ikki at fara í samkomu/kirkju
81 versir um "ikki at fara í samkomu/kirkju"
Versir
Síða 2 av 2Hebrearabrævið 10:9 Hebrearabrævið
so hevur Hann harnæst sagt: „Hygg, Eg komi at gera vilja Tín!“ – Hann tekur hitt fyrra burtur fyri at seta hitt seinna í staðin –
Hebrearabrævið 10:10 Hebrearabrævið
og við hesum vilja eru vit halgað við ofring likams Jesu Krists eina ferð fyri allar!
Hebrearabrævið 10:11 Hebrearabrævið
Ein og hvør prestur stendur dagliga og ger tænastu og ber fram somu offur ferð eftir ferð – sum tó aldri kunnu taka burtur syndir;
Hebrearabrævið 10:12 Hebrearabrævið
men Hann hevur borið fram eitt offur fyri syndir og hevur síðani við alla sett Seg við høgru hond Guds
Hebrearabrævið 10:13 Hebrearabrævið
og bíðar nú bert eftir, at fíggindar Hansara skulu verða lagdir fótum Hansara til skammul.
Hebrearabrævið 10:14 Hebrearabrævið
Tí við einum ofri hevur Hann við alla gjørt tey fullkomin, sum halgað verða.
Hebrearabrævið 10:15 Hebrearabrævið
Tað vitnar eisini Heilagi Andin fyri okkum. Tí eftir at Hann hevur sagt:
Hebrearabrævið 10:16 Hebrearabrævið
„Hetta er sáttmálin, Eg skal gera við tey eftir teir dagar“, sigur Harrin: „Eg skal leggja lógir Mínar í hjørtu teirra, og Eg skal skriva tær í sinni teirra,
Hebrearabrævið 10:17 Hebrearabrævið
og syndir teirra og lógbrot teirra skal Eg ikki minnast aftur.“
Hebrearabrævið 10:18 Hebrearabrævið
Men har sum fyrigeving er fyri tey, er ikki longur offur fyri synd.
Hebrearabrævið 10:19 Hebrearabrævið
Við tað at vit nú, brøður, í blóði Jesusar hava dirvi at fara inn í halgidómin,
Hebrearabrævið 10:20 Hebrearabrævið
sum Hann vígdi okkum nýggjan og livandi veg til gjøgnum forhangið – tað er hold Hansara –
Hebrearabrævið 10:21 Hebrearabrævið
og við tað at vit hava stóran prest yvir húsi Guds,
Hebrearabrævið 10:22 Hebrearabrævið
so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni!
Hebrearabrævið 10:23 Hebrearabrævið
Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!
Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Hebrearabrævið 10:26 Hebrearabrævið
Tí synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir,
Hebrearabrævið 10:27 Hebrearabrævið
men bert ræðulig bíðan eftir dómi, og brennandi vreiði, ið skal oyða tey, sum standa ímóti.
Hebrearabrævið 10:28 Hebrearabrævið
Hevur ein brotið Móselóg, doyr hann miskunnarleyst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna.
Hebrearabrævið 10:29 Hebrearabrævið
– Hvussu mangan verri revsing halda tit tá ikki, tann skal roknast verdur, sum traðkar Son Guds undir fótum, vanvirðir blóð sáttmálans – tað, sum hann varð halgaður í – og háðar Anda náðinnar!
Hebrearabrævið 10:30 Hebrearabrævið
Vit kenna jú Hann, sum sagt hevur: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal endurgjalda!“ og aftur: „Harrin skal døma fólk Sítt.“
Hebrearabrævið 10:31 Hebrearabrævið
Tað er øgiligt at falla í hendur hins livandi Guds!
Hebrearabrævið 10:32 Hebrearabrævið
Men minnist hinar farnu dagar, táið tit, eftir at tit vóru upplýst, toldu nógv stríð í líðingum!
Hebrearabrævið 10:33 Hebrearabrævið
Eitt var, at tit sjálv við háði og trongdum vórðu sjónleikur; annað var, at tit tóku lut við teimum, ið slík kor høvdu.
Hebrearabrævið 10:34 Hebrearabrævið
Bæði høvdu tit samkenslu við fangunum, og tit bóru tað við gleði, um tað, ið tit áttu, varð rænt – tit vistu jú, at tit sjálv áttu betri ogn, eina, sum verður varandi.
Hebrearabrævið 10:35 Hebrearabrævið
Kastið tí ikki frá tykkum dirvi tykkara – tað hevur stóra løn!
Hebrearabrævið 10:36 Hebrearabrævið
Tykkum tørvar tol, so tit – táið tit hava gjørt vilja Guds – kunnu fáa tað, sum lovað er.
Hebrearabrævið 10:37 Hebrearabrævið
Tí „bert so lítla stund enn, tá kemur Hann, ið koma skal, og Hann skal ikki drála.
Hebrearabrævið 10:38 Hebrearabrævið
Men hin rættvísi Mín skal liva av trúgv, og sigst hann undan, hevur sál Mín ikki tokka til hansara.“
Hebrearabrævið 10:39 Hebrearabrævið
– Tó, vit eru ikki av teimum, ið sigast undan – til fortaping – men av teimum, ið trúgva – sálini til frelsu.