Indonesia

207 versir um "Indonesia"

Versir

Síða 2 av 5
Hásongurin 5:4 Hásongurin

Vinur mín rætti hondina inn um lúkuna; tá brúsaði hjarta mítt móti honum.

6
Hásongurin 5:5 Hásongurin

Eg fór á føtur at lata vini mínum upp; myrra dryppaði av hondum mínum, rennandi myrra av fingrum mínum, táið teir numu við handfang lásins.

6
Hásongurin 5:6 Hásongurin

Eg læt vini mínum upp; men vinur mín var farin, horvin. Eg var frá mær sjálvari av orðum hansara; eg leitaði eftir honum, men fann hann ikki; eg rópti eftir honum, men hann svaraði mær ikki.

6
Hásongurin 5:7 Hásongurin

Vaktararnir, sum ganga um í staðnum, hittu meg; teir slógu meg, særdu meg; teir tóku slørið av mær, vaktararnir á múrunum.

6
Hásongurin 5:8 Hásongurin

Eg bøni tykkum, døtur Jerusalems, – finna tit vin mín – ja, hvat skulu tit siga við hann? At eg eri sjúk av kærleika!“

6
Hásongurin 5:9 Hásongurin

„Hvat er tá vinur tín fram um aðrar vinir, tú hin vakrasta av kvinnum? Hvat er vinur tín fram um aðrar vinir, síðani tú bønar okkum so?“

6
Hásongurin 5:10 Hásongurin

„Vinur mín er hvítur og reyður, hann ber av tíggju túsund.

6
Hásongurin 5:11 Hásongurin

Høvd hansara er sum fínasta gull, lokkar hansara eru sum pálmagreinar, svartir sum ravnurin.

6
Hásongurin 5:12 Hásongurin

Eygu hansara eru sum dúvur við rennandi løkir, baðaðar í mjólk og sitandi við streymar.

6
Hásongurin 5:13 Hásongurin

Kinnar hansara eru eins og angandi blómubeðir, sum kryddurtir vaksa í; varrar hansara eru liljur, rennandi myrra drýpur av teimum.

6
Hásongurin 5:14 Hásongurin

Hendur hansara eru gullstengur, settar við krýsolitum; miðja hansara er fílabein, sett við safirum.

6
Hásongurin 5:15 Hásongurin

Bein hansara eru marmorstólpar á støbbum av fínasta gulli; sum Libanon er hann at síggja, prúður sum sedristræ.

6
Hásongurin 5:16 Hásongurin

Muður hansara er søtur, og hann er yndisligur, allur sum hann er. – So er vinur mín, ja, so er elskaði mín, tit døtur Jerusalems!“

6
Dániel 3:1 Dániel

Nebukadnezar kongur læt gera mynd av gulli, 60 alin høga og 6 alin breiða, og hann læt reisa hana í Duradali í landspartinum Bábel.

6
Dániel 3:2 Dániel

So sendi Nebukadnezar kongur út menn, ið skuldu stevna saman jøllunum, landsstjórunum, landshøvdingunum, ráðharrunum, skattmeistarunum, hinum lógkønu, dómarunum og øllum embætismonnum í landspørtunum, og geva teimum boð um at koma til vígslu myndarinnar, ið Nebukadnezar kongur hevði latið reisa.

6
Dániel 3:3 Dániel

Tá komu teir saman, jallarnir, landsstjórarnir, landshøvdingarnir, ráðharrarnir, skattmeistararnir, hinir lógkønu, dómararnir og allir embætismenn í landspørtunum – til vígslu myndarinnar, ið Nebukadnezar kongur hevði latið reisa; teir stigu fram fyri myndina, ið Nebukadnezar hevði latið reisa.

6
Dániel 3:4 Dániel

Nú rópti róparin við harðari rødd: „Hetta veri tykkum sagt, tit av øllum tjóðum, ættum og tungumálum:

6
Dániel 3:5 Dániel

Táið tit hoyra ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns øðrum ljóðførum, skulu tit falla niður og tilbiðja gullmyndina, ið Nebukadnezar kongur hevur latið reisa.

6
Dániel 3:6 Dániel

Tann, ið ikki fellur niður og tilbiður, skal í somu stund verða kastaður í hin brennandi eldsovnin.“

6
Dániel 3:7 Dániel

Við tað sama sum nú alt fólkið hoyrdi ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum og alskyns øðrum ljóðførum, fullu tey tí – av øllum tjóðum, ættum og tungumálum – niður og tilbóðu gullmyndina, ið Nebukadnezar kongur hevði latið reisa.

6
Dániel 3:8 Dániel

Men í sama viðfangi stigu nakrir kaldeiskir menn fram við klagu móti Jødunum.

6
Dániel 3:9 Dániel

Teir tóku til orða og søgdu við Nebukadnezar kong: „Kongurin livi í allar ævir!

6
Dániel 3:10 Dániel

Kongurin! Tú gavst tað boð, at hvørt eitt menniskja, ið hoyrdi ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns øðrum ljóðførum, skuldi falla niður og tilbiðja gullmyndina,

6
Dániel 3:11 Dániel

og at tann, ið ikki fall niður og tilbað, skuldi verða kastaður í hin brennandi eldsovnin.

6
Dániel 3:12 Dániel

Men nú eru her nakrir jødiskir menn, sum tú hevur sett at stýra landspartinum Bábel – Sadrak, Mesak og Abed-Nego; hesir menn hava einki lagt í boð títt, kongurin! Teir dýrka ikki gudar tínar, og gullmyndina, ið tú hevur latið reisa, tilbiðja teir ikki.“

6
Dániel 3:13 Dániel

Tá varð Nebukadnezar uppøstur og illur og beyð, at Sadrak, Mesak og Abed-Nego skuldu verða leiddir fram; hesir menn vórðu tá leiddir fram fyri kongin.

