íðinleiki / brennandi hugur
15 versir um "íðinleiki / brennandi hugur"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 12:11 Rómverjabrævið
Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!
Rómverjabrævið 10:2 Rómverjabrævið
Tí eg gevi teimum tann vitnisburð, at tey hava íðinskap fyri Gud – men ikki við skili.
Titusarbrævið 2:14 Titusarbrævið
sum gav Seg sjálvan fyri okkum at loysa okkum úr øllum lógloysi og reinsa Sær sjálvum ognarfólk, íðið til góð verk.
Opinberingin 3:19 Opinberingin
Øll, ið Eg elski, revsi og tykti Eg; tak tí álvara í teg og vend við!
Esaias 59:17 Esaias
Hann læt Seg í rættferð sum brynju, og hjálm frelsunnar setti Hann á høvdið; Hann læt Seg í hevndarklæðini og sveipaði Seg í vreiði sum í kappa.
Jóhannes 2:17 Jóhannes
Tá kom lærisveinum Hansara í hug, at skrivað er: „Ídni fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp.“
Seinna Kongabók 10:16 Seinna Kongabók
og segði: „Kom við mær og síggj, hvussu íðin eg eri fyri HARRAN!“ – Hann læt hann tá koma við sær í vagni sínum.
Sálmarnir 69:9 Sálmarnir
Eg eri vorðin brøðrum Mínum fremmandur, sonum móður Mínar útlendingur.
Sálmarnir 119:139 Sálmarnir
Eldhugi mín hevur tært meg upp, av tí at óvinir mínir hava gloymt orð Tíni.
Galatiabrævið 4:18 Galatiabrævið
Men gott er at vera íðin fyri tí, sum gott er, altíð, og ikki bert, táið eg eri hjá tykkum.
Ápostlasøgan 21:20 Ápostlasøgan
Táið teir hoyrdu tað, prísaðu teir Gudi. So søgdu teir við hann: „Tú sært, bróðir, hvussu mangir túsund Jødar ið eru, sum hava tikið við trúgv, og teir eru allir ídnir fyri lógini.
Fyrra Korintbrævið 14:12 Fyrra Korintbrævið
Soleiðis eisini við tykkum: Táið tit nú tráa eftir hinum andaligu gávum, latið tað tá vera samkomuni til uppbygging, tit royna at fáa tær so ríkliga!
Seinna Korintbrævið 7:11 Seinna Korintbrævið
Hyggið, júst hetta, at tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, hvussu stóran íðinskap virkaði tað ikki hjá tykkum, ja, verju, ja, harm, ja, ótta, ja, longsil, ja, álvara, ja, straff! Í øllum vístu tit, at tit vóru reinir í hesi søk.
Seinna Korintbrævið 9:2 Seinna Korintbrævið
eg veit jú, hvussu villigir tit eru, og eg rósi mær av tí hjá Makedoningum tykkum viðvíkjandi og sigi, at Akaia hevur verið til reiðar líka síðani í fjør; og íðinskapur tykkara hevur eggjað mong onnur.
Kolossibrævið 4:13 Kolossibrævið
Tí eg gevi honum tann vitnisburð, at hann ger sær nógvan ómak fyri tykkum og teimum í Laodikea og teimum í Hierapolis.