illa við / órógvaður
68 versir um "illa við / órógvaður"
Versir
Síða 2 av 2Jóhannes 18:23 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Havi Eg talað illa, so prógva, at tað er ónt! Men havi Eg talað rætt, hví slært tú Meg tá!“
Jóhannes 18:24 Jóhannes
Annas sendi Hann nú bundnan til Kaifas høvuðsprest.
Jóhannes 18:25 Jóhannes
– Men Símun Pætur stóð og vermdi seg. Tá søgdu teir við hann: „Ert eisini tú ein av lærisveinum Hansara?“ Hann noktaði tað og segði: „Tað eri eg ikki!“
Jóhannes 18:26 Jóhannes
Ein av tænarum høvuðsprestsins, ein skyldmaður hansara, sum Pætur hevði høgt oyrað av, segði: „Sá eg teg ikki í urtagarðinum við Honum!“
Jóhannes 18:27 Jóhannes
Tá noktaði Pætur tað aftur – og í tí sama gól hanin.
Jóhannes 18:28 Jóhannes
Teir fóru nú við Jesusi frá Kaifasi til borg landshøvdingans; tað var tíðliga um morgunin. Sjálvir fóru teir ikki inn í borgina, fyri at teir skuldu ikki verða óreinir, men kundu eta páskalambið.
Jóhannes 18:29 Jóhannes
Pilatus fór tá út til teirra og segði: „Hvørja klagu føra tit móti hesum manni?“
Jóhannes 18:30 Jóhannes
Teir svaraðu honum: „Var Hann ikki illgerðarmaður, høvdu vit ikki givið Hann upp til tín!“
Jóhannes 18:31 Jóhannes
Tá segði Pilatus við teir: „Takið tit Hann og dømið Hann eftir lóg tykkara!“ Jødarnir svaraðu honum: „Vit hava ongan rætt at taka av døgum!“
Jóhannes 18:32 Jóhannes
– fyri at orð Jesusar skuldi ganga út, sum Hann segði fyri at vísa, á hvønn hátt Hann skuldi doyggja.
Jóhannes 18:33 Jóhannes
Pilatus fór nú inn aftur í borgina, kallaði Jesus fyri seg og segði við Hann: „Ert Tú kongur Jødanna?“
Jóhannes 18:34 Jóhannes
Jesus svaraði: „Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um Meg?“
Jóhannes 18:35 Jóhannes
Pilatus svaraði: „Eri eg Jødi! Fólk Títt og høvuðsprestarnir hava givið Teg upp til mín; hvat hevur Tú gjørt?“
Jóhannes 18:36 Jóhannes
Jesus svaraði: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.“
Jóhannes 18:37 Jóhannes
Tá segði Pilatus við Hann: „So ert Tú tó kongur?“ Jesus svaraði: „Tú sigur tað! Eg eri kongur. Til tað eri Eg føddur, og til tað eri Eg komin í heimin, at Eg skal vitna um sannleikan. Hvør tann, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd Mína.“
Jóhannes 18:38 Jóhannes
Pilatus segði við Hann: „Hvat er sannleiki!“ Táið hann hetta hevði sagt, fór hann út aftur til Jødarnar og segði við teir: „Eg finni onga skyld hjá Honum!
Jóhannes 18:39 Jóhannes
Men tit hava jú tann sið, at eg skal geva tykkum ein leysan á páskum; vilja tit tá, at eg skal geva tykkum kong Jødanna leysan?“
Jóhannes 18:40 Jóhannes
Tá róptu tey uppaftur øll og søgdu: „Ikki Hann, nei, Barabbas!“ – Og Barabbas var ránsmaður.