Illfólk
131 versir um "Illfólk"
Versir
Síða 3 av 3Kolossibrævið 1:3 Kolossibrævið
Vit takka Gudi og Faðir Harra okkara Jesu Krists, altíð táið vit biðja fyri tykkum;
Kolossibrævið 1:4 Kolossibrævið
tí vit hava hoyrt um trúgv tykkara á Kristus Jesus og kærleikan, ið tit hava til øll hini heilagu
Kolossibrævið 1:5 Kolossibrævið
– fyri vónarinnar skuld, sum tykkum er goymd í Himlunum, og sum tit frammanundan hava hoyrt um við orði sannleikans í evangeliinum,
Kolossibrævið 1:6 Kolossibrævið
sum komið er til tykkara, eins og tað eisini er í øllum heiminum, og ber ávøkst og veksur – sum hjá tykkum, frá tí degi tit hoyrdu tað og av sonnum lærdu at kenna náði Guds.
Kolossibrævið 1:7 Kolossibrævið
Hitt sama hava tit jú eisini lært av Epafrasi, hinum elskaða okkara, sum tænir saman við okkum og er trúgvur tænari Kristusar fyri tykkum,
Kolossibrævið 1:8 Kolossibrævið
honum, sum eisini hevur sagt okkum frá kærleika tykkara í Andanum.
Kolossibrævið 1:9 Kolossibrævið
Frá tí degi vit hoyrdu tað, hava vit tí ikki hildið uppat at biðja fyri tykkum og bøna um, at tit skulu fyllast við kunnskapi um vilja Hansara í øllum vísdómi og andaligum viti
Kolossibrævið 1:10 Kolossibrævið
til at liva Harranum verdiga, sum Honum líkar á allan hátt, og við kunnskapinum um Gud bera ávøkst, vaksa í øllum góðum verki
Kolossibrævið 1:11 Kolossibrævið
og styrkjast við allari styrki eftir kraft dýrdar Hansara til alt tol og langmóð,
Kolossibrævið 1:12 Kolossibrævið
so tit við gleði takka Faðirinum, sum gjørdi okkum før fyri at fáa part í arvaluti hinna heilagra í ljósinum,
Kolossibrævið 1:13 Kolossibrævið
reiv okkum frá valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða Sonar Síns.
Kolossibrævið 1:14 Kolossibrævið
Í Honum hava vit endurloysingina, fyrigeving syndanna.
Kolossibrævið 1:15 Kolossibrævið
Hann er mynd Guds hins ósjónliga og hin frumborni als skapnings.
Kolossibrævið 1:16 Kolossibrævið
Tí í Honum varð alt skapt, tað í Himlunum og tað á jørðini, hitt sjónliga og hitt ósjónliga – veri tað nú hásæti, harradømi, tignir ella vald – alt er skapt við Honum og til Hansara,
Kolossibrævið 1:17 Kolossibrævið
Hann er framman undan øllum, og í Honum er tað, alt er standandi.
Kolossibrævið 1:18 Kolossibrævið
Hann er høvd likamsins – samkomunnar – Hann, sum er upphavið, hin frumborni av hinum deyðu. Soleiðis skuldi Hann í øllum vera hin fyrsti.
Kolossibrævið 1:19 Kolossibrævið
Tí Gudi líkaði, at øll fyllingin skuldi búgva í Honum,
Kolossibrævið 1:20 Kolossibrævið
og við Honum at gera alt sátt við Seg – veri tað nú tað, sum á jørðini er, ella tað, sum í Himlunum er – táið Hann gjørdi frið við blóði kross Hansara.
Kolossibrævið 1:21 Kolossibrævið
Eisini tykkum, sum einaferð vóru gjørd Honum fremmand og vóru fíggindar av sinnalagi, í hinum óndu verkum –
Kolossibrævið 1:22 Kolossibrævið
tykkum hevur Hann tó nú gjørt sáttar í holdslikami Hansara við deyðanum, fyri at føra tykkum fram fyri ásjón Sína, heilag, lýtaleys og ólastandi
Kolossibrævið 1:23 Kolossibrævið
– so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfest og føst, og lata tykkum ikki vika frá vónini í evangeliinum, sum tit hava hoyrt, sum er prædikað fyri øllum skapninginum undir himli, og hvørs tænari eg, Paulus, eri vorðin.
Kolossibrævið 1:24 Kolossibrævið
Nú gleðist eg í líðingum mínum fyri tykkum; og tað, sum enn vantar á í kristslíðingunum, sum eg í holdi mínum má tola, uppfylli eg nú fyri likam Hansara, samkomuna;
Kolossibrævið 1:25 Kolossibrævið
tí tænari hennara eri eg vorðin eftir tí húshaldi Guds, sum mær er givið tykkara millum: Til fulnar at kunngera orð Guds,
Kolossibrævið 1:26 Kolossibrævið
loyndarmálið, sum hevur verið dult frá upphavi alra tíða og ætta, men nú er vorðið opinberað hinum heilagu Hansara.
Kolossibrævið 1:27 Kolossibrævið
Tí teimum vildi Gud kunngera, hvussu ríkt í dýrd tað er millum heidningarnar, hetta loyndarmál, sum er Kristus í tykkum, vón dýrdarinnar.
Kolossibrævið 1:28 Kolossibrævið
Hann kunngera vit, táið vit áminna hvørt menniskja og læra hvørt menniskja við øllum vísdómi, fyri at kunna leiða hvørt menniskja fram, fullkomið í Kristusi.
Kolossibrævið 1:29 Kolossibrævið
Fyri hetta arbeiði eisini eg – og stríði við kraft Hansara, sum veldiga virkar í mær.
Opinberingin 2:26 Opinberingin
Tann, ið sigrar, og sum líka til endan varðveitir verk Míni, honum skal Eg geva vald yvir heidningunum,
Matteus 23:37 Matteus
Jerusalem, Jerusalem, sum drepur profetarnar og steinar teir, ið sendir eru til tín! Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki.
Matteus 23:38 Matteus
Hús tykkara skal latast tykkum oyðið!
Matteus 23:39 Matteus
Tí Eg sigi tykkum: Frá hesi stund skulu tit ikki síggja Meg, fyrrenn tit siga: „Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans!““