iðinleiki / arbeiðssamur hugi
16 versir um "iðinleiki / arbeiðssamur hugi"
Versir
Síða 1 av 1Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Orðtøkini 6:6 Orðtøkini
Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur!
Orðtøkini 6:7 Orðtøkini
Hon hevur hvørki høvdinga, fúta ella harra,
Orðtøkini 6:8 Orðtøkini
og kortini ger hon um summarið føði sína til, sankar um heystið mat sín.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:11 Fyrra Tessalonikabrævið
og at seta æru tykkara í at liva stillir og ansa hvør eftir sínum egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit søgdu við tykkum,
Seinna Tessalonikabrævið 3:7 Seinna Tessalonikabrævið
Tit vita jú sjálvir, hvussu eigur at verða fylgt okkum eftir. Vit bóru okkum ikki óregluliga at millum tykkara;
Seinna Tessalonikabrævið 3:8 Seinna Tessalonikabrævið
ei heldur ótu vit breyð hjá nøkrum fyri einki; nei, vit arbeiddu við stríði og møði nátt og dag fyri ongum tykkara at vera til byrði.
Seinna Tessalonikabrævið 3:9 Seinna Tessalonikabrævið
– Ikki tí vit ikki hava rætt til tað; men vit vildu geva tykkum fyridømi í okkum sjálvum, fyri at tit skuldu fylgja okkum eftir.
Seinna Tessalonikabrævið 3:10 Seinna Tessalonikabrævið
Longu táið vit vóru hjá tykkum, góvu vit tykkum jú hetta boð, at vil onkur ikki arbeiða, skal hann heldur ikki eta.
Seinna Tessalonikabrævið 3:11 Seinna Tessalonikabrævið
Tí vit hoyra, at nøkur av tykkum liva óregluliga og arbeiða ikki, men fáast við slíkt, sum ikki kemur teimum við.
Seinna Tessalonikabrævið 3:12 Seinna Tessalonikabrævið
Slíkum geva vit tað boð og áminna tey í Harranum Jesusi Kristi, at tey arbeiða still og eta sítt egna breyð.
Seinna Tessalonikabrævið 3:13 Seinna Tessalonikabrævið
Og tit, brøður – troyttist ikki av at gera tað, sum gott er!
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Matteus 25:21 Matteus
Harri hansara segði við hann: „Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!“
Titusarbrævið 3:14 Titusarbrævið
Eisini okkara mugu læra at gera góð verk, alt eftir sum trongd er til, so tey vera ikki ávakstarleys.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.