Ísak

92 versir um "Ísak"

Versir

Síða 1 av 2
Fyrsta Mósebók 17:15 Fyrsta Mósebók

Framvegis segði Gud við Ábraham: „Sárai, konu tína, skalt tú ikki longur kalla Sárai – Sára skal vera navn hennara.

15
Fyrsta Mósebók 17:16 Fyrsta Mósebók

Eg skal signa hana, og Eg skal eisini geva tær son við henni; ja, Eg skal signa hana, og hon skal verða til fólkasløg – kongar yvir fólkasløgum skulu koma av henni!“

15
Fyrsta Mósebók 17:17 Fyrsta Mósebók

Tá fall Ábraham á andlit sítt og læði, og hann segði í hjarta sínum: „Skal ein hundraðára gamal fáa børn! Og skal Sára, sum er 90 ár, eiga!“

15
Fyrsta Mósebók 17:18 Fyrsta Mósebók

Ábraham segði tí við Gud: „Hevði bert Ísmael livað fyri ásjón Tíni!“

15
Fyrsta Mósebók 17:19 Fyrsta Mósebók

Men Gud segði: „Nei! Sára, kona tín, skal eiga tær son, og hann skalt tú kalla Ísak; við hann skal Eg gera sáttmála Mín – ævigan sáttmála, sum skal galda fyri avkom hansara eftir hann.

15
Fyrsta Mósebók 49:31 Fyrsta Mósebók

Har jarðaðu teir Ábraham og konu hansara, Sáru, har jarðaðu teir Ísak og konu hansara, Rebekku, og har jarðaði eg Leu –

8
Fyrsta Mósebók 26:12 Fyrsta Mósebók

Ísakur sáaði har í landinum og fekk tað árið 100 fold; tí HARRIN signaði hann.

7
Fyrsta Mósebók 26:13 Fyrsta Mósebók

Hann varð soleiðis ein ríkur maður, og ríkidømi hansara vaks og vaks, so hann til endan var ómetaliga ríkur.

7
Fyrsta Mósebók 26:14 Fyrsta Mósebók

Hann átti so nógv av smáfæi og neytum og trælum, at Filistarar øvundaðu hann.

7
Fyrsta Mósebók 24:1 Fyrsta Mósebók

Ábraham var nú gamal og hevði mong ár á baki; og HARRIN hevði signað Ábraham á allan hátt.

4
Fyrsta Mósebók 24:2 Fyrsta Mósebók

Tá segði Ábraham við tænara sín, hann, ið var tann elsti í húsi hansara og stóð fyri øllum, ið hann átti: „Legg hond tína undir lend mína,

4
Fyrsta Mósebók 24:3 Fyrsta Mósebók

so skal eg lata teg svørja um HARRAN, Gud yvir himli og jørð, at tú skalt ikki lata son mín taka sær konu av døtrum Kána’anita, sum eg búgvi ímillum!

4
Fyrsta Mósebók 24:4 Fyrsta Mósebók

Nei, tú skalt fara til mítt egna land og til ætt mína og taka Ísaki, syni mínum, konu haðani!“

4
Fyrsta Mósebók 24:5 Fyrsta Mósebók

Tænarin segði við hann: „Men vil kvinnan nú ikki koma við mær higar til hetta landið – skal eg so fara við syni tínum aftur í landið, sum tú fórt úr?“

4
Fyrsta Mósebók 24:6 Fyrsta Mósebók

Ábraham svaraði: „Varða teg fyri at fáa son mín at fara aftur hagar!

4
Fyrsta Mósebók 24:7 Fyrsta Mósebók

HARRIN Gud Himmalsins, sum førdi meg burtur frá húsi faðirs míns og føðilandi mínum, Hann, sum talaði við meg og svór mær og segði: „Avkomi tínum gevi Eg hetta land“ – Hann skal senda eingil Sín undan tær, so tú kanst taka syni mínum konu haðani.

