Iran
181 versir um "Iran"
Versir
Síða 1 av 4Ezekiel 27:10 Ezekiel
Menn úr Persia, Lud og Put vóru í heri tínum sum hermenn; skjøldir og hjálmar hongdu teir upp í tær, teir veittu tær prýði.
Dániel 8:20 Dániel
Veðrurin við tveimum hornum, ið tú sást, merkir kongarnar í Media og Persia.
Dániel 8:21 Dániel
Hin lodni bukkurin er grikkalandskongur; hitt stóra hornið millum eygu hansara er fyrsti kongurin.
Dániel 8:22 Dániel
At hetta hornið varð brotið av, og at fýra onnur komu í staðin fyri, talar um, at fýra kongaríki skulu koma upp av tjóð hansara, men ikki við mátti hansara.
Dániel 8:23 Dániel
Men móti endanum á harradømi teirra, táið brotsmenninir hava fylt mál sítt, skal koma upp kongur, frekur og kønur í óndum ráðum.
Dániel 8:24 Dániel
Vald hansara skal verða stórt, men ikki av hansara egnu ávum, og hann skal volda ótrúligan skaða og fáa framt alt, ið hann tekur sær fyri; hann skal forkoma máttugum høvdingum og fólki hinna heilagu.
Dániel 8:25 Dániel
Av tí at hann er klókur, skal honum eydnast so væl við svikum sínum; hann skal gera seg stóran í hjartanum, og hann skal forkoma mongum, ið sita trygg; ja, móti Høvdinga høvdinga skal hann seta seg upp; men hann skal verða knasaður, tó ikki av menniskjahond.
Dániel 11:2 Dániel
„Og nú skal eg kunngera tær tað, ið víst er. Tríggir kongar* skulu koma enn í Persia, og hin fjórði** skal savna meiri ríkidømi enn allir hinir; táið hann við ríkidømi sínum hevur vunnið stórt vald, skal hann við øllum mátti sínum halda á Grikkalandsríki.
Dániel 11:3 Dániel
Men tá skal koma veldigur kongur,* og hann skal ráða við miklum veldi og gera, sum hann vil.
Dániel 11:4 Dániel
Men best sum hann stendur, skal ríki hansara rivna sundur og verða skift eftir hinum fýra* ættum himmalsins; eingin av eftirkomarum hansara skal fáa tað, og tað skal ikki vera so sterkt, sum táið hann sat við stýrið; tí ríki hansara skal verða oytt, og aðrir enn teir skulu fáa tað.
Dániel 11:5 Dániel
Og suðurlandskongur* skal fáa stórt vald; men ein av høvdingum hansara skal fáa størri vald enn hann og ráða yvir ríki, ið er hansara egna; ríki hansara skal vera stórt ríki.
Dániel 11:6 Dániel
Mong ár eftir skulu teir gera semju sínámillum; dóttir* suðurlandskong skal koma til norðurlandskong** at fáa semju í lag teirra millum; men ikki leingi skal hon vera før fyri at avrika nakað, og hvørki hann ella dóttirin, ið hjálpa honum skuldi, verða før fyri at standa; nei, hon og teir, ið fingu hana hagar, og faðir hennara og hann, sum tók ímóti henni, skulu øll lata lív,*** ta tíðina ið ásett er hvørjum teirra.
Dániel 11:7 Dániel
Men ein kvisturin av rót hennara skal koma í stað hansara, og hann skal halda móti fíggindaherinum, treingja seg inn í verndarvirki norðurlandskongs, gera við teir, sum hann vil, og verða við yvirlutan.
Dániel 11:8 Dániel
Ja, eisini gudar teirra, stoyptu myndir teirra og dýrabøru íløt teirra av silvuri og gulli skal hann taka við sær til Egyptalands sum herfong; eftir hetta skal hann nøkur ár lata norðurlandskong vera í friði.
Dániel 11:9 Dániel
So skal norðurlandskongur leggja á ríki suðurlandskongs, men noyðast at venda við aftur til land sítt.
Dániel 11:10 Dániel
Men synir hansara skulu vápna seg til bardaga og savna óføran her, sum skal halda inn í landið og floyma og skola yvir tað; og hann skal koma aftur, og teir skulu berjast líka fram at verndarvirki hansara.
Dániel 11:11 Dániel
Tá skal suðurlandskongur verða illur og leggja út í bardaga við norðurlandskong; hann skal fylkja stóran her, men hann skal verða givin hinum í hendur.
Dániel 11:12 Dániel
Táið hesin herur er rikin burt, skal hann verða hugmóðigur; hann skal fella tíggjutúsund, men kortini ikki verða við yvirlutan.
Dániel 11:13 Dániel
Norðurlandskongur skal koma aftur og fylkja her, sum er størri enn hin fyrri; og táið nøkur ár eru gingin, skal hann koma við stórum heri og nógvum í viðføri.
