íleggingar
9 versir um "íleggingar"
Versir
Síða 1 av 1Prædikarin 11:1 Prædikarin
Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur!
Prædikarin 11:2 Prædikarin
Být í sjey partar tað, sum tú hevur, ja, í átta, tí tú veitst ikki, hvør vanlukka ið henda kann á jørðini!
Prædikarin 11:3 Prædikarin
Táið skýggini eru vorðin full av vatni, hella tey regn yvir jørðina, og táið træið fellur – suðureftir ella norðureftir – verður tað liggjandi, har sum tað fellur.
Prædikarin 11:4 Prædikarin
Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa, og tann, ið altíð hyggur at skýggjunum, kemur aldri at heysta.
Prædikarin 11:5 Prædikarin
Líka lítið sum tú kennir leið vindsins, ella hvussu beinini verða til í lívi hennara, sum er við barn, líka lítið veitst tú, hvat Gud fer at gera, Hann, sum virkar tað alt samalt.
Prædikarin 11:6 Prædikarin
Sáa sáð títt um morgunin, og lat ikki hondina hvíla, táið líður móti kvøldi! Tí tú veitst ikki, hvat ið fer at lukkast, hetta ella hitt, ella um báðir partar verða góðir.
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Matteus 25:27 Matteus
Tí skuldi tú sett pening mín inn hjá peningavekslarunum, so eg fekk mítt aftur við rentu, táið eg kom heim.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!