illa við / órógvaður

68 versir um "illa við / órógvaður"

Versir

Síða 1 av 2
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið

Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“

6
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið

Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.

6
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið

Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.

4
Matteus 4:1 Matteus

Tá varð Jesus av Andanum leiddur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av Djevulinum.

3
Matteus 4:2 Matteus

Táið Hann nú hevði fastað 40 dagar og 40 nætur, hungraði Hann til endan.

3
Matteus 4:3 Matteus

Tá kom freistarin til Hansara og segði: „Ert Tú Sonur Guds, so sig, at hesir steinar skulu verða breyð!“

3
Matteus 4:4 Matteus

Hann svaraði: „Skrivað er: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.““

3
Matteus 4:5 Matteus

Tá tók Djevulin Hann við sær til hin heilaga stað, setti Hann á takbrún tempulsins og segði við Hann:

3
Matteus 4:6 Matteus

„Ert Tú Sonur Guds, so leyp niður! Tí skrivað er: „Hann skal geva einglum Sínum boð um teg, og teir skulu bera teg á hondum, so tú ongan stein skalt sláa fótin í.““

3
Matteus 4:7 Matteus

Jesus segði við hann: „Uppaftur er skrivað: „Tú mást ikki freista Harran Gud tín.““

3
Matteus 4:8 Matteus

Aftur tók Djevulin Hann við sær – niðan á ógvuliga høgt fjall, vísti Honum øll ríki heimsins og dýrd teirra og segði við Hann:

3
Matteus 4:9 Matteus

„Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“

3
Matteus 4:10 Matteus

Tá segði Jesus við hann: „Far burt, Satan! Tí skrivað er: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.““

3
Matteus 4:11 Matteus

Tá fór Djevulin frá Honum, og einglar komu til Hansara og tæntu Honum.

3
Matteus 4:12 Matteus

Táið Jesus frætti, at Jóhannes var settur fastur, fór Hann til Galilea.

3
Matteus 4:13 Matteus

Og Hann fór úr Nazaret og kom og búsettist í Kapernaum við vatnið, í landslutum Zebulons og Naftali

3
Matteus 4:14 Matteus

– fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur:

3
Matteus 4:15 Matteus

„Zebulonsland og Naftaliland fram við vatninum, hinumegin Jordan, Galilea heidninganna –

3
Matteus 4:16 Matteus

fólkið, sum sat í myrkri, sá stórt ljós, og fyri teimum, sum sótu í landi og skugga deyðans, rann upp ljós.“

3
Matteus 4:17 Matteus

Frá teirri tíð fór Jesus at prædika og siga: „Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!“

3
Matteus 4:18 Matteus

Sum Hann nú gekk við vatnið í Galilea, sá Hann tveir brøður, Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróður hansara, seta garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.

3
Matteus 4:19 Matteus

Hann segði tá við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“

3
Matteus 4:20 Matteus

Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum.

3
Matteus 4:21 Matteus

Táið Hann haðani fór longur, sá Hann tveir aðrar brøður, Jákup, son Zebedeus, og Jóhannes, bróður hansara, í bátinum við Zebedeusi, faðir teirra; teir bøttu gørn síni. Og Hann kallaði teir.

3
Matteus 4:22 Matteus

Tá fóru teir við tað sama frá bátinum og faðir sínum og fylgdu Honum.

3
Matteus 4:23 Matteus

Jesus ferðaðist nú um alt Galilea, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og alskyns veikleika hjá fólkinum.

3
Matteus 4:24 Matteus

Hann varð gitin um alt Sýrland, og tey komu til Hansara við øllum sjúkum, sum vóru heimsøkt av ymiskum sjúkdómum og plágum, bæði teimum, ið vóru sett av illum andum, niðurfalssjúkum og lamnum; og Hann grøddi tey.

3
Matteus 4:25 Matteus

Og nógv fólk fylgdi Honum úr Galilea, Dekapolis, Jerusalem, Judea og landinum hinumegin Jordan.

3
Jóhannes 18:1 Jóhannes

Táið Jesus hevði sagt hetta, fór Hann út við lærisveinum Sínum um Kedronsløk; har var urtagarður, og inn í hann fór Hann við lærisveinum Sínum.

