hyssop-urt

96 versir um "hyssop-urt"

Versir

Síða 2 av 2
Sálmarnir 51:17 Sálmarnir

Harri, lat upp varrar mínar – so skal muður mín kunngera prís Títt!

2
Sálmarnir 51:18 Sálmarnir

Tí Tær líkar ikki sláturoffur – annars hevði eg givið Tær tað – brenniofrum tekur Tú ikki við;

2
Sálmarnir 51:19 Sálmarnir

offur til Gud er sundurbrotin andi; sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud!

2
Matteus 27:48 Matteus

Og ein teirra leyp við tað sama til, tók svamp, fylti hann við ediki, setti hann á rørstav og gav Honum at drekka.

2
Markus 15:36 Markus

Men ein leyp til, fylti svamp við ediki og setti hann á rørstav, gav Honum at drekka og segði: „Bíðið, latið okkum síggja, um Elias kemur at taka Hann niður!“

2
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið

Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.

2
Hebrearabrævið 11:2 Hebrearabrævið

Fyri hana var tað jú, hini gomlu fingu góðan vitnisburð.

2
Hebrearabrævið 11:3 Hebrearabrævið

Við trúgv fata vit, at heimurin er skaptur við orði Guds, so tað ikki er av hinum sjónliga, tað, sum sæst, er vorðið til.

2
Hebrearabrævið 11:4 Hebrearabrævið

Við trúgv ofraði Ábel Gudi betri offur enn Káin, og við henni fekk hann tann vitnisburð, at hann var rættvísur – táið Gud vitnaði um gávur hansara; við henni talar hann enn, tóat hann er deyður.

2
Hebrearabrævið 11:5 Hebrearabrævið

Við trúgv varð Enok tikin burtur, so hann skuldi ikki síggja deyðan; og hann var ikki at finna, tí Gud hevði tikið hann burtur. Áðrenn hann varð tikin burtur, hevði hann jú fingið tann vitnisburð, at hann hevði verið Gudi tokkaligur.

2
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið

Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.

2
Hebrearabrævið 11:7 Hebrearabrævið

Við trúgv var tað, Nóa, ávaraður av Gudi um tað, sum ikki sást enn, í heilagum ótta smíðaði ørk, húsi sínum til frelsu; við henni dómfeldi hann heimin og varð arvingi trúarrættvísinnar.

2
Hebrearabrævið 11:8 Hebrearabrævið

Við trúgv var Ábraham lýðin, táið hann varð kallaður, so hann fór út til staðið, hann skuldi fáa í arv; hann fór avstað, tóat hann visti ikki, hvar hann kom.

2
Hebrearabrævið 11:9 Hebrearabrævið

Við trúgv varð hann útlendingur í landi lyftisins, eins og í fremmandum landi, og búði í tjøldum við Ísaki og Jákupi, samarvingum hins sama lyftis.

2
Hebrearabrævið 11:10 Hebrearabrævið

Tí hann væntaði staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud.

2
Hebrearabrævið 11:11 Hebrearabrævið

Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.

2
Hebrearabrævið 11:12 Hebrearabrævið

Tí fekk eisini ein, ið útlivaður var, avkom, sum stjørnur himmalsins í mongd og sum sandin við sjóvarstrond, ið óteljandi er.

2
Hebrearabrævið 11:13 Hebrearabrævið

Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið tað, sum lovað var; men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á jørðini.

2
Hebrearabrævið 11:14 Hebrearabrævið

– Tey, sum siga so, vísa jú harvið, at tey leita eftir fedralandi.

2
Hebrearabrævið 11:15 Hebrearabrævið

Og høvdu tey meint við landið, sum tey vóru komin úr, hevði jú borið teimum til at farið aftur hagar.

2
Hebrearabrævið 11:16 Hebrearabrævið

Men nú tráa tey eftir einum betri, tað er himmalskum; tí skammast Gud ikki við tey, at kallast Gud teirra; Hann hevur jú gjørt teimum stað til reiðar.

2
Hebrearabrævið 11:17 Hebrearabrævið

Við trúgv ofraði Ábraham Ísak, táið hann varð royndur, ja, hin einborna sín ofraði hann, ið lyftini hevði fingið,

2
Hebrearabrævið 11:18 Hebrearabrævið

og sum sagt varð við: „Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær.“

2
Hebrearabrævið 11:19 Hebrearabrævið

Tí hann hevði í huga, at Gud var mentur enntá at reisa upp frá hinum deyðu – og haðani fekk hann hann jú eisini aftur – í líknilsi talað.