Dániel 11:14 Dániel
Á teimum tíðum skulu mangir reisast móti suðurlandskongi, og yvirgangskroppar av tínum egna fólki skulu reisast við – til at staðfesta sjónina; men teir skulu falla.
Seinna Kongabók 6:16 Seinna Kongabók
Hann svaraði: „Ræðst ikki! Teir, ið eru við okkum, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum.“
Sálmarnir 83:1 Sálmarnir
Songur. Sálmur. Eftir Asaf.
Sálmarnir 83:2 Sálmarnir
Gud, ver ikki tigandi! Ver ikki stillur og halt Teg ikki kvirran, Gud!
Sálmarnir 83:3 Sálmarnir
Tí Tú sært, at fíggindar Tínir gera óljóð; teir, ið hata Teg, lyfta høvdinum.
Sálmarnir 83:4 Sálmarnir
Móti fólki Tínum leggja teir loynilig svikaráð; teir ganga saman í ráð móti teimum, ið Tú verjir;
Sálmarnir 83:5 Sálmarnir
teir siga: „Komið, latið okkum beina fyri teimum, so tey eru ikki eitt fólk longur! Eingin skal aftur minnast navn Ísraels!“
Sálmarnir 83:6 Sálmarnir
Ja, í felagsskapi leggja teir ráð og gera sáttmála móti Tær,
Sálmarnir 83:7 Sálmarnir
tjøld Edoms og Ísmaelitar, Móab og Hagritar,
Sálmarnir 83:8 Sálmarnir
Gebal, Ammon, Amalek, Filistaraland saman við teimum, sum búgva í Týrus;
Sálmarnir 83:9 Sálmarnir
Assur við er farin í lag við teimum, teir eru vorðnir børnum Lots ein armur. – Sela.
Sálmarnir 83:10 Sálmarnir
Ger við teir sum við Midjan, sum við Sisera, sum við Jabin við Kisonsløk!
Sálmarnir 83:11 Sálmarnir
Teir vórðu oyddir við En-Dor, vórðu tøð á markini.
Sálmarnir 83:12 Sálmarnir
Lat gangast teimum, fremstu monnum teirra, sum Oreb og Ze’eb, øllum høvdingum teirra sum Zeba og Zalmunna,
Sálmarnir 83:13 Sálmarnir
teimum, ið siga: „Latið okkum taka okkum bústaðir Guds í ogn!“
Sálmarnir 83:14 Sálmarnir
– Gud mín, lat teir verða sum leyvið, ið fýkur, sum dumbu fyri vindinum!
Sálmarnir 83:15 Sálmarnir
Sum eldur brennir skóg, og sum login ger fjøllini til bál,
Sálmarnir 83:16 Sálmarnir
rek Tú teir soleiðis við stormi Tínum, ræð teir við harðveðri Tínum!
Sálmarnir 83:17 Sálmarnir
Fyll andlit teirra við skomm, so teir søkja navn Títt, HARRI!
Sálmarnir 83:18 Sálmarnir
Lat teir verða til skammar og ræðast til ævigar tíðir, lat teir verða til spott og ganga til grundar!
Jeremias 51:11 Jeremias
Hvessið pílarnar, takið skjøldirnar! HARRIN hevur vakt anda medarakonga; tí móti Bábel miðar ætlan Hansara, Hann ætlar at forkoma tí; tí tað er hevnd HARRANS – hevndin fyri tempul Hansara.
Ester 10:2 Ester
Men alt tað, sum hann gjørdi í mátti og veldi sínum, og greinilig frásøgn um tignina, ið kongurin lyfti Mordokai til, er skrivað í hini medisku og hini persisku kongakrøniku.
Sálmarnir 2:1 Sálmarnir
Hví froysa heidningarnir, hví hava fólkasløg fáfongt í huga?
Sálmarnir 2:2 Sálmarnir
Kongar jarðarinnar reisast, og høvdingar leggja saman ráð móti HARRANUM og móti salvaða Hansara:
Sálmarnir 2:3 Sálmarnir
„Latið okkum slíta bond Teirra og kasta tog Teirra av okkum!“
Sálmarnir 2:4 Sálmarnir
– Hann, sum í Himli situr, lær, Harrin spottar teir!
Sálmarnir 2:5 Sálmarnir
So talar Hann til teirra í vreiði Síni, loypir ræðslu á teir í bræði Síni:
Sálmarnir 2:6 Sálmarnir
„Eg havi tó sett kong Mín á Zion, heilaga fjall Mítt!“
Sálmarnir 2:7 Sálmarnir
– „Eg skal siga frá avgerð. HARRIN segði við Meg: „Tú ert sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag!
Sálmarnir 2:8 Sálmarnir
Bið Meg, so skal Eg geva Tær heidningarnar í arv, og jørðina, so víð sum hon er, at eiga;
Sálmarnir 2:9 Sálmarnir
við jarnstavi skalt Tú sora teir, smildra teir sum leirílat!““