Ishtar (heiðin gudinna)

86 versir um "Ishtar (heiðin gudinna)"

Versir

Síða 1 av 2
Jeremias 7:18 Jeremias

Børnini sanka brenni, fedrarnir kynda eld, og kvinnurnar knoða deiggj til at baka himmaldrotningini offurkøkur av; og tey hella øðrum gudum út drykkjuoffur – til at volda Mær sorg!

8
Jeremias 44:25 Jeremias

So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Tit og kvinnur tykkara, tit hava við hondunum útint tað, ið tit lovaðu við munninum, táið tit søgdu: „Vit skulu halda lyftini, ið vit hava gjørt – brenna roykilsi fyri himmaldrotningini og úthella drykkjuoffur til hennara!“ Haldið bert lyfti tykkara og útinnið tey!

5
Ezekiel 8:14 Ezekiel

Nú leiddi Hann meg at durum Norðurporturs á húsi HARRANS; og har fekk eg at síggja kvinnurnar sita og gráta um Tammuz.*

5
Fimta Mósebók 12:30 Fimta Mósebók

varða teg tá, at tú letur teg ikki dára og gongur í fótasporum teirra, eftir at tey eru oydd fyri tær, og at tú spyrt ikki eftir gudum teirra og sigur: „Hvussu plagdu hesi fólk at dýrka gudar sínar? – Soleiðis skal eg gera við!“

4
Fimta Mósebók 12:31 Fimta Mósebók

– Tú mást ikki gera sum tey, táið tú dýrkar HARRAN Gud tín; tí alt tað, ið er HARRANUM andstygd, og sum Hann hatar, tað hava tey gjørt, gudum sínum til heiður, ja, tey brendu enntá synir og døtur sínar, gudum sínum til heiður.

4
Fimta Mósebók 12:32 Fimta Mósebók

Alt tað, ið Eg áleggi tykkum, skulu tit akta væl eftir at gera; tú skalt einki leggja aftrat og einki taka burturav.“

4
Opinberingin 17:1 Opinberingin

Ein av hinum sjey einglunum, ið høvdu hinar sjey skálirnar, kom og tosaði við meg; hann segði: „Kom, eg skal vísa tær dómin yvir hina stóru skøkju, sum situr yvir hinum mongu vøtnum,

4
Opinberingin 17:2 Opinberingin

sum kongar jarðarinnar hava drivið hor við – teir, ið á jørðini búgva, eru vorðnir druknir av víni horulevnaðs hennara!“

4
Opinberingin 17:3 Opinberingin

So fór hann við mær út í oyðimørk – í andanum. Har sá eg kvinnu; hon sat á skarlaksreyðum dýri, sum var fult av nøvnum gudsspottanar; dýrið hevði sjey høvd og tíggju horn.

4
Opinberingin 17:4 Opinberingin

Kvinnan var klædd í purpur og skarlak og skein av gulli, dýrum steinum og perlum; í hondini hevði hon gullbikar, fult av viðurstygdum og óreinsku horulevnaðs síns.

4
Opinberingin 17:5 Opinberingin

Á pannu hennara var skrivað navn, loyndarmál: „Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar.“

4
Opinberingin 17:6 Opinberingin

Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Eg undraðist stórliga, táið eg sá hana.

4
Opinberingin 17:7 Opinberingin

Eingilin segði við meg: „Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndarmál kvinnunnar, og dýrsins, ið hon situr á, og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini.

4
Opinberingin 17:8 Opinberingin

Dýrið, ið tú sást, hevur verið – og er ikki; tað skal koma upp úr avgrundini og fara burtur til fortaping. Tey, sum á jørðini búgva – tey, hvørja nøvn ikki, frá tí heimurin varð grundaður, eru skrivað í bók lívsins – skulu undrast, táið tey síggja dýrið, sum var – og er ikki – og skal koma.

4
Opinberingin 17:9 Opinberingin

Her ræður um vitið, ið hevur vísdóm! Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á;

4
Opinberingin 17:10 Opinberingin

tey eru sjey kongar; fimm eru falnir, ein er, og hin er ikki komin enn; táið hann kemur, skal hann verða stutta tíð.

4
Opinberingin 17:11 Opinberingin

Dýrið, sum var – og er ikki – er sjálvt hin áttandi og er eisini ein av hinum sjey – og fer burtur til fortaping.