2
Hebrearabrævið 11:20 Hebrearabrævið

Við trúgv signaði Ísakur Jákup og Esau, við hinum komandi fyri eyga.

2
Hebrearabrævið 11:21 Hebrearabrævið

Við trúgv signaði Jákup, táið hann doyði, báðar synir Jósef, og tilbað lútandi yvir stav sín.

2
Hebrearabrævið 11:22 Hebrearabrævið

Við trúgv talaði Jósef, táið hann lá at doyggja, um burturferð sona Ísraels og gav boð um bein síni.

2
Hebrearabrævið 11:23 Hebrearabrævið

Við trúgv varð Móses, táið hann var føddur, í tríggjar mánaðir fjaldur av foreldrum sínum; tí tey sóu, at barnið var vakurt, og tey ræddust ikki boð kongsins.

2
Hebrearabrævið 11:24 Hebrearabrævið

Við trúgv noktaði Móses, táið hann var tilkomin, at kallast dóttursonur Farao.

2
Hebrearabrævið 11:25 Hebrearabrævið

Hann valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd.

2
Hebrearabrævið 11:26 Hebrearabrævið

Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands – tí hann hugdi fram móti lønini.

2
Hebrearabrævið 11:27 Hebrearabrævið

Við trúgv fór hann úr Egyptalandi og ræddist ikki vreiði kongsins; tí hann helt á, sum hann hevði sæð hin ósjónliga.

2
Hebrearabrævið 11:28 Hebrearabrævið

Við trúgv helt hann páskir og smurdi blóðið á, fyri at oyðari hinna frumbornu skuldi ikki nema teir.

2
Hebrearabrævið 11:29 Hebrearabrævið

Við trúgv fóru tey gjøgnum Reyðahav sum eftir turrum landi – men Egyptar druknaðu, táið teir buðu til.

2
Hebrearabrævið 11:30 Hebrearabrævið

Við trúgv fullu múrar Jerikos, táið teir sjey dagar høvdu gingið rundan um teir.

2
Hebrearabrævið 11:31 Hebrearabrævið

Við trúgv slapp skøkjan Rahab frá at ganga til grundar saman við hinum vantrúgvandi; tí hon tók við friði móti njósnarunum.

2
Hebrearabrævið 11:32 Hebrearabrævið

– Tó, hví skal eg tala meir! Tíðin hevði jú ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Barak, Samson, Jefta, Dávid, Sámuel og profetunum,

2
Hebrearabrævið 11:33 Hebrearabrævið

sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu lyfti uppfylt, tiptu munn leyva,

2
Hebrearabrævið 11:34 Hebrearabrævið

sløktu eldsbál, sluppu undan svørðsegg, fingu styrki eftir veikleika, vórðu veldig í bardaga, fingu fíggindaherar at víkja.

2
Hebrearabrævið 11:35 Hebrearabrævið

Kvinnur fingu hinar deyðu sínar aftur við uppreisn. Onnur vórðu løgd á pínubonk og tóku ikki við útloysing – fyri at tey kundu fáa lut í betri uppreisn.

2
Hebrearabrævið 11:36 Hebrearabrævið

Onnur máttu tola spott og húðfleinging, ja, bond og fangahús;

2
Hebrearabrævið 11:37 Hebrearabrævið

tey vórðu steinað, sagað sundur, freistað, dripin við svørði; tey gingu um í seyðaskinnum og geitaskinnum; tey liðu neyð, trongd, ringa viðferð

2
Hebrearabrævið 11:38 Hebrearabrævið

– heimurin var tey ikki verdur – tey flakkaðu um í oyðimørkum og fjøllum, í hellum og skorum jarðarinnar.

2
Hebrearabrævið 11:39 Hebrearabrævið

Og øll hesi – tóat tey høvdu vitnisburð fyri trúgv sína – fingu tó ikki tað, sum lovað var.

2
Hebrearabrævið 11:40 Hebrearabrævið

Tí Gud hevði frammanundan ætlað okkum nakað betri, so tey skuldu ikki fullkomast uttan okkum.

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2