hvussu nógv børn høvdu Adam og Eva
61 versir um "hvussu nógv børn høvdu Adam og Eva"
Versir
Síða 1 av 2Fyrsta Mósebók 5:4 Fyrsta Mósebók
Eftir at Ádam hevði fingið Set, livdi hann 800 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 4:25 Fyrsta Mósebók
Ádam helt seg aftur til konu sína, og hon átti son, sum hon gav navnið Set; „tí“ – segði hon – „Gud hevur givið mær ein annan son í staðin fyri Ábel, sum Káin drap.“
Fyrsta Mósebók 5:1 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Ádams. Tann dagin Gud skapti menniskjuna, skapti Hann hana í bílæti Guds.
Fyrsta Mósebók 5:2 Fyrsta Mósebók
Sum mann og kvinnu skapti Hann tey; Hann signaði tey og gav teimum navnið menniskja, tann dagin tey vórðu skapt.
Fyrsta Mósebók 5:3 Fyrsta Mósebók
Táið Ádam hevði livað 130 ár, fekk hann son, sum var honum líkur, avbílæti hansara, og hann gav honum navnið Set.
Fyrsta Mósebók 5:5 Fyrsta Mósebók
Tíðin ið Ádam livdi, lívstíð hansara, varð soleiðis 930 ár; so doyði hann.
Fyrsta Mósebók 5:6 Fyrsta Mósebók
Táið Set var 105 ár, fekk hann sonin Enos.
Fyrsta Mósebók 5:7 Fyrsta Mósebók
Eftir at Set hevði fingið Enos, livdi hann 807 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 5:8 Fyrsta Mósebók
Tíðin ið Set livdi, var soleiðis 912 ár; so doyði hann.
Fyrsta Mósebók 5:9 Fyrsta Mósebók
Táið Enos var 90 ár, fekk hann sonin Kenan.
Fyrsta Mósebók 5:10 Fyrsta Mósebók
Eftir at Enos hevði fingið Kenan, livdi hann 815 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 5:11 Fyrsta Mósebók
Tíðin ið Enos livdi, var soleiðis 905 ár; so doyði hann.
Fyrsta Mósebók 5:12 Fyrsta Mósebók
Táið Kenan var 70 ár, fekk hann sonin Mahalalel.
Fyrsta Mósebók 5:13 Fyrsta Mósebók
Eftir at Kenan hevði fingið Mahalalel, livdi hann 840 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 5:14 Fyrsta Mósebók
Tíðin ið Kenan livdi, var soleiðis 910 ár; so doyði hann.
Fyrsta Mósebók 5:15 Fyrsta Mósebók
Táið Mahalalel var 65 ár, fekk hann sonin Jered.
Fyrsta Mósebók 5:16 Fyrsta Mósebók
Eftir at Mahalalel hevði fingið Jered, livdi hann 830 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 5:17 Fyrsta Mósebók
Tíðin ið Mahalalel livdi, var soleiðis 895 ár; so doyði hann.
Fyrsta Mósebók 5:18 Fyrsta Mósebók
Táið Jered var 162 ár, fekk hann sonin Enok.
Fyrsta Mósebók 5:19 Fyrsta Mósebók
Eftir at Jered hevði fingið Enok, livdi hann 800 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 5:20 Fyrsta Mósebók
Tíðin ið Jered livdi, var soleiðis 962 ár; so doyði hann.
Fyrsta Mósebók 5:21 Fyrsta Mósebók
Táið Enok var 65 ár, fekk hann sonin Metúsalem.
Fyrsta Mósebók 5:22 Fyrsta Mósebók
Eftir at Enok hevði fingið Metúsalem, livdi hann við Gudi í 300 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 5:23 Fyrsta Mósebók
Tíðin ið Enok livdi, var soleiðis 365 ár.
Fyrsta Mósebók 5:24 Fyrsta Mósebók
– Enok livdi við Gudi; og hann var ikki longur; tí Gud tók hann.
Fyrsta Mósebók 5:25 Fyrsta Mósebók
Táið Metúsalem var 187 ár, fekk hann sonin Lemek.
Fyrsta Mósebók 5:26 Fyrsta Mósebók
Eftir at Metúsalem hevði fingið Lemek, livdi hann 782 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 5:27 Fyrsta Mósebók
Tíðin ið Metúsalem livdi, var soleiðis 969 ár; so doyði hann.
Fyrsta Mósebók 5:28 Fyrsta Mósebók
Táið Lemek var 182 ár, fekk hann son.
