið 11:23 Rómverjabrævið

Men hini skulu eisini verða gróðursett, verða tey ikki verandi í vantrúnni; tí Gud er mentur aftur at gróðurseta tey.

2
Rómverjabrævið 11:24 Rómverjabrævið

Tí um tú vart høgdur av oljutrænum, ið av náttúruni er vilt, og móti náttúruni gróðursettur í gott oljutræ, hvussu mikið meiri skulu tá ikki tey verða gróðursett í sítt egna oljutræ, tey, sum av náttúruni hoyra til tað!

2
Rómverjabrævið 11:25 Rómverjabrævið

Tí eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um hetta loyndarmál – fyri at tit skulu ikki halda tykkum sjálvar vera klókar – at forherðing er komin yvir ein part av Ísrael, líka inntil heidningarnir eru komnir inn í fullum tali.

2
Rómverjabrævið 11:26 Rómverjabrævið

So skal alt Ísrael verða frelst – sum skrivað er: „Úr Zion skal Frelsarin koma; Hann skal fáa burt gudloysi frá Jákupi;

2
Rómverjabrævið 11:27 Rómverjabrævið

og táið Eg taki burt syndir teirra, er hetta sáttmáli Mín við tey.“

2
Rómverjabrævið 11:28 Rómverjabrævið

Eftir evangeliinum eru tey fíggindar – fyri tykkara skuld; men eftir útveljingini eru tey elskað – fyri fedranna skuld.

2
Rómverjabrævið 11:29 Rómverjabrævið

Tí náðigávur Sínar og kall Sítt angrar Gud ikki.

2
Rómverjabrævið 11:30 Rómverjabrævið

Eins og tit áður vóru Gudi ólýðin, men hava nú fingið miskunn, við tað at hesi vóru ólýðin,

2
Rómverjabrævið 11:31 Rómverjabrævið

soleiðis hava nú eisini hesi verið ólýðin, fyri at tey, við teirri miskunn, ið tykkum er fallin í lut, eisini skulu fáa miskunn.

2
Rómverjabrævið 11:32 Rómverjabrævið

Tí Gud hevur givið tey øll upp til ólýdni, so Hann kundi miskunna teimum øllum.

2
Rómverjabrævið 11:33 Rómverjabrævið

Á ríkdómsdjúp vísdóms og kunnskapar Guds! Hvussu óútgrundandi eru ikki dómar Hansara, og órannsakandi vegir Hansara!

2
Rómverjabrævið 11:34 Rómverjabrævið

Tí hvør hevur kent sinni Harrans, og hvør varð ráðgevari Hansara!

2
Rómverjabrævið 11:35 Rómverjabrævið

Ella hvør gav Honum fyrst, so honum skuldi verðið givið viðurlag!

2
Rómverjabrævið 11:36 Rómverjabrævið

– Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen.

2