innari grøðing
5 versir um "innari grøðing"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 147:3 Sálmarnir
Hann grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta, og bindur um sár teirra;
Orðtøkini 17:22 Orðtøkini
Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.
Jeremias 17:14 Jeremias
Grøð meg, HARRI! So verði eg grøddur. Frels meg! So verði eg frelstur. Tí Tú ert lovsongur mín.
Jeremias 30:17 Jeremias
Tí Eg skal binda um hjá tær og grøða sár tíni – sigur HARRIN; tey rópa teg jú „hina burtriknu“, „Zion, sum eingin spyr eftir.“
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.