illa sinnað fólk

92 versir um "illa sinnað fólk"

Versir

Síða 1 av 2
Lukas 6:28 Lukas

signið tey, sum banna tykkum, og biðið fyri teimum, ið spilla tykkum út!

22
Orðtøkini 22:24 Orðtøkini

Ver ikki vinur við tann, sum skjótt kemur ilt í, og hav ikki felagsskap við snarsintan mann,

16
Orðtøkini 22:25 Orðtøkini

fyri at tú skalt ikki læra gøtur hansara og fáa snerru fyri sál tína!

16
Orðtøkini 16:4 Orðtøkini

Alt skapti HARRIN, hvørt til sítt, hin gudleysa við – til vanlukkudagin!

11
Orðtøkini 16:5 Orðtøkini

Ein og hvør hugmóðigur er HARRANUM andstygd; vissuliga, slíkur verður ikki órevsaður.

11
Orðtøkini 16:6 Orðtøkini

Við kærleika og trúfesti verður misgerð javnað, og við ótta HARRANS flýggjar ein frá illum.

11
Orðtøkini 16:7 Orðtøkini

Táið HARRANUM líkar atburð mansins, ger Hann, at um tað so eru fíggindar hansara, binda teir frið við hann.

11
Sálmarnir 109:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. Tú Gud lovsongs míns, ver ikki tigandi!

7
Sálmarnir 109:2 Sálmarnir

Tí teir hava latið upp móti mær gudleysa, falska munn sín, teir tala móti mær við lygitungu.

7
Sálmarnir 109:3 Sálmarnir

Við hatskum orðum kringseta teir meg og stríða móti mær uttan grund.

7
Sálmarnir 109:4 Sálmarnir

Í løn fyri kærleika mín standa teir mær ímóti, tóat eg geri einki uttan biði.

7
Sálmarnir 109:5 Sálmarnir

Teir gera mær ilt fyri gott, løna mær við hatri fyri kærleika mín.

7
Sálmarnir 109:6 Sálmarnir

Set gudleysan yvir hann, lat klagara standa undir høgru lið hansara!

7
Sálmarnir 109:7 Sálmarnir

Táið hann kemur fyri rættin, lat hann tá verða dømdan sekan, og lat bøn hansara verða roknaða sum synd!

7
Sálmarnir 109:8 Sálmarnir

Lat dagar hansara verða fáar, og lat ein annan fáa embæti hansara!

7
Sálmarnir 109:9 Sálmarnir

Lat børn hansara verða faðirleys, og konu hansara einkju,

7
Sálmarnir 109:10 Sálmarnir

lat børn hansara flakka um og bidda, lat tey søkja breyð sítt langt burtur frá oyddu heimum sínum!

7
Sálmarnir 109:11 Sálmarnir

Lat okraran fáa í snerru sína alt tað, sum hann eigur, lat fremmandar ræna góðs hansara!

7
Sálmarnir 109:12 Sálmarnir

Lat ongan vera, sum goymir honum miskunn, lat ongum tykjast synd í faðirleysu børnum hansara!

7
Sálmarnir 109:13 Sálmarnir

Lat avkom hansara ganga til grundar, lat navn hansara verða útstrikað í næsta ættarliði!

7
Sálmarnir 109:14 Sálmarnir

Misgerð fedra hansara verði minst av HARRANUM, synd móður hansara verði ikki útstrikað!

7
Sálmarnir 109:15 Sálmarnir

Tær veri altíð HARRANUM fyri eyga, og Hann striki minnið um hann út av jørðini –

7
Sálmarnir 109:16 Sálmarnir

aftur fyri at hann hugsaði ikki um at vísa miskunn, men søkti at Honum, sum var armur og fátækur, Honum, sum var sorgarfullur í hjartanum líka til deyðan!

7
Sálmarnir 109:17 Sálmarnir

Hann elskaði bann – so lat tað ráma hann! Hann hevði ikki hug til signing – so lat hana verða langt frá honum!

7
Sálmarnir 109:18 Sálmarnir

Hann klæði seg í bann sum í klæði, tað komi í búk hansara sum vatn, og sum olja inn í bein hansara!