Fyrsta Mósebók 5:29 Fyrsta Mósebók
Hann gav honum navnið Nóa og segði: „Hesin skal troysta okkum í møðsama arbeiði okkara á jørðini, sum HARRIN hevur bannað.“
Fyrsta Mósebók 5:30 Fyrsta Mósebók
Eftir at Lemek hevði fingið Nóa, livdi hann 595 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 5:31 Fyrsta Mósebók
Tíðin ið Lemek livdi, var soleiðis 777 ár; so doyði hann.
Fyrsta Mósebók 5:32 Fyrsta Mósebók
Táið Nóa var 500 ár, fekk hann synirnar Sem, Kam og Jafet.
Fyrsta Mósebók 4:1 Fyrsta Mósebók
Ádam helt seg til konu sína Evu, og hon varð við barn og átti Káin; tá segði hon: „Eg havi fingið son við hjálp HARRANS.“
Fyrsta Mósebók 4:2 Fyrsta Mósebók
Framvegis átti hon bróður hansara Ábel. Ábel varð seyðamaður, men Káin dýrkaði jørðina.
Fyrsta Mósebók 4:3 Fyrsta Mósebók
Táið ein tíð var liðin, bar Káin HARRANUM fram eitt offur av grøðini av jørðini.
Fyrsta Mósebók 4:4 Fyrsta Mósebók
Eisini Ábel bar offur fram – av teimum frumbornu í fylgi sínum og av fiti teirra. HARRIN hugdi á Ábel og offur hansara.
Fyrsta Mósebók 4:5 Fyrsta Mósebók
Men á Káin og offur hansara hugdi Hann ikki. Tá kom ógvuliga ilt í Káin, og andlit hansara varð dapurt.
Fyrsta Mósebók 4:6 Fyrsta Mósebók
HARRIN segði tá við Káin: „Hví ert tú illur, og hví er andlit títt so dapurt?
Fyrsta Mósebók 4:7 Fyrsta Mósebók
Er tað ikki so, at gert tú rætt, so kanst tú treystliga hyggja upp! Og gert tú ikki rætt, so liggur syndin fyri durunum, og hon tráar eftir tær; men tú skalt ráða yvir henni.“
Fyrsta Mósebók 4:8 Fyrsta Mósebók
Men Káin segði við Ábel, bróður sín: „Lat okkum fara út á markina!“ Og meðan teir vóru úti á markini, leyp Káin á Ábel, bróður sín, og drap hann.
Fyrsta Mósebók 4:9 Fyrsta Mósebók
Tá segði HARRIN við Káin: „Hvar er Ábel, bróðir tín?“ Hann svaraði: „Tað veit eg ikki! Skal eg ansa eftir bróður!“
Fyrsta Mósebók 4:10 Fyrsta Mósebók
Men Hann segði: „Hvat er tað, ið tú hevur gjørt! Blóð bróður tíns rópar til Mín av jørðini.
Fyrsta Mósebók 4:11 Fyrsta Mósebók
So skalt tú nú vera bannlýstur av jørðini, sum læt upp munn sín og av hond tíni tók ímóti blóði bróður tíns.
Fyrsta Mósebók 4:12 Fyrsta Mósebók
Táið tú dýrkar jørðina, skal hon ikki longur geva tær grøði sína; umflakkandi og heimleysur skalt tú vera á jørðini.“
Fyrsta Mósebók 4:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði Káin við HARRAN: „Straff mín er størri, enn eg eri mentur at bera!
Fyrsta Mósebók 4:14 Fyrsta Mósebók
Táið Tú nú rekur meg burtur av jørðini, og eg má krógva meg fyri ásjón Tíni og flakka heimleysur um á jørðini, so verður tað jú so, at hvør tann, ið hittir meg, hann drepur meg!“
Fyrsta Mósebók 4:15 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN segði við hann: „Nei! Tí drepur nakar Káin, so skal hann verða hevndur sjeyfalt.“ Og HARRIN gav Káini merki, fyri at eingin, ið hitti hann, skuldi drepa hann.
Fyrsta Mósebók 4:16 Fyrsta Mósebók
So fór Káin burtur frá ásjón HARRANS og búsettist í landinum Nod, eystan fyri Eden.
Fyrsta Mósebók 4:17 Fyrsta Mósebók
Káin helt seg til konu sína, og hon varð við barn og átti Hanok. Hann bygdi bý og kallaði hann Hanok eftir syni sínum.