ikki av hesum heimi
16 versir um "ikki av hesum heimi"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 15:19 Jóhannes
Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum – nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum – tí hatar heimurin tykkum.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Jóhannes 18:36 Jóhannes
Jesus svaraði: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.“
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.
Jóhannes 17:14 Jóhannes
Eg havi givið teimum orð Títt, og heimurin hevur hatað tey, tí tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.
Jóhannes 17:16 Jóhannes
Tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.
Kolossibrævið 3:2 Kolossibrævið
Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er!
Jóhannes 8:23 Jóhannes
Men Hann svaraði teimum: „Tit eru niðanífrá, Eg eri omanífrá; tit eru av hesum heimi, Eg eri ikki av hesum heimi.
Jóhannes 15:18 Jóhannes
Táið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum.
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Filippibrævið 3:20 Filippibrævið
Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus,
Filippibrævið 3:21 Filippibrævið
sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara, eftir kraftini, sum Hann eisini kann leggja alt undir Seg við.
Jákupsbrævið 4:4 Jákupsbrævið
Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:19 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa.