ikki at eiga børn
9 versir um "ikki at eiga børn"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 4:27 Galatiabrævið
Tí skrivað er: „Ver glað, tú hin ófruktbara, sum ikki føðir! Sker í og rópa, tú, sum ikki hevur verkir! Tí mong eru børn hinnar einsligu kvinnu – fleiri enn hennara, sum mann hevur.“
Sálmarnir 113:9 Sálmarnir
Hann, sum letur hina ófruktbøru konu sita sum glaða barnamóður! – Halleluja!
Matteus 19:12 Matteus
Tí geldingar eru, sum eru føddir so úr móðurlívi; geldingar eru, sum eru geldir av menniskjum; og geldingar eru, sum hava gelt seg sjálvar fyri Himmiríkis ríkis skuld. Tann, ið kann fata hetta orð, hann fati tað!“
Malakias 2:15 Malakias
„Men hevur ikki ein* gjørt so og ikki doyð kortini!“ – Men hvat gjørdi hesin eini! Hann vildi fáa ættina, ið Gud hevði lovað honum;** men tit skulu varða lív tykkara, og konu ungdóms tíns mást tú ikki vera trúleysur.
Fyrra Sámuelsbók 1:7 Fyrra Sámuelsbók
Soleiðis gekk ár eftir ár: Hvørja ferð tey fóru til hús HARRANS, argaði hon hana á henda hátt – og so græt hon og vildi einki eta.
Fyrra Sámuelsbók 1:8 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Elkana, maður hennara, við hana: „Hanna, hví grætur tú, og hví etur tú ikki? Hví ert tú so sorgarbundin? Eri eg tær ikki betri enn tíggju synir?“
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir
Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir
Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.