Ísak
92 versir um "Ísak"
Versir
Síða 2 av 2Fyrsta Mósebók 24:42 Fyrsta Mósebók
Táið eg nú í dag kom at kelduni, segði eg: „HARRI, Gud Ábrahams, harra míns! Hevði Tú tó viljað latið hesa ferð mína eydnast!
Fyrsta Mósebók 24:43 Fyrsta Mósebók
Eg standi nú her við brunnin; lat tað nú ganga so, at kemur ein ung genta út eftir vatni, og eg sigi við hana: „Gev mær eitt sindur av vatni at drekka úr krukku tíni!“
Fyrsta Mósebók 24:44 Fyrsta Mósebók
og hon tá svarar mær: „Drekk, og eg skal eisini fara eftir vatni til kamelar tínar!“ – at hon tá er tann kvinnan, ið HARRIN hevur ætlað syni harra míns!“
Fyrsta Mósebók 24:45 Fyrsta Mósebók
Eg var ikki liðugur at tala soleiðis fyri meg sjálvan, tá kom Rebekka við krukku síni á økslini, og hon fór oman at kelduni eftir vatni. Og táið eg segði við hana: „Gev mær at drekka!“
Fyrsta Mósebók 24:46 Fyrsta Mósebók
so tók hon við tað sama krukku sína niður og segði: „Drekk bert, og eg skal eisini geva kamelum tínum at drekka!“ So drakk eg, og hon brynti eisini kamelunum.
Fyrsta Mósebók 24:47 Fyrsta Mósebók
Eg spurdi hana tá: „Hvørs dóttir ert tú?“ Hon svaraði: „Eg eri dóttir Betuel, son Nakor og Milku.“ Tá hongdi eg ringin í nøs hennara og legði armbondini um armar hennara.
Fyrsta Mósebók 24:48 Fyrsta Mósebók
Og eg boygdi meg niður og tilbað HARRAN, og eg lovaði HARRANUM, Gudi Ábrahams, harra míns, sum hevði ført meg ta beinu leiðina, so eg kundi fáa bróðurdóttur harra míns til son hansara.
Fyrsta Mósebók 24:49 Fyrsta Mósebók
Og nú – vilja tit nú vísa harra mínum góðsku og trúskap, so sigið mær tað, og um ikki, so sigið mær tað, so eg kann venda mær annan veg, til høgru ella vinstru.“
Fyrsta Mósebók 24:50 Fyrsta Mósebók
Tá svaraðu Laban og Betuel: „Hetta kemur frá HARRANUM – vit kunnu einki siga við teg, hvørki ilt ella gott!
Fyrsta Mósebók 24:51 Fyrsta Mósebók
Hygg, har stendur Rebekka – tak hana og far avstað, og lat son harra tíns fáa hana til konu – sum HARRIN hevur sagt!“
Fyrsta Mósebók 24:52 Fyrsta Mósebók
Táið tænari Ábrahams hoyrdi hesi orð, fall hann til jarðar og tilbað HARRAN.
Fyrsta Mósebók 24:53 Fyrsta Mósebók
So kom tænarin við stási av silvuri og gulli og við klæðum og gav Rebekku; eisini bróður hennara og móður hennara gav hann dýrar gávur.
Fyrsta Mósebók 24:54 Fyrsta Mósebók
Síðani ótu og drukku teir, hann og teir, ið við honum vóru, og teir gistu har um náttina. Men táið teir vóru uppi morgunin eftir, segði hann: „Latið meg nú fara aftur til harra mín!“
Fyrsta Mósebók 24:55 Fyrsta Mósebók
Tá søgdu bróðir og móðir Rebekku: „Lat gentuna verða hjá okkum eina tíð, einar 10 dagar ella so – tá kanst tú fara!“
Fyrsta Mósebók 24:56 Fyrsta Mósebók
Men hann svaraði teimum: „Tarnið meg ikki, táið HARRIN nú hevur latið ferð mína eydnast! Latið meg fara avstað, so eg kann koma heim til harra mín!“
Fyrsta Mósebók 24:57 Fyrsta Mósebók
Tá søgdu tey: „Lat okkum rópa gentuna og spyrja hana sjálva!“
Fyrsta Mósebók 24:58 Fyrsta Mósebók
Tey róptu so Rebekku og søgdu við hana: „Vilt tú fara við hesum manninum?“ Hon svaraði: „Ja, eg vil!“
Fyrsta Mósebók 24:59 Fyrsta Mósebók
Tá lótu tey Rebekku, systur sína, fara, hana og daddu hennara og tænara Ábrahams og menn hansara.