4
Opinberingin 17:12 Opinberingin

Hini tíggju hornini, ið tú sást, eru tíggju kongar, sum ikki hava fingið kongadømi enn, men fáa vald sum kongar ein tíma – saman við dýrinum.

4
Opinberingin 17:13 Opinberingin

Teir hava allir sama sinni, og mátt sín og vald sítt geva teir dýrinum.

4
Opinberingin 17:14 Opinberingin

Hesir skulu berjast við lambið; men lambið skal sigra – tað og tey, sum við tí eru, hini kallaðu, útvaldu og trúføstu – tí tað er Harri harra og Kongur konga.“

4
Opinberingin 17:15 Opinberingin

Hann segði við meg: „Vøtnini, ið tú sást – har sum skøkjan situr – eru fólk, skarar, fólkasløg og tungumál.

4
Opinberingin 17:16 Opinberingin

Hini tíggju hornini, ið tú sást, og dýrið – hesi skulu hata skøkjuna, gera hana oydna og nakna, eta kjøt hennara og brenna hana upp.

4
Opinberingin 17:17 Opinberingin

Tí Gud hevur givið teimum í hjarta at fullføra hugsan Sína og at gera eftir einum og sama sinni – geva dýrinum kongavald teirra, inntil orð Guds eru fullførd.

4
Opinberingin 17:18 Opinberingin

Kvinnan, ið tú sást, er hin stóri staður, ið hevur harradømi yvir kongum jarðarinnar.“

4
Fyrra Kongabók 18:26 Fyrra Kongabók

Teir tóku so tarvin, ið hann fekk teimum, gjørdu hann til og ákallaðu frá morgni til middags navn Ba’als og róptu: „Svara okkum, Ba’al!“ Men einki ljóð hoyrdist; har var eingin, ið svaraði; og teir hinkaðu rundan um altarið, ið teir høvdu reist.

3
Jeremias 7:19 Jeremias

Man tað vera Mær, tey volda sorg! – sigur HARRIN – man tað ikki vera sær sjálvum, so andlit teirra koma at rodna av skomm!

3
Jeremias 7:20 Jeremias

Tí sigur Harrin HARRIN so: Vreiði Mín og bræði Mín skal verða úthelt yvir hetta stað, yvir fólk og fæ, yvir trøini á markini og ávøkst jarðarinnar; og hon skal brenna og ikki sløkna.

3
Jeremias 44:17 Jeremias

Nei, vit skulu gera alt tað, ið muður okkara hevur lovað; vit skulu brenna roykilsi fyri himmaldrotningini og úthella drykkjuoffur til hennara, soleiðis sum vit hava gjørt, vit og fedrar okkara, kongar og høvdingar okkara, í býum Juda og á gøtum Jerusalems. Tá høvdu vit nóg mikið breyð at eta, og okkum gekst væl, eingin vanlukka kom yvir okkum.

3
Jeremias 44:18 Jeremias

Men frá tí stund vit góvu uppat at brenna roykilsi fyri himmaldrotningini og úthella drykkjuoffur til hennara, hevur okkum fattast alt, og fyri svørði og av hungri eru vit gingin til grundar.

3
Jeremias 44:19 Jeremias

Og táið vit brendu roykilsi fyri himmaldrotningini og útheltu drykkjuoffur til hennara – mundu menn okkara ikki vita av tí og vilja tað – at vit bakaðu henni køkur, dýrkaðu hana og útheltu drykkjuoffur til hennara!“

3
Dómararnir 2:13 Dómararnir

tey vendu sær frá HARRANUM og dýrkaðu Ba’al og Astartu.

2
Dómararnir 10:6 Dómararnir

Men Ísraelsmenn gjørdu við sama lagi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; teir dýrkaðu Ba’alarnar og Astarturnar og gudar Árams, Zidons, Móabs, Ammonita og Filistara; teir fullu frá HARRANUM og dýrkaðu ikki Hann.

2
Fyrra Sámuelsbók 7:4 Fyrra Sámuelsbók

Tá beindu Ísraelsmenn burt Ba’alarnar og Astarturnar og tæntu HARRANUM eina.

2
Fyrra Sámuelsbók 12:10 Fyrra Sámuelsbók

Tá róptu teir til HARRAN og søgdu: „Vit hava syndað, tí vit hava vent HARRANUM bakið og dýrkað Ba’alarnar og Astarturnar! Men bjarga okkum nú av hondum fígginda okkara, so skulu vit tæna Tær!“

2
Fyrra Sámuelsbók 31:10 Fyrra Sámuelsbók

Vápnini løgdu teir í astartutemplið, og kropp hansara hongdu teir upp á múrin í Bet-San.