4
Fyrsta Mósebók 24:8 Fyrsta Mósebók

Men vil kvinnan ikki koma við tær, so ert tú leysur frá hesum eiði til mín; tú mást bert ikki fáa son mín at fara aftur hagar!“

4
Fyrsta Mósebók 24:9 Fyrsta Mósebók

Tá legði tænarin hond sína undir lend Ábrahams, harra síns, og lovaði honum hetta við eiði.

4
Fyrsta Mósebók 24:10 Fyrsta Mósebók

Síðani tók tænarin 10 av kamelum harra síns og fór avstað; og við sær hevði hann alskyns dýrabarar gávur frá harra sínum; hann helt avstað og tók leiðina til Áram-Naharajim, til bý Nakors.

4
Fyrsta Mósebók 24:11 Fyrsta Mósebók

Har læt hann kamelarnar leggja seg uttan fyri býin, við brunnin; tað leið móti kvøldi, og kvinnurnar plagdu um hesa tíðina at koma út eftir vatni.

4
Fyrsta Mósebók 24:12 Fyrsta Mósebók

Hann segði nú: „HARRI, Gud Ábrahams, harra míns! Lat tað eydnast mær í dag, og ger miskunn móti harra mínum, Ábrahami!

4
Fyrsta Mósebók 24:13 Fyrsta Mósebók

Eg standi nú her við kelduna, og døturnar hjá monnunum í býnum koma út eftir vatni.

4
Fyrsta Mósebók 24:14 Fyrsta Mósebók

Lat tað nú ganga so, at tann genta, ið eg sigi so við: „Hell á krukku tína, so eg fái drukkið!“ og sum tá svarar: „Drekk bert, og eg skal eisini brynna kamelum tínum!“ – at hon er tann, ið Tú hevur ætlað tænara Tínum Ísaki! Av hesum kann eg so síggja, at Tú hevur gjørt miskunn móti harra mínum.“

4
Fyrsta Mósebók 24:15 Fyrsta Mósebók

Hann var ikki liðugur at biðja, tá kom Rebekka, dóttir Betuel, son Milku og Nakor, bróður Ábraham – hon kom gangandi við krukkuni á økslini.

4
Fyrsta Mósebók 24:16 Fyrsta Mósebók

Hon var ógvuliga vøkur genta, moyggj, sum eingin maður var komin nær. Hon fór oman at kelduni, fylti krukku sína og kom so niðan aftur.

4
Fyrsta Mósebók 24:17 Fyrsta Mósebók

Tá skundaði tænarin sær ímóti henni og segði: „Gev mær eitt sindur av vatni at drekka úr krukku tíni!“

4
Fyrsta Mósebók 24:18 Fyrsta Mósebók

Hon svaraði: „Drekk, harri!“ og tók við tað sama krukkuna niður á hond sína og læt hann fáa at drekka.

4
Fyrsta Mósebók 24:19 Fyrsta Mósebók

Táið hon hevði givið honum at drekka, so mikið sum hann vildi, segði hon: „Eg skal eisini fara eftir vatni til kamelar tínar, so nógvum, sum teir vilja hava.“

4
Fyrsta Mósebók 24:20 Fyrsta Mósebók

So skundaði hon sær at stoyta krukkuna í trogið og leyp so aftur til brunnin eftir vatni, og soleiðis gav hon øllum kamelum hansara at drekka.

4
Fyrsta Mósebók 24:21 Fyrsta Mósebók

Maðurin hugdi at henni og undraðist; men hann segði einki – fyri at fáa at vita, um HARRIN hevði latið ferð hansara eydnast ella ikki.

4
Fyrsta Mósebók 24:22 Fyrsta Mósebók

Táið so kamelarnir vóru lidnir at drekka, kom hann við einum nasaringi av gulli – ein hálvan sekul vigaði hann – og tvey gullarmbond, sum vigaðu 10 seklar, legði hann um armar hennara.