Fyrsta Mósebók 24:60 Fyrsta Mósebók
Tey signaðu Rebekku og søgdu við hana: „Systir okkara! Verð 1000 ferðir 10 000, og avkom títt fái portur fígginda sína í ogn!“
Fyrsta Mósebók 24:61 Fyrsta Mósebók
Rebekka og gentur hennara gjørdu seg nú lidnar; tær settu seg á kamelarnar og fóru við manninum. Tænarin tók soleiðis Rebekku við sær og fór avstað.
Fyrsta Mósebók 24:62 Fyrsta Mósebók
Ísakur var júst komin aftur av eini ferð til Be’er-Lahai-Ro’i – hann búði í Suðurlandinum.
Fyrsta Mósebók 24:63 Fyrsta Mósebók
Hann var ímóti kvøldi farin út á markina at hava eina stilla stund; tá hugdi hann upp og sá nakrar kamelar, ið komu.
Fyrsta Mósebók 24:64 Fyrsta Mósebók
– Táið Rebekka hugdi upp og sá Ísak, ók hon seg niður av kamelinum.
Fyrsta Mósebók 24:65 Fyrsta Mósebók
Og hon segði við tænaran: „Hvør er hasin maðurin, ið kemur ímóti okkum á markini?“ Tænarin svaraði: „Hatta er harri mín.“ Tá tók hon slørið og fjaldi seg.
Fyrsta Mósebók 24:66 Fyrsta Mósebók
Tænarin segði nú Ísaki alt tað, ið hann hevði gjørt.
Fyrsta Mósebók 24:67 Fyrsta Mósebók
So fór Ísakur við Rebekku inn í tjald Sáru, móður sínar; og hann tók hana, hon varð kona hansara, og hann elskaði hana. So varð Ísakur troystaður í sorgini eftir móður sína.
Fyrsta Mósebók 35:27 Fyrsta Mósebók
Og Jákup kom til Ísak, faðir sín, í Mamre við Kirjat-Arba, tað er Hebron, har sum Ábraham og Ísakur høvdu búð sum fremmandir.
Fyrsta Mósebók 35:28 Fyrsta Mósebók
Dagar Ísaks vóru 180 ár;
Fyrsta Mósebók 35:29 Fyrsta Mósebók
so andaðist Ísakur; hann doyði og varð savnaður til fedrar sínar, gamal og mettur av døgum. Synir hansara, Esau og Jákup, jarðaðu hann.
Josva 24:3 Josva
Men Eg tók Ábraham, faðir tykkara, burtur úr landinum hinumegin Ánna og læt hann ferðast um alt Kána’ansland; og Eg gjørdi avkom hansara fjølment og gav honum Ísak.
Matteus 1:2 Matteus
Ábraham átti Ísak; Ísakur átti Jákup; Jákup átti Juda og brøður hansara;
Fyrsta Mósebók 25:20 Fyrsta Mósebók
Ísakur var 40 ár, táið hann giftist við Rebekku, dóttur Áramearan Betuel úr Paddan-Áram, systur Áramearan Laban.
Galatiabrævið 4:28 Galatiabrævið
– Og vit, brøður, eru børn lyftisins, eins og Ísakur.
Hebrearabrævið 11:11 Hebrearabrævið
Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.
Hebrearabrævið 11:20 Hebrearabrævið
Við trúgv signaði Ísakur Jákup og Esau, við hinum komandi fyri eyga.
Fyrsta Mósebók 26:24 Fyrsta Mósebók
Somu nátt opinberaði HARRIN Seg fyri honum og segði: „Eg eri Gud Ábrahams, faðirs tíns; óttast ikki, tí Eg eri við tær, og Eg skal signa teg og lata avkom títt verða nógv í tali – fyri Ábrahams, tænara Míns, skuld.“
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.