7
Sálmarnir 109:19 Sálmarnir

Tað verði honum sum kappi at sveipa seg í, sum belti, ið hann altíð spennir um seg!

7
Sálmarnir 109:20 Sálmarnir

Hetta veri lønin, ið mótstøðumenn mínir fáa frá HARRANUM, teir, ið tala ilt móti sál míni!

7
Sálmarnir 109:21 Sálmarnir

Men Tú, HARRI, Harri mín, ger mær væl fyri navns Tíns skuld! Góð er jú náði Tín – so bjarga Tú mær tá!

7
Sálmarnir 109:22 Sálmarnir

Tí eg eri armur og fátækur, og hjartað er gjøgnumstungið í mær.

7
Sálmarnir 109:23 Sálmarnir

Sum skuggin, ið hallar, svinni eg burtur, eg verði stygdur burtur sum grashoppa.

7
Sálmarnir 109:24 Sálmarnir

Av føstu riða knø míni, og kroppur mín missir holdini.

7
Sálmarnir 109:25 Sálmarnir

Til spott eri eg vorðin teimum; teir rista við høvdinum, táið teir síggja meg.

7
Sálmarnir 109:26 Sálmarnir

Hjálp mær, HARRI Gud mín, frels meg eftir náði Tíni,

7
Sálmarnir 109:27 Sálmarnir

so teir sanna, at hetta er hond Tín, at Tú, HARRI, hevur gjørt tað!

7
Sálmarnir 109:28 Sálmarnir

Biði teir ilt – Tú skalt signa! Teir reisa seg, men verða til skammar; og tænari Tín gleðist.

7
Sálmarnir 109:29 Sálmarnir

Mótstøðumenn mínir skulu verða klæddir í vanæru og sveipa seg í skomm sína sum í kappa.

7
Sálmarnir 109:30 Sálmarnir

Eg skal stórliga takka HARRANUM við munni mínum, mitt ímillum mong skal eg lova Honum;

7
Sálmarnir 109:31 Sálmarnir

tí Hann stendur undir høgru lið hins fátæka fyri at bjarga honum frá teimum, ið døma sál hansara.

7
Sálmarnir 110:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Sálmur. HARRIN segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg leggi fíggindar Tínar sum skammul fyri føtur Tínar!“

7
Sálmarnir 110:2 Sálmarnir

Av Zion rættir HARRIN út kongastav veldis Tíns; ráð mitt ímillum fíggindar Tínar!

7
Sálmarnir 110:3 Sálmarnir

Sjálvboðið kemur fólk Títt veldisdag Tín; í heilagum prýði kemur ungi skari Tín til Tín sum døggin úr fangi morgunroðans.

7
Sálmarnir 110:4 Sálmarnir

HARRIN hevur svorið – og Hann skal ikki angra tað: „Tú ert prestur í allar ævir á sama hátt sum Melkizedek.“

7
Sálmarnir 110:5 Sálmarnir

Harrin undir høgru lið Tíni sorar kongar vreiðidag Sín;

7
Sálmarnir 110:6 Sálmarnir

Hann heldur dóm millum heidningarnar, fyllir upp við líkum, sorar høvd um hina víðu jørð.

7
Sálmarnir 110:7 Sálmarnir

Úr løkinum drekkur Hann á vegnum; tí ber Hann høvdið høgt.

7
Orðtøkini 26:26 Orðtøkini

Hin hatski fjalir seg í sviki, men óndskapur hansara verður opinberur í samkomuni.

7
Orðtøkini 26:27 Orðtøkini

Tann, ið grevur grøv, skal falla í hana, og tann, ið rullar upp stein, skal hann rulla aftur á.

7
Orðtøkini 26:28 Orðtøkini

Lygitungan hatar tann, ið hon hevur sorað sundur, og falskur muður voldir fall.

7
Orðtøkini 27:1 Orðtøkini

Rósa tær ikki av deginum í morgin, tí tú veitst ikki, hvat dagur kann føða!

7
Orðtøkini 27:2 Orðtøkini

Lat aðrar rósa tær, og ikki tín egna munn, fremmandar, og ikki tínar egnu varrar!

7