ísøld

20 versir um "ísøld"

Versir

Síða 1 av 1
Job 38:29 Job

Hvørjum móðurfangi kom ísurin úr! Og rím himmalsins, hvør føddi tað!

16
Job 38:30 Job

Vatnið verður hart sum grót, og havið stívnar omaná.

16
Sálmarnir 147:16 Sálmarnir

Hann gevur kava sum ull, stroyir út rím sum øsku;

15
Sálmarnir 147:17 Sálmarnir

Hann kastar hegling Sín sum breyðmolar; hvør kann standa fyri frosti Hansara!

15
Sálmarnir 147:18 Sálmarnir

Aftur sendir Hann orð Sítt; tá tiðnar ísurin; Hann letur vind Sín blása; tá renna vøtnini.

15
Job 37:10 Job

Av anda Guds kemur ísur, og breið vøtn verða bundin.

12
Orðtøkini 25:13 Orðtøkini

Sum svalandi kavi ein dag um heystið er álítandi sendiboð honum, ið sendir hann – hann lívgar sál harra síns.

12
Fyrsta Mósebók 8:22 Fyrsta Mósebók

Hereftir skal, so leingi sum jørðin stendur, vár og heyst, kuldi og hiti, summar og vetur, dagur og nátt, aldri halda uppat.“

8
Sálmarnir 148:8 Sálmarnir

eldur og heglingur, kavi og roykur, stormur, sum setur orð Hansara í verk,

6
Job 37:9 Job

Úr innasta kamari suðursins kemur stormur, og við høgættini kemur kuldi.

5
Job 6:16 Job

sum eru gruggutir av ísi, og sum kavi er fjaldur í,

3
Job 38:22 Job

Hevur tú verið, har sum kavin verður goymdur, og hevur tú sæð goymslur heglingsins,

3
Job 38:23 Job

sum Eg havi til at taka á heimsøkingartíðum, á orrustu- og ófriðardøgum!

3
Job 38:24 Job

Hvørja leið fer ljósið, táið tað skilir seg sundur, og eystanvindurin, táið hann spjaðir seg yvir jørðina!

3
Job 38:25 Job

Hvør opnaði regninum rennu og snarljósinum veg

3
Job 38:26 Job

– til at lata regna yvir oyðið land, yvir oyðimørk, har einki menniskja býr,

3
Job 38:27 Job

til at metta oyðimørk og oyðið land og fáa gras at grógva, har sum fyrr var bert!

3
Job 38:28 Job

Man regnið hava faðir! Hvør er faðir døggdropanna!

3
Sálmarnir 33:7 Sálmarnir

Hann savnar vøtn havsins sum dunga, leggur hini djúpu vøtn í goymslur.

2
Jeremias 36:30 Jeremias

Tí sigur HARRIN so um Jójakim kong í Juda: Hann skal ongan hava sitandi í hásæti Dávids; og lík hansara skal liggja tveitt út undir hitan um dagin og kuldan um náttina.

2