Ísmael
10 versir um "Ísmael"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 16:11 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði eingil HARRANS við hana: „Tú ert nú við barn og skalt eiga son; honum skalt tú geva navnið Ísmael;* tí HARRIN hevur hoyrt tað, ið tú hevur liðið.
Fyrsta Mósebók 16:12 Fyrsta Mósebók
Hann skal verða eitt villesil av einum menniskja; hond hansara skal vera móti øllum, og hvørs mans hond móti honum; og hann skal liggja í stríði við allar brøður sínar.“
Fyrsta Mósebók 16:15 Fyrsta Mósebók
Hagar átti Ábrami son, og Ábram gav syninum, ið Hagar átti honum, navnið Ísmael.
Fyrsta Mósebók 16:16 Fyrsta Mósebók
Ábram var 86 ár, táið Hagar átti honum Ísmael.
Fyrsta Mósebók 17:18 Fyrsta Mósebók
Ábraham segði tí við Gud: „Hevði bert Ísmael livað fyri ásjón Tíni!“
Fyrsta Mósebók 17:20 Fyrsta Mósebók
Og viðvíkjandi Ísmael, so havi eg bønhoyrt teg – Eg skal signa hann og lata hann nørast og geva honum eitt ómetaligt avkom: tólv høvdingar skal hann fáa til synir, og Eg skal gera hann til eitt stórt fólk.
Fyrsta Mósebók 21:12 Fyrsta Mósebók
Men Gud segði við Ábraham: „Lat tað ikki gera tær ilt fyri drongin og trælkvinnu tína! Ger í allar mátar, sum Sára sigur við teg! Tí í Ísaki er tað, at avkom skal verða uppkallað eftir tær.
Fyrsta Mósebók 21:18 Fyrsta Mósebók
Reis teg, hjálp dronginum á føtur og leið hann! Eg skal gera hann til stórt fólk.“
Fyrsta Mósebók 28:9 Fyrsta Mósebók
Tí fór Esau til Ísmael og tók Mahalat, dóttur Ísmael, son Ábraham, systur Nebajot, til konu aftrat hinum konum sínum.
Fyrsta Mósebók 36:3 Fyrsta Mósebók
og Basmat, dóttur Ísmael, systur Nebajot.