6
Dániel 3:14 Dániel

Nebukadnezar tók til orða og segði við teir: „Eru tað uppløgd ráð, Sadrak, Mesak og Abed-Nego, at tit dýrka ikki gud mín og tilbiðja ikki gullmyndina, ið eg havi latið reisa?

6
Dániel 3:15 Dániel

Hoyrið nú: Eru tit til reiðar, táið tit hoyra ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns øðrum ljóðførum, at falla niður og tilbiðja myndina, ið eg havi latið gera, so er gott; men tilbiðja tit hana ikki, skulu tit í somu stund verða kastaðir í hin brennandi eldsovnin – og hvør er tann Gud, ið er mentur at bjarga tykkum úr hondum mínum!“

6
Dániel 3:16 Dániel

Sadrak, Mesak og Abed-Nego svaraðu konginum: „Nebukadnezar! Okkum nýtist ikki at svara tær orð upp á hetta.

6
Dániel 3:17 Dániel

Gud okkara, sum vit dýrka, er mentur at bjarga okkum; úr hinum brennandi eldsovni og av hond tíni skal Hann frelsa, kongurin!

6
Dániel 3:18 Dániel

Men um so er, at Hann ger tað ikki, skalt tú vita, kongurin, at vit dýrka ikki gudar tínar, og tilbiðja ei heldur gullmyndina, ið tú hevur latið reisa!“

6
Dániel 3:19 Dániel

Tá varð Nebukadnezar so ovurhonds illur við Sadrak, Mesak og Abed-Nego, at andlit hansara umbroyttist. Hann tók til orða og segði, at ovnurin skuldi verða gjørdur sjey ferðir so heitur, sum hann var vanur at vera.

6
Dániel 3:20 Dániel

So segði hann við nakrar raskar menn, sum vóru í heri hansara, at teir skuldu binda Sadrak, Mesak og Abed-Nego og kasta teir í hin brennandi eldsovnin.

6
Dániel 3:21 Dániel

Hesir menn vórðu tá í skjúrtum, kyrtlum, køppum og hinum klæðum sínum bundnir og kastaðir í hin brennandi eldsovnin.

6
Dániel 3:22 Dániel

Við tað at nú orð kongsins var so strangt, og ovnurin so ovurhonds upphitaður, brendi login menninar til deyða, sum høvdu borið Sadrak, Mesak og Abed-Nego upp hagar.

6
Dániel 3:23 Dániel

Men hesir tríggir menn – Sadrak, Mesak og Abed-Nego – vórðu bundnir kastaðir niður í hin brennandi eldsovnin.

6
Dániel 3:24 Dániel

Tá varð Nebukadnezar kongur sligin av ræðslu og leyp á føtur. Hann tók til orða og segði við ráðharrar sínar: „Kastaðu vit ikki tríggjar menn bundnar í eldin?“ Teir svaraðu konginum: „Jú, vissuliga, kongurin!“

6
Dániel 3:25 Dániel

Hann tók aftur til orða og segði: „Men eg síggi fýra menn ganga leysar inni í eldinum, og á teimum sæst einki mein – og hin fjórði sær út sum gudasonur!“

6
Dániel 3:26 Dániel

So fór Nebukadnezar yvir at durum hins brennandi eldsovns. Hann tók til orða og segði: „Sadrak, Mesak og Abed-Nego, tit tænarar hins hægsta Guds! Komið út higar!“ Tá komu Sadrak, Mesak og Abed-Nego út úr eldinum.

6
Dániel 3:27 Dániel

Jallarnir, landsstjórarnir, landshøvdingarnir og ráðharrar kongsins komu saman; teir sóu, at eldurin hevði einki vald havt yvir likamunum á hesum monnum, at hárið var ikki svidnað á høvdi teirra, og at einki sást á skjúrtum teirra; tað var ikki so mikið, sum at brendaroykur gekk at teimum.

6
Dániel 3:28 Dániel

Tá tók Nebukadnezar til orða og segði: „Lovaður veri Gud Sadraks, Mesaks og Abed-Negos, sum sendi eingil Sín og frelsti tænarar Sínar, teir, ið settu lít sína til Hansara og gjørdu móti boði kongsins og vágaðu lívið, tí teir ongan annan gud enn Gud sín vildu dýrka ella tilbiðja!

6
Dániel 3:29 Dániel

Tí gevi eg nú tað boð, at tann, ið sigur nakað ilt um Gud Sadraks, Mesaks og Abed-Negos – hann veri av tí tjóð, tí ætt og tí tungumáli, hann vera vil – skal verða høgdur sundur, og hús hansara gjørt til skarndunga; tí eingin annar Gud er til, sum soleiðis er mentur at frelsa.“

6
Dániel 3:30 Dániel

Eftir hetta lyfti kongurin Sadrak, Mesak og Abed-Nego upp til miklan heiður og stórt vald í landspartinum Bábel.

6
Matteus 7:1 Matteus

„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,

6
Matteus 7:2 Matteus

og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.

6
Matteus 7:3 Matteus

Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?

6
Matteus 7:4 Matteus

Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: „Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!“ – tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum!

6
Matteus 7:5 Matteus

Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!

6
Matteus 7:6 Matteus

Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín – fyri at tey skulu ikki traðka tær niður við fótum sínum – og venda sær og skræða tykkum sundur!

6
Matteus 7:7 Matteus

Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!

6