4
Fyrsta Mósebók 24:23 Fyrsta Mósebók

So spurdi hann hana: „Hvørs dóttir ert tú? Sig mær tað! Er rúm heima hjá faðir tínum til okkara at gista í nátt?“

4
Fyrsta Mósebók 24:24 Fyrsta Mósebók

Hon svaraði: „Eg eri dóttir Betuel, son Nakor og Milku.“

4
Fyrsta Mósebók 24:25 Fyrsta Mósebók

Og so segði hon: „Tað trýtur hvørki hálmur ella fóður hjá okkum, og har er eisini rúm at gista!“

4
Fyrsta Mósebók 24:26 Fyrsta Mósebók

Tá boygdi maðurin seg niður og tilbað HARRAN

4
Fyrsta Mósebók 24:27 Fyrsta Mósebók

og segði: „Lovaður veri HARRIN, Gud Ábrahams, harra míns, sum ikki hevur tikið miskunn og trúfesti Sína frá harra mínum! HARRIN hevur ført meg beina leiðina til húsið hjá skyldfólki harra míns!“

4
Fyrsta Mósebók 24:28 Fyrsta Mósebók

Gentan leyp nú heimaftur til mammu sína og segði frá øllum hesum.

4
Fyrsta Mósebók 24:29 Fyrsta Mósebók

Men Rebekka átti ein bróður, ið æt Laban; hann leyp út til mannin har úti við kelduna.

4
Fyrsta Mósebók 24:30 Fyrsta Mósebók

– Táið hann sá nasaringin og armbondini, ið systir hansara hevði, og hoyrdi Rebekku, systur sína, siga frá tí, ið maðurin hevði sagt við hana, so fór hann út til mannin, sum stóð hjá kamelunum við kelduna.

4
Fyrsta Mósebók 24:31 Fyrsta Mósebók

Og hann segði: „Kom inn, tú signaði HARRANS! Hví stendur tú herúti! Eg havi gjørt húsið í stand, og har er rúm fyri kamelunum!“

4
Fyrsta Mósebók 24:32 Fyrsta Mósebók

Maðurin kom nú til hús og tók av kamelunum; Laban bar hálm og fóður til kamelarnar og kom við vatni til mannin og teir, ið við honum vóru, at vaska sær um føturnar í.

4
Fyrsta Mósebók 24:33 Fyrsta Mósebók

Men táið matur varð settur fyri hann, segði hann: „Eg leski einki, fyrrenn eg havi borið fram ørindi míni!“ Laban svaraði: „Tala!“

4
Fyrsta Mósebók 24:34 Fyrsta Mósebók

Tá segði hann: „Eg eri tænari Ábrahams.

4
Fyrsta Mósebók 24:35 Fyrsta Mósebók

HARRIN hevur stórliga signað harra mín, so hann er vorðin ríkur maður; Hann hevur givið honum smáfæ og neyt, silvur og gull, trælir og trælkvinnur, kamelar og esil.

4
Fyrsta Mósebók 24:36 Fyrsta Mósebók

Sára, kona harra míns, hevur átt honum son í aldurdóminum; honum hevur hann givið alt, ið hann eigur.

4
Fyrsta Mósebók 24:37 Fyrsta Mósebók

Nú hevur harri mín tikið meg í eið og sagt: „Tú mást ikki lata son mín taka sær konu av døtrum Kána’anita, sum eg búgvi í landinum hjá.

4
Fyrsta Mósebók 24:38 Fyrsta Mósebók

Nei, tú skalt fara til hús faðirs míns og til ætt mína og taka syni mínum konu haðani!“

4
Fyrsta Mósebók 24:39 Fyrsta Mósebók

Tá segði eg við harra mín: „Men vil kvinnan nú ikki koma við mær – ?“

4
Fyrsta Mósebók 24:40 Fyrsta Mósebók

Men hann svaraði: „HARRIN, fyri hvørs ásjón eg havi livað, Hann skal senda eingil Sín við tær og lata ferð tína eydnast, so tú fært syni mínum konu av ætt míni og úr húsi faðirs míns.

4
Fyrsta Mósebók 24:41 Fyrsta Mósebók

Tá skalt tú vera leysur frá eiðinum til mín, táið tú ert komin til ætt mína – vilja tey ikki lata teg fáa hana, so ert tú leysur frá eiðinum til mín.“

4