3
Jóhannes 18:2 Jóhannes

Judas, sum sveik Hann, kendi eisini staðið; tí har kom Jesus ofta saman við lærisveinum Sínum.

3
Jóhannes 18:3 Jóhannes

Judas hevði nú fingið vaktina við sær og tænarar frá høvuðsprestunum og Farisearunum, og kom hagar við kyndlum, lampum og vápnum.

3
Jóhannes 18:4 Jóhannes

Við tað at Jesus nú visti alt, ið koma skuldi yvir Hann, gekk Hann fram og segði við teir: „Hvørjum leita tit eftir?“

3
Jóhannes 18:5 Jóhannes

Teir svaraðu Honum: „Jesusi úr Nazaret.“ Jesus segði við teir: „Tað eri Eg.“ – Eisini Judas, sum sveik Hann, stóð har hjá teimum.

3
Jóhannes 18:6 Jóhannes

Táið Hann nú segði við teir: „Tað eri Eg,“ fóru teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar.

3
Jóhannes 18:7 Jóhannes

Hann spurdi teir tá uppaftur: „Hvørjum leita tit eftir?“ Teir svaraðu: „Jesusi úr Nazaret.“

3
Jóhannes 18:8 Jóhannes

Jesus segði: „Eg segði tykkum jú, at tað eri Eg! Er tað tá eftir Mær, tit leita, so latið hesar fara!“

3
Jóhannes 18:9 Jóhannes

– fyri at orðið skuldi ganga út, sum Hann hevði sagt: „Eg misti ongan av teimum, ið Tú hevur givið Mær.“

3
Jóhannes 18:10 Jóhannes

Símun Pætur – sum hevði svørð – dró tað nú og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði høgra oyrað av honum; tænarin æt Malkus.

3
Jóhannes 18:11 Jóhannes

Tá segði Jesus við Pætur: „Stikk svørðið í slíðrarnar! Skal Eg ikki drekka kalikin, ið Faðir Mín hevur givið Mær!“

3
Jóhannes 18:12 Jóhannes

Vaktin, herhøvdingin og tænarar Jødanna tóku nú Jesus og bundu Hann.

3
Jóhannes 18:13 Jóhannes

Og teir fóru fyrst til Annas við Honum; hann var verfaðir Kaifas, sum var høvuðsprestur tað árið.

3
Jóhannes 18:14 Jóhannes

– Tað var Kaifas, ið hevði givið Jødunum tey ráð, at tað var gagnligt, at eitt menniskja doyði fyri fólkið. –

3
Jóhannes 18:15 Jóhannes

Símun Pætur og ein annar lærisveinur fylgdu Jesusi. Hesin lærisveinur var kendur við høvuðsprestin, og hann fór við Jesusi inn í garð høvuðsprestsins.

3
Jóhannes 18:16 Jóhannes

Men Pætur stóð uttanfyri við dyrnar. Tá fór hin lærisveinurin – sum kendur var við høvuðsprestin – út og tosaði við hana, sum helt vakt við dyrnar, og fekk Pætur inn.

3
Jóhannes 18:17 Jóhannes

Gentan, ið helt vakt við dyrnar, segði tá við Pætur: „Ert eisini tú ein av lærisveinunum hjá hesum manni?“ Hann svaraði: „Nei, tað eri eg ikki!“

3
Jóhannes 18:18 Jóhannes

Men tænararnir og sveinarnir høvdu kynt upp koleld – tí kalt var – og stóðu nú og vermdu seg; eisini Pætur stóð hjá teimum og vermdi seg.

3
Jóhannes 18:19 Jóhannes

Høvuðspresturin spurdi nú Jesus um lærisveinar Hansara og læru Hansara.

3
Jóhannes 18:20 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; Eg havi altíð lært í sýnagogum og í templinum, har sum allir Jødar koma saman; í loyndum havi Eg einki talað.

3
Jóhannes 18:21 Jóhannes

Hví spyrt tú Meg? Spyr tey, sum hoyrt Meg hava, hvat Eg havi talað til teirra! Tey vita jú, hvat Eg havi sagt.“

3
Jóhannes 18:22 Jóhannes

Táið Jesus hetta segði, gav ein av sveinunum, sum hjá stóðu, Honum eitt slag undir vangan og segði: „Svarar Tú høvuðsprestinum so!“

3