innleiðarar / dyravørðir

31 versir um "innleiðarar / dyravørðir"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 84:10 Sálmarnir

Gud, skjøldur okkara! Hygg higar og skoða andlit hins salvaða Tíns!

16
Rómverjabrævið 12:13 Rómverjabrævið

Takið tykkum av hinum heilagu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð!

9
Fyrra Korintbrævið 15:58 Fyrra Korintbrævið

Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum!

5
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið

Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!

5
Fyrra Krønikubók 9:17 Fyrra Krønikubók

Duravaktararnir: Sallum, Akkub, Talmon, Ahiman og brøður teirra; Sallum var høvdið –

4
Fyrra Krønikubók 9:18 Fyrra Krønikubók

og líka enn standa teir við Kongaportur, fyri eystan. Hetta vóru duravaktararnir í Levitaflokkinum.

4
Fyrra Krønikubók 9:19 Fyrra Krønikubók

Sallum, sonur Kore, son Ebjasaf, son Kora, og brøður hansara, teir, ið vóru av ætt hansara, Kora’itar, teir høvdu sum tænastuarbeiði sítt at vera vaktarar við gáttir tjaldsins, við tað at fedrar teirra høvdu verið vaktarar við dyrnar í tilhaldi HARRANS.

4
Fyrra Krønikubók 9:20 Fyrra Krønikubók

Pinehas, sonur Eleazar, var forðum høvdingi teirra; við honum var HARRIN.

4
Fyrra Krønikubók 9:21 Fyrra Krønikubók

Zakarja, sonur Meselemja, var duravaktari við inngongd samkomutjaldsins.

4
Fyrra Krønikubók 9:22 Fyrra Krønikubók

Allir hesir, ið vóru útvaldir til at halda vakt við dyrnar, vóru tilsamans 212; teir vóru uppskrivaðir í ættarbøkur eftir bygdum sínum; Dávid og Sámuel síggjari høvdu innsett teir í embæti teirra.

4
Fyrra Krønikubók 9:23 Fyrra Krønikubók

Teir og synir teirra stóðu og hildu vakt við portur hús HARRANS, tjaldhúsins.

4
Fyrra Krønikubók 9:24 Fyrra Krønikubók

Duravaktararnir stóðu móti hinum fýra ættunum, móti eystri, vestri, norðri og suðri.

4
Fyrra Krønikubók 9:25 Fyrra Krønikubók

Og brøður teirra, sum búðu í bygdum sínum, skuldu koma inn so við og við, sjey dagar í senn, og hjálpa teimum.

4
Fyrra Krønikubók 9:26 Fyrra Krønikubók

Tí teir fýra yvirduravaktararnir vóru menn, ið litið varð á. – Hetta vóru Levitarnir. – Teir høvdu eisini umsjón við kømurunum og skattkømurunum í húsi Guds.

4
Fyrra Krønikubók 9:27 Fyrra Krønikubók

Um náttina hildu teir til rundan um hús Guds; tí teir áttu at halda vakt, og teir skuldu hvønn morgun lata upp portrini.

4
Seinna Kongabók 22:4 Seinna Kongabók

„Far til Hilkia, høvuðsprestin, og bið hann telja saman allan peningin, ið latin er til hús HARRANS, sum teir, ið halda vakt við dyrnar, hava savnað saman frá fólkinum,

3
Fyrra Timoteusarbrævið 6:18 Fyrra Timoteusarbrævið

Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,

3
Fyrra Timoteusarbrævið 6:19 Fyrra Timoteusarbrævið

og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!

3
Seinna Kongabók 25:18 Seinna Kongabók

Lívvaktarhøvdingin tók Seraja, høvuðsprestin, og Zefanja prest, ið var næstur undir honum, og eisini teir tríggjar duravaktararnar;

2
Orðtøkini 8:34 Orðtøkini

Sælur er tann, ið lurtar eftir mær, so hann dag um dag vakir við dyr mínar og heldur vakt við durastavir mínar!

2
Jóhannes 10:3 Jóhannes

Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðurin hoyrir rødd hansara, og hann rópar seyð sín við navni og leiðir hann út.

2
Fyrra Korintbrævið 12:4 Fyrra Korintbrævið

Náðigávurnar eru ymiskar, men Andin er hin sami.

2
Fyrra Korintbrævið 12:5 Fyrra Korintbrævið

Tænasturnar eru ymiskar, men Harrin er hin sami.

2
Efesusbrævið 6:7 Efesusbrævið

og tæna av góðum huga, eins og tit høvdu tænt Harranum og ikki menniskjum!

2
Efesusbrævið 6:8 Efesusbrævið

Tit vita jú, at hitt góða, ið ein og hvør ger, skal hann fáa aftur frá Harranum, veri hann nú trælur ella frælsur!

2
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið

Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!

2
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið

Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.

2
Jákupsbrævið 2:1 Jákupsbrævið

Brøður mínir! Trúgv tykkara á Harra okkara Jesus Kristus, hin dýrmæta, fylgist ikki við mannamuni!

2
Jákupsbrævið 2:2 Jákupsbrævið

Kemur inn á samkomu tykkara maður, við gullringi á fingrinum og í stásiligum klæðum – og eisini fátækur maður kemur inn, í skitnum klæðum –

2
Jákupsbrævið 2:3 Jákupsbrævið

hyggja tit tá á hann, sum er í hinum stásiligu klæðunum, og siga: „Set tú teg her í gott sæti!“ men siga við hin fátæka: „Statt tú har!“ ella: „Set teg her niðri við fótaskammul mín!“

2
Jákupsbrævið 2:4 Jákupsbrævið

– eru tit tá ikki komnir í stríð við tykkum sjálvar og vorðnir dómarar eftir órøttum grundum!

2