ilmandi olja / parfuma
171 versir um "ilmandi olja / parfuma"
Versir
Síða 1 av 4Jóhannes 12:3 Jóhannes
Tá tók Maria pund av óblandaðari nardussalvu, ógvuliga dýrari, salvaði føtur Jesusar og turkaði føtur Hansara við hári sínum; húsið fyltist av góða anga salvunnar.
Efesusbrævið 5:1 Efesusbrævið
Verðið tí eftirfylgjarar Guds sum elskað børn,
Efesusbrævið 5:2 Efesusbrævið
og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga!
Efesusbrævið 5:3 Efesusbrævið
Men siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, soleiðis sum heilagum sømir,
Efesusbrævið 5:4 Efesusbrævið
ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.
Efesusbrævið 5:5 Efesusbrævið
Tí tað vita og skilja tit, at eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds, ei heldur nakar havisjúkur – sum jú er avgudadýrkari.
Efesusbrævið 5:6 Efesusbrævið
Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins.
Efesusbrævið 5:7 Efesusbrævið
Havið tí einki við tey at gera!
Efesusbrævið 5:8 Efesusbrævið
Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins!
Efesusbrævið 5:9 Efesusbrævið
Ávøkstur ljósins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika.
Efesusbrævið 5:10 Efesusbrævið
– Ja, rannsakið, hvat Harranum toknast!
Efesusbrævið 5:11 Efesusbrævið
Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
Efesusbrævið 5:12 Efesusbrævið
Tí tað, sum av teimum verður gjørt í loyndum, er skomm enntá at taka upp á tunguna!
Efesusbrævið 5:13 Efesusbrævið
Men alt hetta verður opinberað, táið tað verður revsað av ljósinum; alt, sum opinberað verður, er jú ljós.
Efesusbrævið 5:14 Efesusbrævið
Tí sigur skriftin: „Vakna, tú, ið svevur, og rís upp frá hinum deyðu, so skal Kristus lýsa tær!“
Efesusbrævið 5:15 Efesusbrævið
Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís,
Efesusbrævið 5:16 Efesusbrævið
og keypið hina lagaligu tíð – tí dagarnir eru óndir!
Efesusbrævið 5:17 Efesusbrævið
Verið tá ikki dárar, men skiljið, hvat vilji Harrans er!
Efesusbrævið 5:18 Efesusbrævið
Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,
Efesusbrævið 5:19 Efesusbrævið
so tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum – syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara,
Efesusbrævið 5:20 Efesusbrævið
og takkið altíð Gudi og Faðirinum fyri alt, í navni Harra okkara Jesu Krists!
Efesusbrævið 5:21 Efesusbrævið
Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar!
Efesusbrævið 5:22 Efesusbrævið
Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar – sum Harranum!
Efesusbrævið 5:23 Efesusbrævið
Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns.
Efesusbrævið 5:24 Efesusbrævið
Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar.
Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,
Efesusbrævið 5:26 Efesusbrævið
fyri at Hann kundi halga og reinsa hana við vatnbaðnum í orðinum,
Efesusbrævið 5:27 Efesusbrævið
so Hann sjálvur kundi leiða samkomuna fram fyri Seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt, nei, at hon kundi vera heilag og lýtaleys!
Efesusbrævið 5:28 Efesusbrævið
Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan.
Efesusbrævið 5:29 Efesusbrævið
Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí – eins og Kristus ger við samkomuna.
Efesusbrævið 5:30 Efesusbrævið
Tí vit eru limir likams Hansara.
Efesusbrævið 5:31 Efesusbrævið
Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold.
Efesusbrævið 5:32 Efesusbrævið
Hetta loyndarmál er stórt – tað er Kristus og samkomuna, eg hugsi um við hesum.
Efesusbrævið 5:33 Efesusbrævið
Tó skal eisini ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing.
Onnur Mósebók 30:33 Onnur Mósebók
Tann, ið ger slíka salvu, og tann, ið nýtir hana á ein, ið ikki er vígdur, hann skal verða týndur úr fólki sínum.““
Onnur Mósebók 30:34 Onnur Mósebók
HARRIN talaði framvegis við Móses; Hann segði: „Tak tær roykilsisurtir, staktu, onyksskel og galban, hesi trý sløgini av kryddurtum, og hartil reint virak, líka nógv av hvørjum!
Onnur Mósebók 30:35 Onnur Mósebók
Av hesum skalt tú gera kryddroykilsi, slíkt sum salvublandarar gera, saltað, reint, heilagt.
Onnur Mósebók 30:36 Onnur Mósebók
Og nakað av tí skalt tú stoyta fínt og leggja framman fyri vitnisburðin í samkomutjaldinum, har sum Eg skal koma á fund við teg. Háheilagt skal tað vera tykkum.
Onnur Mósebók 30:37 Onnur Mósebók
Einki annað roykilsi mugu tit gera, blandað soleiðis sum hetta; heilagt fyri HARRANUM skal tað vera tær.
Markus 14:3 Markus
Meðan Hann tá var í Betania, inni hjá spitalska Símuni, og sat til borðs har, kom kvinna, sum hevði alabasturkrukku við reinari, ógvuliga dýrari nardussalvu; hon breyt alabasturkrukkuna sundur og helti salvuna út yvir høvd Hansara.
Seinna Korintbrævið 2:14 Seinna Korintbrævið
Men Gudi veri tøkk, sum í Kristusi altíð leiðir okkum fram til sigur og á hvørjum staði letur góða anga kunnskapar Síns opinberast við okkum!
Seinna Korintbrævið 2:15 Seinna Korintbrævið
Tí vit eru góði angi Kristusar fyri Gudi – millum teirra sum frelst verða, og millum teirra, sum fortapast.
Seinna Korintbrævið 2:16 Seinna Korintbrævið
Teimum, ið fortapast, eru vit angi av deyða til deyða; teimum, ið frelst verða, eru vit angi av lívi til lív. Og hvør dugir til hetta?
Seinna Korintbrævið 2:17 Seinna Korintbrævið
Tí vit eru ikki slíkir – sum so mangir – at vit rangsnúgva orð Guds til egnan vinning; nei, sum av reinleika, ja, sum av Gudi, tala vit fyri ásjón Guds í Kristusi.
Prædikarin 7:1 Prædikarin
Betri er gott navn enn góð olja, og betri er deyðadagurin enn føðingardagurin.
Orðtøkini 27:9 Orðtøkini
Olja og roykilsi gleða hjartað, og sama gera vinareymleiki og sannhjartað ráð.
Matteus 2:11 Matteus
Teir fóru so inn í húsið og sóu barnið og móður tess, Mariu; og teir fullu niður og tilbóðu tað og lótu upp goymslur sínar og ofraðu tí gávur: Gull, roykilsi og myrra.
Lukas 7:36 Lukas
Ein av Farisearunum bað Hann koma og eta hjá sær; Hann fór tá inn hjá Farisearanum og setti Seg til borðs.
Lukas 7:37 Lukas
Og har í býnum var syndafull kvinna; táið hon fekk at vita, at Hann sat til borðs heima hjá Farisearanum, kom hon við alabasturkrukku við salvu
Lukas 7:38 Lukas
og stóð aftan fyri Hann, við føtur Hansara, græt og fór at væta føtur Hansara við tárum sínum, turkaði teir við hári sínum, kysti føtur Hansara og salvaði teir við salvuni.