í seinastu døgum
80 versir um "í seinastu døgum"
Versir
Síða 2 av 2Matteus 24:27 Matteus
Tí eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir líka í vestur, so skal vera, táið Menniskjasonurin kemur.
Matteus 24:28 Matteus
Har sum ræið er, flykkjast ørnirnar.
Matteus 24:29 Matteus
Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.
Matteus 24:30 Matteus
Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd.
Matteus 24:31 Matteus
Hann skal senda út einglar Sínar við veldigum lúðraljóði; teir skulu savna hini útvaldu Hansara úr hinum fýra ættunum, úr øðrum enda himmalsins í annan.
Matteus 24:32 Matteus
Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.
Matteus 24:33 Matteus
Soleiðis skulu eisini tit, táið tit síggja alt hetta, vita, at Hann er nær fyri durunum.
Matteus 24:34 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.
Matteus 24:35 Matteus
Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.
Matteus 24:36 Matteus
Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.
Matteus 24:37 Matteus
Men eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur.
Matteus 24:38 Matteus
Sum tey á døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina,
Matteus 24:39 Matteus
og tey vistu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll – so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur.
Matteus 24:40 Matteus
Tá skulu tveir vera úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður latin eftir.
Matteus 24:41 Matteus
Tvær kvinnur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður latin eftir.
Matteus 24:45 Matteus
Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð?
Matteus 24:46 Matteus
Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur bera seg so at!
Matteus 24:47 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur.
Matteus 24:48 Matteus
Men sigur hin óndi tænarin so í hjarta sínum: „Harri mín drálar!“ –
Matteus 24:49 Matteus
og fer so at sláa samtænarar sínar og eta og drekka við drykkjumonnum,
Matteus 24:50 Matteus
so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, og ein tíma hann ikki veit,
Matteus 24:51 Matteus
og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hyklarunum. Har skal vera grátur og tannagrísl.“
Lukas 21:25 Lukas
Tekin skulu vera í sól, mána og stjørnum, og á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa,
Lukas 21:26 Lukas
og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur; tí kreftir himmalsins skulu skakast.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:2 Fyrra Tessalonikabrævið
Tit vita jú sjálvir gjølla, at dagur Harrans kemur sum tjóvur á nátt.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:3 Fyrra Tessalonikabrævið
Táið tey siga: „Friður og eingin vandi!“ – tá kemur bráður undirgangur á tey, eins og verkir á barnakonu, og tey skulu als ikki sleppa undan.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda
Hebrearabrævið 1:2 Hebrearabrævið
sum Hann hevur sett til arvinga alra luta, og sum Hann eisini hevur skapt heimin við.
Jákupsbrævið 3:1 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Ikki mangir av tykkum verði lærarar! Tit vita, at vit skulu fáa tess strangari dóm.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Tað er síðsti tími. Tit hava jú hoyrt, at Antikristus kemur, og longu nú eru nógvir antikristar komnir; av tí síggja vit, at tað er síðsti tími.