2
Fyrra Kongabók 11:33 Fyrra Kongabók

Hetta skal Eg gera, aftur fyri at tey hava vent Mær bakið og tilbiðið Astartu, gudinnu Zidoninga, Kamos, gud Móabs, og Milkom, gud Ammonita, og hava ikki gingið leiðir Mínar og gjørt tað, sum rætt er í eygum Mínum, hava ikki hildið lógir Mínar og boð Míni – soleiðis sum Dávid, faðir hansara, gjørdi.

2
Seinna Kongabók 23:13 Seinna Kongabók

Offurheyggjarnar, ið vóru beint yvir av Jerusalem, sunnan fyri Oyðingarfjall, og sum Sálomo ísraelskongur hevði reist Astartu, viðurstygd Zidoninga, Kamos, viðurstygd Móabita, og Milkom, viðurstygd Ammonita, teir vanhalgaði kongurin.

2
Ezra 1:2 Ezra

„So sigur Kýrus kongur í Persia: HARRIN Gud Himmalsins hevur givið mær øll ríki á jørðini, og Hann hevur álagt mær at byggja Sær hús í Jerusalem í Juda.

2
Ezra 1:3 Ezra

Hvør tann av tykkum, ið hoyrir til fólk Hansara, við honum veri Gud hansara, hann kann fara til Jerusalem í Juda og byggja hús HARRANS Guds Ísraels – Hann er tann Gud, sum býr í Jerusalem!

2
Ezra 1:4 Ezra

Og allastaðni har sum onkur enn er eftir, skal fólkið á staðnum, har hann býr sum fremmandur, veita honum styrk við silvuri og gulli, við góðsi og fæi – umframt tað, ið sjálvkravt verður givið til hús Guds í Jerusalem.“

2
Esaias 14:12 Esaias

Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín!

2
Ezekiel 6:6 Ezekiel

Allastaðni har sum tit búgva, skulu býirnir verða oydnir, og offurheyggjarnir lagdir í oyði, so altar tykkara standa oyðin og verða løgd í oyði, avgudar tykkara verða sundurbrotnir og fyribeindir, sólstólpar tykkara høgdir niður, og handaverk tykkara gjørd til einkis;

2
Ezekiel 6:7 Ezekiel

dripnir menn skulu falla mitt ímillum tykkara – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.

2
Ezekiel 6:8 Ezekiel

Men leivd skal Eg lata verða eftir, so nøkur av tykkum sleppa undan svørðinum úti millum tjóðirnar, táið tit verða spjadd um í londunum.

2
Ezekiel 8:1 Ezekiel

Tann fimta í sætta mánaði sætta árið fall hond Harrans HARRANS á meg, sum eg sat í húsi mínum, og hinir elstu í Juda sótu framman fyri meg.

2
Ezekiel 8:2 Ezekiel

Og eg fekk at síggja Ein, ið av útsjónd var sum eldur; frá tí, ið sá út til at vera lendar Hansara, og niðureftir var alt sum eldur, og frá lendum Hansara og uppeftir var tað sum blankt ljós, sum skinið av blonkum málmi.

2
Ezekiel 8:3 Ezekiel

Hann rætti út nakað, ið sá út sum hond, og tók í hárið á høvdi mínum; so lyfti andin meg upp millum himmal og jørð og flutti meg – í sjónum frá Gudi – til Jerusalem, at durum Norðurporturs í Innara Forgarði, har sum vreiðimyndin stóð, hon, sum eggjaði Gud til vreiði.

2
Ezekiel 8:4 Ezekiel

Har sá eg dýrd Ísraels Guds, júst slíka sum eg hevði sæð hana í dalinum.

2
Ezekiel 8:5 Ezekiel

Hann segði við meg: „Menniskjasonur! Hygg norðureftir!“ Eg hugdi nú norðureftir og fekk tá at síggja vreiðimyndina norðan fyri altarportrið, har sum inn varð gingið.

2
Ezekiel 8:6 Ezekiel

Og Hann segði við meg: „Menniskjasonur! Sært tú, hvat teir gera? Stórar viðurstygdir eru tað, ið hús Ísraels ger her – Eg eri tí noyddur at rýma langt burtur frá halgidómi Mínum! Men tú skalt fáa enn størri viðurstygdir at síggja.“

2