hvussu vit viðgera útlendingar
10 versir um "hvussu vit viðgera útlendingar"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 22:21 Onnur Mósebók
Fremmandum mást tú ikki gera órætt ella vera harður við hann; tit hava jú sjálv verið fremmand í Egyptalandi.
Onnur Mósebók 23:9 Onnur Mósebók
Kúga ikki hin fremmanda! Tit vita, hvussu tað er at kenna seg fremmandan; tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi!
Triðja Mósebók 19:33 Triðja Mósebók
Táið fremmandur býr hjá tykkum í landi tykkara, so mást tú ikki vera harður við hann;
Triðja Mósebók 19:34 Triðja Mósebók
sum ein av tykkara egnu skulu tit rokna hin fremmanda, ið hjá tykkum býr, og tú skalt elska hann sum teg sjálvan; tí tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Fimta Mósebók 10:18 Fimta Mósebók
sum hjálpir hinum faðirleysa og einkjuni at fáa rætt, og sum elskar hin fremmanda, so Hann gevur honum føði og klæði.
Fimta Mósebók 10:19 Fimta Mósebók
Tit skulu tí eisini vera góð við hin fremmanda; tit hava jú sjálv verið fremmand í Egyptalandi.
Sálmarnir 146:9 Sálmarnir
HARRIN varðar fremmand, heldur faðirleysum og einkjum uppi; men gudleys letur Hann fara villar vegir.
Malakias 3:5 Malakias
Eg komi til tykkara og skal halda dóm og vera snarvitni móti gandakøllunum, horkøllunum og teimum, ið svørja rangan eið, móti teimum, ið leggjast á løn hins daglønta mans, og sum kúga einkjuna og hin faðirleysa og boyggja rætt hins fremmanda – og ikki óttast Meg, sigur HARRIN Gud herskaranna.
Matteus 25:35 Matteus
Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;
Hebrearabrævið 13:2 Hebrearabrævið
Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir.