ímyndunarmegi
29 versir um "ímyndunarmegi"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 10:5 Seinna Korintbrævið
– táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi,
Fyrsta Mósebók 6:5 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin.
Markus 11:24 Markus
Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!
Efesusbrævið 1:17 Efesusbrævið
at Gud Harra okkara Jesu Krists, Faðir dýrdarinnar, skal geva tykkum Anda vísdóms og opinberingar til kunnskap um Seg
Efesusbrævið 1:18 Efesusbrævið
og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heilagu,
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Kolossibrævið 3:2 Kolossibrævið
Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er!
Fyrsta Mósebók 8:21 Fyrsta Mósebók
Táið HARRIN kendi tann góða angan, segði Hann í hjarta Sínum: „Eg skal aldri aftur banna jørðini fyri menniskjans skuld, tí menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum. Eg skal aldri aftur forkoma øllum livandi, soleiðis sum Eg havi gjørt nú.
Fyrsta Mósebók 11:6 Fyrsta Mósebók
og HARRIN segði: „Teir eru jú eitt og sama fólk, og eitt og sama tungumál hava teir allir; hetta er tað fyrsta, ið teir eru farnir undir at gera, og nú verður einki teimum óført, hvat teir so seta sær fyri!
Orðtøkini 4:23 Orðtøkini
Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!
Orðtøkini 18:21 Orðtøkini
Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara.
Orðtøkini 28:26 Orðtøkini
Tann, ið lítur á vit sítt, er dári, men tann, ið gongur fram í vísdómi, verður bjargaður.
Lukas 1:37 Lukas
Tí einki er Gudi ómøguligt.“
Efesusbrævið 3:20 Efesusbrævið
Men Honum, sum mentur er at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar
Efesusbrævið 3:21 Efesusbrævið
– Honum veri dýrd í samkomuni og í Kristi Jesusi, gjøgnum allar tíðir, í aldur og allar ævir! Amen.
Fimta Mósebók 29:19 Fimta Mósebók
– ongan, sum táið hann hoyrir orðini í hesum eiðfesta samfelagi, prísar seg lukkuligan og hugsar, at honum skal gangast væl, um so hann fylgir sínum egna harða hjarta – tí so skulu bæði hitt vatnríka og hitt turra landið ganga til grundar!
Fimta Mósebók 31:21 Fimta Mósebók
Táið tá nógv vanlukka og neyð kemur á tey, skal hesin songur bera vitnisburð sín fyri teimum – hann skal ikki verða gloymdur av eftirkomarum teirra og ikki doyggja á vørrum teirra. Eg veit jú, hvat tey hava í huga longu nú – áðrenn Eg havi leitt tey inn í landið, sum Eg við eiði lovaði teimum!“
Fyrra Krønikubók 28:9 Fyrra Krønikubók
Og tú, sonur mín Sálomo, lær at kenna Gud faðirs tíns, og tæn Honum við heilum hjarta og fúsari sál! Tí HARRIN rannsakar øll hjørtu og skilir tankar og ráð alra manna; søkir tú Hann, skal Hann lata teg finna Seg, men vendir tú Honum bakið, skal Hann vraka teg við alla.
Fyrra Krønikubók 29:18 Fyrra Krønikubók
HARRI, Gud Ábrahams, Ísaks og Ísraels, fedra okkara! Lat hetta altíð verða hjartalag og tankar fólks Tíns, og vend hjarta teirra til Tín!
Jeremias 3:17 Jeremias
Tá skal Jerusalem verða rópt „hásæti HARRANS“, og har skulu allar tjóðir koma saman – um navn HARRANS í Jerusalem; tær skulu ikki longur lata seg leiða av ónda, harða hjarta sínum.
Matteus 5:28 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.
Lukas 1:51 Lukas
Hann hevur gjørt veldig verk við armi Sínum; Hann hevur spjatt sundur teir, sum hugmóðigir eru í hugsanum hjartna sína.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Rómverjabrævið 1:21 Rómverjabrævið
Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Fyrra Korintbrævið 2:9 Fyrra Korintbrævið
Vit tala – sum skrivað er – „tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja – tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann.“
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,